Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 50

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 l 23. juli 2012 2 Ólavsøka 2012 Vikutema H argaskaldið Pól F kallar Havn­ ina fyri Føroya­ lands miðstøðu í vøkru yrk­ing­ini – ólav­søku­ sangi­num yvir øll­um, »Tórs­havn«, har hann hug­leiðir um høvuðs­ stað­in seinastu túsund árini. Tí hóast ólavsøkan er í Havn, so er hon tjóðar­ hátíð hjá øllum føroyingum. Ólavsøkan er nakað serligt, hon er nakað serligt hjá havnarfólki, men hon er eisini hátíðin hjá øllum, sum leita sær til Havn­ar hesar dagar. Hóast tað seinnu árini hevur verið roynt at tjóvstartað ólavsøkuna eitt sindur fyrr við ymsum tiløtkum, so byrjar ólavsøkan ikki rætti­ liga fyrr enn hon verður sett á Vaglinum ólav­ søku­aft­an, tá tú í búna ella stási er búgvin at fara til kappróður, sum eisini er sereyðkenni fyri ólav­søku­na. Ólavsøkan er eisini søga – upprunin er jú at minn­ast Ólav kong, sum fall á Stiklastøðum fyri skjótt túsund árum síðani. Tí nertir ólavsøkan eisini við okkara uppruna og okkara samleika – og okkara kristna kjølfesti. Nú um dagarnar var standmynd reist at minnast skaldabrøðurnar úr Áarstovu, Hans Andreas og Janus Djurhuus. Tað hevur so mang­an verið frammi at reist hesum skalda­brøð­um eitt minni – og nú er hetta minnið reist á Áar­stovu­grund, sum í hesum sambandi hevur fingið heit­ið »Áartún«. Í Áarstovu vuksu áarstovubrøðurnir, Hans And­ reas og Janus Djurhuus upp. Brøðurnir, sum við sínum ymiskligu skalskaparevnunum settu sín serliga dám á bý okkara og mentan. Áarstova er horvin fyri mongum árum síðani, men undir hesi lon hevur Hans Andreas uttan iva fingið íblást­ur til sangin um »kistuna av kamfertræ« hjá farbróðrinum gamla Dyrhusi á Vertshúsinum beint sunnanfyri. – Gongin lýsir í morgunsól, tað skróvar í tómum tunnum, niðri á sandi er barnagól og kvaggan av sutlandi dunnum Tað var Hans Andreas, sum yrkti Barna­rímur­nar, ið vóru okkum øllum børnum so kærar. Hann yrkti um Kongaríkið í Bábylon, um hin bjartoygda dáan, um skorlittu kúnna, sum logdist heim og um Karina, sum hevði gult og purlut ár, meðan Janus meira yrkti til tey vaksnu: Mín sorg er ein kvinna so marmorbleik, hon stendur á brimbørdum strondum, hon hoyrir stormanna villa leik og dans á fjallbygdum londum. Umframt yrkingarnar so týddi Janus stórverk sum Illionskvæði hjá Homer og nógvar aðrar av teim­um klassisku griksku yrkjarunum til føroyskt – ein kunnleiki, sum eyðkendi skaldskap hansara. Áin hevur sín týdning hjá Hans Andreasi, tí síðsta heim hansara var eisini við Havnará – men við hin endan á ólavsøkuni, oman fyri Sjón­leikar­ húsið, har ein standmynd av honum var reist fyri nøkr­um árum síðani. Soleiðis er Hans Andreas vorðin markamót í sambandi við ólavsøkuna, tí tá fólk ganga oman og niðan eftir Havnargøtum á ólavsøku, so er tað millum Áarstovu, sum niðara mark, og Sjónleikarhúsið, sum ovara mark. Veðrið hevur sjálvandi alt at siga á ólavsøku. Er gott veður, ja so leita øll sær oman í býin, men regnar - og regnar illa, so kann tað gerast rætti­ liga fólkatómt - og tá er gott at sita fjálgt við búgvið borð hjá frægum fólki. Við takkarorðunum hjá Pól F. Joensen heilsa vit í Miðlahúsinum øllum góða ólavsøku: Tøkk fái Havnin og fólkið, har býr, fyri góð minnir og gleim, sum hon á Ólavs halgaðu tíð gav til hvørt Føroyalands heim. Tí ólavsøkan skal øld eftir øld reka burtur klandur og sorg. Veri, so leingi sum føroyingur er, Tórshavn vár miðstøð og borg. Eirikur Lindenskov, ábyrgdarstjóri Ólavsøkan nertir okkara samleika Síða 2 Blaðstjórin hugleiðir Síða 4 Borgarstjórin bjóðar vælkomin Síða 6 Birgar Johannessen og flaggið Síða 8 Hvat gert tú á ólavsøku? Síða 12 List á ólavsøku Síða 14 Kallsberg var fyrstur Síða 18 Til arbeiðis sunnudag Síða 20 Hvat gert tú á ólavsøku? Síða 22-24 Jon Hestoy slóðar fyri Síða 30-32 Feðgar við ferð Síða 34-40 Kappast í 40 ár Síða 42 Ólavsøkufótbóltur Síða 44 Ólavsøkurenning Síða 48 Eg elski ólavsøkukonsertina Redaktørur: Rólant Waag Dam Blaðfólk: Randi Jacobsen Óli Jákup Jacobsen Jóannes Hansen Dagfinn Olsen Rógvi Nybo Tróndur Arge Pætur Albinus Niels Uni Dam Páll Holm Johannesen Birgir Waag Høgnesen Fotografar: Álvur Haraldsen Høgni Heinesen Lýsingarfólk: Eyðun Samuelsen Birgir Waag Høgnesen Elin Vatnhamar Olsen James Olsen Jonna Gaardbo Umbróting: Tekniskadeild á Sosialinum Prent: Prentmiðstøðin Útbering: Posta Innihaldsyvirlit