fríggjadagur 20. juli 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 83 ·20. juli 2012
12
VIKUSKIFTI
GRANSKING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Granskingardepilin. Granskaralund.
Granskarasetrið. Ætlanirnar hava
verið mangar og orðini uppaftur fleiri,
men nú verður verkætlanin veruleiki.
Í hølunum á Hálsi í Havn, har Rúsan
plagdi at halda til, inntil bygningurin
varð fongdur við blámusoppi, hava
hundraðtals føroyingar hava havt
sína dagligu gongd hvønn dag síðani
Rúsdrekkasøla Landsins lat upp í 1992,
men um dagarnar eru tað tilsamans
20 handverkarar og verkfrøðingar, ið
ganga í hølunum á Hoydalsvegi 51,
har teir geva nýggju Granskaraparkini
skap.
Synergi og sparring
Við árslok 2010 var greitt, at nú var
»Næstan klárt til gransking«, sum
Sosialurin skrivaði tann 29. desember
fyri góðum hálvum øðrum ári síðani.
Tá var bygningurin júst umvældur og
blámusoppurin fingin út. Í dag verður
bygningurin ikki umvældur, men
umbygdur, og arbeiðið við at gera
nýggju granskaraparkina koyrir við
fullari ferð. Tað er Verkfrøðingastovan,
ið hevur projekterað arbeiðið, Búsetur
stendur fyri umbyggingini, LM Electric
ger el-arbeiðið og Demich ger hvs-
arbeiðið.
– Tá eg kom heim til Føroya og sá,
hvussu langt var komið við arbeiðinum,
gjørdist eg púra ovfarin. Sjálvandi
skuldi arbeiði vera farið í gongd, men
tað var fantastiskt at síggja, at nú er
hol komið á verkætlanina, sum so nógv
hava tosað um í so langa tíð, greiðir
Regin W. Dalsgaard frá, formaðurin
í Vinnuframa, sum eigur bygningin,
har gamla Rúsan helt til og komandi
granskaraparkin kemur at vera.
Sambært Regini verður talan um
eina toppmodernaða granskarapark
á støði við tær, vit kenna frá
umheiminum. Regin leggur dent á, at
hann ikki er granskari sjálvur, men at
fakfólk hava verið við í verkætlanini
frá byrjan av.
– Vit skapa karmarnar, og so eru
tað privat feløg, sum skulu inn og
brúka granskaraparkina. Hetta verður
at rokna sum eitt hotel, har feløg og
fyritøkur leiga seg inn. Tí hava vit eisini
havt vinnuna við frá byrjan, soleiðis at
umstøðurnar eru optimalar, vísir Regin
W. Dalsgaard á.
Hann nevnir sum dømi, at Hotel
Føroyar hevur verið hevur við í tí
partinum av granskaraparkini, sum
skal vera ein køkur og har føroysk
gastronomi verður ment. Aftrat hasum
skal granskaraparkin eisini fevna um
DNA-royndarstovu, auditorium, ms-
tól og so framvegis. Stutt sagt skal tað
vera møguligt at hava undirvísing,
gransking, íverksetan og sparring undir
somu lon, har ein synergi effekt millum
teir ymsu fakbólkarnar skal stimbra
hugin og lyfta støði.
Tað verður Inova, sum skal
standa fyri dagliga rakstrinum av
granskingardeplinum. Inova er eitt
samtak har nøkur av størstu føroysku
feløgunum eru í. Jógvan Jespersen,
formaður í felagnum Nótaskipum,
er nevndarformaður í samtakinum.
Umframt Felagið Nótaskip, har Jógvan
Jespersen er stjóri, eru Fiskaaling,
Marine Harvest, Bakkafrost, Luna,
Tavan, MBM, Havsbrún, TF Holding
og Framtak við í Inova.
Tíggju milliónir krónur eru settar av
at byggja granskingarparkina fyri. Tað
er nakað væl minni, enn landsstýrið
ætlaði at játta fyri nøkrum árum síðan.
Tá var talan um einar 80 milliónir
krónur.
Granskingarparkin verður ætlandi
klár at taka í nýtslu í oktober.
Rúsan verður
granskarapark
Gamla Rúsdrekkasølan á Hálsi í Havn verður karmur um nýggju
Granskaraparkina, sum verður liðug í oktober. Men hvussu
verður ein rúsdrekkasøla til eina granskarapark, og hvat er
ein granskarapark yvirhøvur? Regin W. Dalsgaard hevur víst
Sosialinum runt á byggiplássinum og greitt frá ætlanunum
Myndir: Rebekka Rafael
Soleiðis sær gamla inngongdin til Rúsuna út í hesum døgum