fríggjadagur 20. juli 2012síða 56
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 23. juli 2012
8
Ólavsøka 2012
Vikutema
Elias Magnussen
Ein, sum plagar at vera á ólavsøku,
er 15 ára gamli Elias Magnussen.
– Eg plagi at fylgjast við tveim
um góðum vinmonnum á ólav
søku. Tað plagar at vera ordiliga
stuttligt, sigur Elias.
– Vit hvørki roykja ella drekka,
men vit hugna okkum tó líka nógv
fyri tað. Burtursæð frá at tosa
við fólk fara vit til kappróður og
kanska eisini oman á Tivoliøkið.
– Eg gleði meg nógv til ólavsøk
una, og um tað verður sum undan
farin ár, so fari eg nokk ikki í song
fyrr enn kl. 5, tekur Elias til.
Lilly og Eivin Dam, Tórshavn
– Nú er tað soleiðis, at ommu- og
abbabørn okkara spæla tónleik bæði
við GHM og Havnar Hornorkestur. Vit
plaga av tí sama altíð at fara at lurta
eftir teimum, tekur Lilly til.
– Mær dámar væl at fara oman í
Gundadal at hyggja eftir ein góðum
fótbóltsdysti, sigur Eivin, sum sjálvur
spældi fótbólt við besta liðnum hjá
HB í 50unum.
Maturin er eisini nakað, sum setir
dagsskránna hjá Lilly og Eivin á ólav
søku.
– Eg fylli ólavsøkuaftan, so eg plagi
altíð at gera ein góðan nátturðabita.
Familja og vinir plaga so at støkka
inn á gólvið, og er tað stak hugnaligt,
sigur Lilly.
– Annars er tað ikki tað sama at
vera á ólavsøku nú sum fyrr. Vit kendu
nógv fleiri afturi í tíðini, men tey fella
frá so hvørt, so nú eru tað mest ung
fólk. Annars er ólavsøkan nógv tann
sama, sigur Eivin
Mín ólavsøka
Eiri í Niðristovu og
Hugin Andreasen
Eiri í Niðristovu og Hugin Andrea
sen eru vinmenn og búgva í sama
grannalagi. Teir eru sum vera man
spentir upp á ólavsøkuna.
– Eg plagi at ganga skrúðgongu
oman á Vaglið í mínari HB drakt.
Tað er nokk so stuttligt, tí so slepp
ur man at síggja allar HB spælar
arnar, sum spæla í Effodeildini,
sigur 7 ára gamli Hugin, ið skal
ganga skrúðgongu fyri triðju ferð.
Teir báðir vinmenninir fáa nøkur
oyru frá foreldrunum at hugna sær
við.
– Eg haldi, at eg fari at prøva
hoppiborgina og alt tað, sigur 8
ára gamli Eiri, ið fer á ólavsøku í
føroyskum klæðum.
Men dreingirnir eru tó ikki í iva
um, hvat teir gleða seg allarmest
til.
– Tað er at royna tær rundu
kúlurnar, sum flóta í vatni, siga teir
báðir við ein munn.
Systrarnar Birita, 16, og
Maria, 15, Jacobsen
Tær eru sum flestu føroyingar spentar
upp á ólavsøkuna.
– Fyri okkum er ólavsøkan mest
hugnin, sum er knýttur at henni. Tað at
vera saman við familju og vinum. Tað er
tað besta við ólavsøkuni, sigur Maria.
– Nú havi eg sjálv róð, so kappróð
urin er eisini nakað, sum fyllir nógv hjá
mær. Har fari eg so í hvussu so er ein
túr at heppa, sigur Birita.
Nú Birita og Maria eru blivnar vaks
nar, er ólavsøkan ikki heilt tann sama
sum áður.
– Hon var eitt sindur stuttligari
fyrr, tí tá kundi man prøva nógv meira,
sigur Maria.
– Men eitt, sum er gott við henni
nú, er, at vit fara at ganga í føroyskum
klæðum. Tey eru ikki liðug enn, men
mamma broderar tey, so vónandi
fara vit í tey til næstu ólavsøku, sigur
Birita.
Kristina Háfoss
Ein av teimum, ið skal luttaka í skrúð
gonguni ólavsøkudag, er Kristina Há
foss.
– Eg eri altíð á ólavsøku. Um vit
skulu ferðast uttanlands, so leggi
eg tað altíð soleiðis til rættis, at vit
eru heima í endanum av juli, sigur
Kristina.
Kristina er vald inn á Løgting fyri
Tjóðveldi, og fyllir tingsetanin nógv
hennara ólavsøku.
– Tað er ein ótrúliga hátíðarlig
løta at sita í kirkjuni og vera partur av
skrúðgonguni. Eisini at síggja øll fólk
ini, sum eru savnað á Vaglinum, gevur
sítt til løtuna.
– Men eg má siga, at hæddarpunktið
við løtuni er at hoyra kórsangin, sum
hugtekur meg eins nógv á hvørjum ári,
slær Kristina fast.
Ólavsøkan er vorðin betri tey síðstu
árini, heldur hon.
– Her hugsi eg serliga um tilboðini
til børnini. Eg haldi, at tað er ótrúliga
flott av øllum fyriskiparum, at tey hava
megnað at ment og víðkað tilboðini til
børn so væl, sigur Kristina.
Maria Jacobsen
Tað eru ikki einans havnafólk, ið gleða
seg til ólavsøkuna.
– Eg eri altíð á ólavsøku, sigur
Maria Jacobsen úr Sandavági.
– Ólavsøkan er tjóðarhátíð okkara,
og eg haldi, at vit eiga at vísa henni
virðing. Haraftrat er nógv stuttligt
og áhugavert á skránni hesar dagar.
Serliga nógv fyri børnini.
Maria hevur nøkur ting, sum hon
fer til á hvørjum ári.
– Fólkafundin á Doktaragrund
fari eg altíð til óansæð hvat. Til mid
náttarsangløtuna eri eg eisini altíð,
umframt at eg vitji framsýningina hjá
akvariumfelagnum, sigur Maria.
Sambært Mariu er ólavsøkan
broytt tey síðstu árini.
– Tunlarnir hava gjørt, at fólk ikki
gistir í Havn. Tað hevur tikið nakað av
stemninginum, men tað gerst ikki við,
sigur Maria.
Lagt til rættis: Óla Jákup Jacobsen