Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 60

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 l 23. juli 2012 12 Ólavsøka 2012 Vikutema Dagfinn Olsen Í mong ár var tann heilt stóri spenn­ ing­urin undan ólavsku í mongum før­oys­ku­m heimi, hvørt eitt inns­ent listaverk mundi fara at sleppa ígjøg­ num nálareygað, tá valt varð út til ár­ ligu ólavsøkuframsýningina hjá Lista­ felag Føroya. Mong í tali kundi verkini vera, men góðska og pláss gjørdi av, hvør kom við, og ikki so sjáldan mundi tað tað koma fyri, at onkur hevði hug at geva eitt illsinnisgleps frá sær, um tað ikki eydnaðist at koma upp á veggin at hanga. Onnur tóku til takka við dómi­ num, og stillisliga avheintaðu tey inn­ senda verkið, og hongdu tað aftur á nagl­an yvir sofuni heima í stovuni. Farin tíð Hetta er nú ein farin tíð, og síðstu árini hevir framsýnigin verið skipað eftir nýggj­um leisti. Í fleiri ár hevur talan verið um eitt tema, meðan royndir eisini hava verið við at hava eittnú ung lista­fólk ella útlendsk listafólk. -Vit royndu t.d. eisini einaferð at hava danska listakvinnu at skipa fyri, har hon nýtti skitsur sum tema, og har var líkasum tilgongdin sýnd fram, og ikki lidnu listaverkini, sigur Hil­mar Høgenni, formaður í Listafelag Før­ oya. Ólavsøkuframsýningin hevur ikki fing­ið nakran fastan form, síðani leist­ur­in varð broyttur. Men hví broytti lista­felag­ið leistin? -Listaframsýningin var tann stóra sýning­in. Men sýningin hevði ikki sama týdn­ing longur og áhugin at senda inn minkaði eisini. Í dag hava listafólk so nógvar møguleikar at sýna fram, greið­ir Hilmar Høgenni frá. Nýggjar leiðir -Sostatt høvdu vit møguleika fyri at royna nýggjar leiðir við ólavsku­fram­ sýn­ingini. Og enn er ongin fastur fram­sýn­ingarformur funnin, so vit fara óivað at royna ymiskt frá ári til árs, sigur Hilmar Høgenni. Áhugin hjá teimum vitjandi hevur øll árini verið nokkso støðugur, tó at hann var í hæddini beint eftir um­ bygg­ing­ina av Listaskálanum. Í ár eru 4 listafólk boðin at sýna fram. Tey eru Gurðið Poulsen, Silja Strøm, Bárður Dahl Christiansen og Bárð­ur Oskarsson. Framsýningin letur upp ólav­søku­ aftan og er opin frá klokkan 14 til 20 ólav­søkudagarnar. Eftir ólavsøku er sýningin opin, tá Listasavnið vanliga er opið, og sýn­ ingin er opin til 12. august. dagfinn@sosialurin.fo List eftir nýggjum leisti Í mong ár skipaði Listafelag Føroya fyri listasýning á ólavsøku, har øll kundu senda verk inn, fyri síðani kanska at klára at koma við í endaligu útveljingina. Fyri nøkrum árum síðani fór felagið undir at skipa framsýningina eftir nýggjum leisti, og í ár sýna innboðin listafólk fram Í ár eru 4 listafólk boðin at sýna fram. Tey eru Gurðið Poulsen, Silja Strøm, Bárður Dahl Christiansen og Bárð­ur Oskarsson Savnsmynd