fríggjadagur 20. juli 2012síða 54
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 23. juli 2012
6
Ólavsøka 2012
Vikutema
Randi Jacobsen
Sjálvt um Birgar Johannesen altíð hev
ur dugað at sæð mun á einum vøkrum
og einum ljótum flaggi, hevði hann
ongantíð hugsað nakað serligt um
flagging, fyrr enn onkur í fjør gjørdi
hann varugan við, at arbeiðið við at
flagga fyri landsstýrið var leyst at
søkja.
Tað var ikki eitt beinleiðis starv,
men biðið varð um tilboð.
– Hví ikki royna? hugsaði eg og
sendi eitt tilboð inn, sigur Birgar Jo
hannesen.
Fær dagløn
Hann helt tað vera nógv, tá ið hann
beyð sær til at taka uppgávuna á seg
fyri 250 krónur fyri hvørja flagging.
250 krónur um dagin fyri at koyra
flaggið upp um morgunin og taka tað
niður aftur um kvøldið.
Birgar Johannesen veit ikki, hvussu
nógv tilboð komu inn, men hann átti
lægsta tilboð.
1. juli í fjør bant hann seg til upp
gávuna, og hvønn dag síðan er hann
trúliga farin út í Tinganes um morgunin
og so aftur seinnapartin ella um kvøld
ið, alt eftir nær sólin er farin niður.
– Bara ein morgun barst mær frá,
tí eg var í Vági. Tann morgunin koyrdi
konan flaggið upp fyri meg, sigur
hann.
Heldur seg til reglurnar
Hann kendi einki til siðir og reglur við
víkjandi flagging, áðrenn hann byrjaði,
men øllum tí fann hann skjótt útav.
Birgar viðgongur, at hann er sera
bundin av uppgávuni, men honum
dámar uppgávuna væl, og hann gong
ur upp í arbeiðið við lív og sál.
Ta ljósu árstíðina skal flaggið upp
klokkan átta og niður aftur klokkan
21. Um veturin skal flaggið upp eitt
sindur seinni. Í desember skal tað
niður aftur longu klokkan 14, tí tá fer
sólin niður.
Tað stendur í kunngerðini um
flagging, at flaggið skal upp og niður
hvønn fullan tíma.
– Tað taki eg í sera stórum álvara.
Um morgunin klokkan 7.50 standi
eg klárur at heingja flaggið upp, og
klokkan 20.50 eri eg aftur í Tinganesi.
Ternan er sum klokka
Júst sum hann um morgunin er komin
í Tinganes, fer Ternan til Nólsoyar, og
Birgar og manningin á Ternuni veittra
til hvør annan. Tá ið báturin er komin
á Molan, fer flaggið upp. Men tað er
treytað av, at báturin siglir til tíðina.
Hann bíðar ikki eftir Ternuni.
– Flaggið skal upp klokkan átta,
ikki ein minutt í ella ein minutt yvir.
Flaggið hevur hann í trimum stødd
um og tekur tað minsta flaggið, tá ið
nógvur vindur er. Tað størsta í góðum
veðri.
– Um morgunin fari eg altíð einsa
mallur at heingja flaggið upp. Tað
minsta kann eg taka niður sjálvur,
men eg má hava onkran við mær, tá ið
tað størsta flaggið skal takast niður.
Flaggið má ongantíð koma niður í
jørðina, og tað skal leggjast saman á
staðnum.
Samanleggingin
Serligar reglur eru fyri, hvussu eitt
flagg skal leggjast saman. Tað hvíta
skal altíð venda inneftir, so bara
tað reyða og tað bláa sæst. Tað er
praktiskt, so tað hvíta ikki verður
skitið.
Birgar leggur stóran dent á, at
flaggið altíð er reint og heilt. Eitt
tað ringasta, hann veit, er at síggja
trevsut og skitin fløgg. Har eru fleiri
skip vánalig fyrimynd.
Hinvegin tekur hann fram,
hvussu gott skil er á flaggingini á
Tinghúsvøllinum og hjá Ríkisumboðs
manninum.
Flaggsiðurin má virðast
Hann harmast eisini um, at so nógv
fólk ikki virða flaggsiðin. Nógv fólk
koyra flaggið upp, tá ið tað liggur
fyri.
– Eg havi mangan sæð fløgg
hanga alla náttina, har brúdleyp og
aðrar veitslur hava verið. Slíkt má ikki
henda.
Birgar heldur, at kunnu fólk ikki
halda góðan flaggsið, eiga tey ikki at
hava flaggstong.
Veðrið er ikki líka gott allar dagar
á árinum, og farni vetur var sera bald
rutur.
– Jóladag fekk eg ikki flaggið upp,
tí tað var óðamannaverk at fara út á
nesið, sigur Birgar.
Veðurhart
Tað er verðurhart úti á Tinganesi.
Lívd er eingin. Tí hevði verið betri, um
flaggstongin stóð einar fimm metrar
longri inni.
Ein illveðursdag seinasta vetur
skrædnaði flaggið í hondum hansara.
– Og ein dag var so nógvur vindur,
at eg varð slongdur inn móti flagg
stongini.
Fløggini tekur hann við sær heim,
tí tey skulu vera turr.
Terna stoytti
Nú ein dagin, meðan hann fekst við
at koyra flaggið upp, stoytti ein terna
seg niður í høvdið á honum. Hann
merkti veingjasuðið og var eitt sindur
illa við.
Morgunin eftir fór hann við einum
plasthjálmi út í Tinganes og hugsaði
at brúka hjálmin sum verju móti fugl
inum.
Men so kom hann at hugsa um, at
tað ikki bar til, tí ein regla er, at fólk
skulu vera hattleys, tá ið tey koyra
flaggið upp.
Sama dag fann hann útav, at ein
ternubøga lá á tveimum eggum í
fjøruni. Tað hevur verið steðgin, sum
stoytti seg niður móti høvdinum á
honum.
Nú hevur ternuparið vant seg við
Birgar, og hann fær frið.
Ein ábyrgdarfull uppgáva
Í meira enn eitt ár hevur Birgar Johannesen sum flaggvørður hjá landsstýrinum verið í Tinganesi og koyrt flaggið
upp og tikið tað niður. Flaggið skal handfarast við virðing, og tað skal upp og niður til røttu tíð, sigur hann
Um summarið koyrir Birgar
flaggið upp stundisliga
klokkan átta, og hann
tekur tað niður aftur
stundisliga klokkan níggju.
Hann má hava onkran
at hjálpa sær at leggja
tað stóra flaggið saman,
tí flaggið má ikki nema
við jørðina, og tað skal
leggjast saman á staðnum
upp á ein serligan máta
Mynd: Álvur Haraldsen