fríggjadagur 20. juli 2012síða 62
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 23. juli 2012
14
Ólavsøka 2012
Vikutema
Jóannes Hansen
Síðani stýrisskipanin varð broytt, og tað
varð loyvt at seta tingið ólavsøkudag,
hóast hann er sunnudagur, so er tað
eina ferð komið fyri, at ólavsøkudagur
var sunnudagur. Tað var í 2001.
Ta ferðina var tað Anfinn Kallsberg,
sum var løgmaður og helt síðstu løg
mansrøðuna í fyrra skeiðnum hjá
fullveldissamgonguni. Tað er mangt,
sum broytist á mansins ævi, og í poli
tikki er tað eitt langt tíðarskeið frá
sunnudegnum 29. juli 2001 og fram
til næsta 29. juli, ið fellur á ein sunnu
dag – 29. juli 2012.
Síðani løgtingsvalið 29. oktober
2011 hevur samgongan verið í Dan
mark og samráðst við stjórnina um
møguleikan at hækka ella dagføra
ríkisveitingina. Tað fer Kaj Leo Holm
Johannesen løgmaður ivaleyst at
nerta við næsta sunnudag.
Sunnudagin 29. juli 2001 – ella
fyrsta sunnudagin, tá ið løgmansrøðan
varð hildin - var høvuðsmálið í røðuni
hjá Anfinni Kallsberg spuringurin um
fullveldi.
Løgmaður orðaði seg millum
annað soleiðis:
Samráðingarnar við donsku stjórn
ina um ein sáttmála, ið skipar Føroyar
sum eitt land við fullveldi í frælsum
felagsskapi við Danmark, slitnaðu
tann 26. oktober 2000.
Orsøkin var, at danska stjórnin
bæði skrivliga og munnliga boðaði frá,
at hon viðurkendi ikki føroyingar sum
tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Harvið
var ósemja staðfest um sjálvt støðið
undir samráðingunum, hóast sátt
málauppskot landsstýrisins beinleiðis
í innganginum orðar hendan veruleika.
Ongin ivi valdar heldur um tjóðar
rættindi føroyinga millum føroyingar
og politisku skipanina í Føroyum.
Landsstýrið gjørdi tí av at leggja
fram eitt uppskot til eina felags
fráboðan til ST um støðu føroyinga
sum tjóð, har danska stjórnin viður
kennir, at føroyingar sjálvir gera av at
skipa sítt egna ríki.
Danska stjórnin sýtti fyri hesum og
førdi fram, at Danmark var eitt eind
arríki, har allur avgerðarrættur liggur
hjá Fólkatinginum.
Síðani boðaði landsstýrið frá, at
ein einvegis fráboðan fór at verða
send ST um tjóðarrættindi føroyinga,
og at føroyingar sjálvir á fólkaatkvøðu
skuldu gera av, um Føroyar skulu skip
ast sum fullveldisríki.
Landsstýrið fer ongantíð at gera
nakra avtalu, sum ikki byggir á fólka
rættin – t.e. tjóðarrættindini og sjálvs
avgerðarrætt føroyinga. Tískil slitnaðu
samráðingarnar.
Landsstýrið boðaði 1. februar í ár
frá, at fólkaatkvøða um sjálvstýri Før
oya fólks skuldi verða 26. mai 2001
við hesum innihaldi:
Øll málsøki skuldu verða løgd und
ir føroyskt málsræði í seinasta lagi
2012.
Ein búskapargrunnur skuldi verða
settur á stovn, til tess at tryggja eina
trygga skiftisskipan.
Heildarveitingin úr Danmark skuldi
minkast eftir eini skipaðari ætlan.
Fólkaatkvøða um at skipa Føroyar
sum fullveldisríki skuldi verða í sein
asta lagi í 2012.
Av tí at danska stjórnin tulkaði
fólkaatkvøðuna, sum eina endaliga
atkvøðu um fult sjálvstýrið her og nú,
um føroyingar atkvøddu ja, og eina
innliman í danska ríkið, um føroyingar
atkvøddu nei, helt løgmaður, at fólka
atkvøðan var ov vágin. Varð úrslitið
eitt nei, metti løgmaður, at vandi varð
fyri, at danska stjórnin fór at stað
festa hetta sum eina innliman og frá
boða ST hetta.
Tí varð fólkaatkvøðan avlýst. Løg
maður fer ongantíð at medvirka til at
innlima Føroyar í danska ríkið.
Í staðin er ætlan nú samtykt í
Løgtinginum, og arbeitt verður við at
fremja hana í verki. Samtyktin stað
festir, at føroyska tjóðin hevur sjálvs
avgerðarrætt sambært fólkarættinum
og tí sjálv ger av, hvussu Føroyar verða
skipaðar stjórnarrættarliga. Samtyktin
leggur somuleiðis fast, at farið verður
undir at taka fult ræði og ábyrgd av
landinum, at minka heildarveitingina
burtur og at stovna Búskapargrunn
Føroya.
Samráðingarnar við donsku stjórn
ina hava tó ikki verið til fánýtis, tí
vit hava fingið eina greiða mynd av
støðuni hjá donsku stjórnini og Fólka
tinginum.
Tað er løgmanni púra greitt, at
tilgongdin ikki verður løtt og so skjót,
sum vit vildu ynskt, tí danska stjórnin
vil ikki samstarva. Tvørturímóti ger
hon tilgongdina so trupla sum gjørligt
og leggur allar hugsandi løgfrøðiligar
og politiskar fótonglar.
Tí ræður um hjá okkum at vísa
hegni og úthaldni, tí vit koma á mál.
Roynt hevur verið at fingið fund í
lag við donsku ríkisstjórnina til tess at
leggja eina ætlan fyri, hvussu farast
skal fram, so øll málsøki koma undir
føroyskt ræði.
Hetta hevur ikki eydnast, og tí
hevur landsstýrið skrivliga boðað
donsku stjórnini frá, at danska heildar
veitingin skal minkast við 356 mió. kr. í
2002, samsvarandi við at skúlamál og
almenn forsorg verða yvirtikin sam
bært grein 2 í heimastýrislógini. Sam
stundis er fráboðað, at á uppskotinum
til løgtingsfíggjarlóg fyri 2002 verður
heildarveitingin á inntøkujáttanini sett
til 626 mió. kr.
Stutt eftir ólavsøku verður lagt
fyri tingið uppskot um Búskapargrunn
Føroya, ið m.a. skal virka sum skiftis
grunnur, so at búskapargongdin móti
føroyskum fullveldi verður væl skipað
og trygg.
Sjálvstýrisætlan
samgongunnar
skal standa sína roynd í fyrra parti av
hesi tingsetu.
Vit hava sett okkum fyri at yvirtaka
fleiri málsøki áðrenn 1. januar 2002.
Fleiri av hesum málum krevja semju
millum føroyskar og danskar myndug
leikar.
Mangt er, sum bendir á, at danska
stjórnin ikki ætlar at gera sítt til, at
partarnir semjast so málsøkini koma
undir føroyskt málsræðið innan fyri
tíðarfreistina í løgtingssamtyktini.
Harumframt er longu staðfest,
at danska stjórnin ikki er sinnað at
samráðast um yvirtøku av løgregluni,
hóast talan er um B mál, ið sambært
heimastýrislógini kann yvirtakast eftir
samráðingar. Hetta, metir løgmaður,
er álvarsligt, og enn eitt tekin um,
at danska stjórnin tilvitað forðar til
gongdini í sjálvstýrismálinum.
Tað kann tí gerast eitt trupult
heyst í samskiftinum millum danskar
og føroyskar myndugleikar.
Arbeiðið í grundlógarnevndini, ið
hevur verið umfatandi og víðskygt, er
komið so væl áleiðis, at eitt fyribils
uppskot til grundlóg fyri Føroyar er
gjørt, og verður tað viðgjørt í nevndini
í løtuni.
Hetta var brot úr røðuni hjá Anfinni
Kallsberg, løgmanni, í tinginum sunnu
dagin 29. juli 2001.
Tá ið fyrsta
sunnudags
røðan varð
hildin
Fyrsta ferðin, at løgmaður helt røðu í løgtinginum sunnudag,
var í 2001, tá ið Anfinn Kallsberg greiddi frá trupulleikunum
í samráðingunum við donsku myndugleikarnar um føroyskt
fullveldi, og tá ið løgmaður boðaði frá, at landsstýrið
ætlaði at skerja ríkisveitingina við einum triðingi
Tann tá 53 ára gamli Anfinn Kallsberg helt sína síðstu løgmansrøðu
í fyrra valskeiðnum hjá fullveldissamgonguni ein sunnudag