Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 52

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 l 23. juli 2012 4 Ólavsøka 2012 Vikutema E nn einaferð er tað mær ein stór gleði sum borgarstjóri at bjóða øllum føroyingum vælkomin á ólavsøku, bæði teimum í høv­ uðs­staðnum og teimum kring landið, ið vilja leita sær til Havnar at halda tjóðarhátíð okkara saman við familju, frændum og góðum fólki annars. Vit hava eisini gjørt okkara besta, so høvuðs­ stað­urin skal vera klárur at taka ímóti gestum úr øll­um heraðs­hornum, ið stevna saman at njóta tann góða felags­skapin, ið tú bara kanst finna á ólavsøku, tá alt annað verður lagt til viks, og bara njótilsið av at vera saman og at hava tað gott er tað, sum telur. Aftur í ár hava vit roynt at lagt skipað fyri eini so góðari og innihaldsríkari ólavsøku, at okkurt skal vera fyri øll og at ongum skal nýtast at keða seg. Ólavsøkuskráin er so fjølbroytt, at allir føroyingar og ólavsøkugestir annars kunnu fáa sum mest burturúr. Stutt sagt, er bæði verðsligt og andaligt í at velja, tiltøk til gamans og álvara, uttandura eins væl og innandura, og vónandi merkja mongu gestir okkara eisini, at vit hesaferð meira enn nakrantíð hava gjørt burturúr at samskipa øll tiltøk so væl sum tilber. Øll Havnin við Allur býurin er við í ólavsøkuni, ið tú kanst finna allastaðni, óansæð um tú fert omaneftir, niðan­ eftir ella yvireftir, og serliga í miðbýnum og har um leiðir hava vit roynt at gjørt okkum ómak, so skjótt og lætt er at fara frá einum til annað, og so tað nógva kann vera mestsum um eina leið. Kongabrúgvin, Vaglið, Vágsbotnur og Skálatrøð eru hvørt upp á sín máta øki, ið kunnu savna fólk og geva ymiskt til undirhalds. Alt tað, ið áður hevur eyðkent ólavsøkuna, er framvegis við, men tey fólk og feløg, ið varða av ólavsøkuni og skránni, hava gjørt sítt besta fyri at endurnýggja tiltøkini, so tað aftur í ár ber til at uppliva okkurt nýtt og forkunnugt, ið ikki hevur verið hini árini. Í samstarvi við nógvar partar hava vit eisini fingið Havnina so ólavsøkuklára, sum tað ber til. Millum annað hava vit hesa ferð lagt dent á at skapt hugna frá Vágsbotni út til Rasmusarbrúgv, har eitt nú bryggjudansur úti í Bakka er eitt nýtt íkast til eina góða ólavsøku. Nevnast má eisini stóra økið á Skálatrøð, sum verður karmur um ein stóran part av virkseminum hjá Tórshavnar Ítróttarráð, ið enn sum áður fevnir um eitt stórt tyssi av tiltøkum fyri børn og familjur. Serliga hava vit lagt okkum eftir at hava meira undirhald og fleiri stuttlig tiltøk fyri børnini enn nakrantíð áður. Nakað av tí nýggja hesaferð eru hoppiborgir undir taki, tí nýggja tjald okkara syrgir fyri tí, men so er eisini 18 metra høga Tórshjólið, ið helst fer at síggjast langan veg. At fáa eitt parísarahjól til ólavsøkuna er ein gamal dreymur hjá fleiri, men nú er tað so umsíður her, og tað fullførir helst eisini myndina av Skálatrøð sum eitt stórt paradís fyri bæði børn og barnsligar sálir. Nógv at bjóða Hóast Havnin í samanbering við heimsins størstu metropolar kann tykjast sum ein viðfáningur, eru vit errin av, at vit kortini í okkara egna høpi eru sum ein stórbýur at rokna, og á mangan hátt er tað eisini soleiðis, føroyingar og gestir annars kunnu uppliva høvuðsstaðin. Vit hava hópin av tilboðum, tá tað snýr seg um at fáa ein góðan bita ella at sløkkja tostan, og tá tað snýr seg um at nøkta mentanarliga tørvin, hevur Havnin nógv at bjóða ólavsøkudagarnar. Her eru framsýningar av ymsum slagi, umframt størri og smærri framførslur, so mentanin í síni breiðastu merking kann upplivast hesar dagar. Stóru tættirnir, ið eru við hvørja ferð, eru sjálvandi setanin, kappróðurin, ólavsøkukonsertin, úti­ møt­ini, kabarettin, skrúðgongan, gudstænast­ an, kórsangurin, midnáttarsangurin, fýrverkið og annars alt tað, sum hvør í sínum lagi ikki kann vera fyriuttan, fyri at uppliva ta røttu ólav­ søkuna. Tá tað ræður um at klæða ólavsøkuna í sín egna og persónliga ham, stendur øllum frítt at velja og vraka, tí summum dámar betur hetta og øðrum hatta, og so eru tað eisini tey, ið bara ikki kunnu uppliva nóg nógv, men helst vilja fáa alt við. Um tað so bara snýr seg um at ganga oman og niðan ígjøgnum miðbýin, so kann tað eisini lata seg gera, so tann ólavsøkan eydnast við. Stór fólkaveitsla Ólavsøkan er okkara størsta fólkaveitsla, og tí eigur sjálvandi at vera pláss fyri okkum øllum, tí her savnast høgur og lágur. Vit hittast og vit heilsast og geva vit okkum stundir til eitt hugnaligt prát, og ofta eru hetta dagar, tá vit fáa heilsað upp á onkran, vit ikki hava sæð ella frætt frá leingi. Soleiðis er ólavsøkan og soleiðis eigur hon at vera. Eisini er ólavsøkan stolta tjóðarhátíð okkara, sum á mangan hátt er bæði øðrvísi og innihaldsríkari enn líknandi hátíðir í øðrum londum. Ikki minst, tí ólavsøkan er hátíðin hjá øllum føroyingum, men kortini bara verður hildin í høvuðsstaðnum, so serliga okkum í Havnini áliggur at vera vertir. At vit kunnu sleppa at taka ímóti mongu gestun­ um ólavsøkudagarnar, er okkum ein stór gleði, tí vit vilja einki meira, enn at vísa øllum gestum okkara størsta blíðskap. Havnin er Havnin hjá øllum føroyingum, so tí er tað enn sum áður okkara fremsta mál, at eisini á ólavsøku skulu øll kenna seg heima í Havn. Hjartaliga vælkomin á ólavsøku! Heðin Mortensen borgarstjóri Vælkomin á ólavsøku