fríggjadagur 20. juli 2012síða 66
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 23. juli 2012
18
Ólavsøka 2012
Vikutema
Jóannes Hansen
Politiski nýggjársdagurin er ólavsøku
dagur. Stýrisskipanarlógin sigur so
leiðis:
§ 10. Løgtingssetan byrjar ólav
søkudag og heldur á til ólavsøkudag
árið eftir.
Stk. 2. Ólavsøkudag ganga løg
tingsformaður, løgtingsmenn, løg
maður, landsstýrismenn og embætis
menn skrúðgongu úr tinginum í
dómkirkjuna, har gudstænasta verður
hildin, og síðan aftur í tingið. Løg
tingsformaðurin ger av, hvørjir em
bætismenn eru við í skrúðgonguni, og
hvussu gongan er skipað.
Stk. 3. Løgtingið verður sett aftur
ólavsøkudag kl. 13.00.
Inntil galdandi stýrisskipanarlóg
varð sett í gildi miðskeiðis í níti árun
um, var tað ikki loyvt tinginum at ar
beiða sunnudag og halgidagar. Í gald
andi stýrisskipanarlóg verður einki
sagt um tað, at tað ikki er loyvt ting
inum at arbeiða sunnudag og halgi
dagar, men í tingskipanini verður sagt
soleiðis:
§ 60 Løgtingsfundir og nevnd
arfundir verða ikki hildnir sunnu- og
halgidagar (ólavsøkudagur undantikin)
og yrkadagar eftir kl. 22.00, uttan
so er, at serligar umstøður gera tað
neyðugt.
At tað inntil miðskeiðis í níti áru
num ikki var loyvt at arbeiða sunnudag
bar við sær, at tá ið ólavsøkudagur
var sunnudag, so var skrúðgongan,
sum hon plagar at vera ólavsøkudag,
men tingið varð ikki sett fyrrenn eftir
ólavsøku.
Í álitinum, sum var grundarlagið
undir nýggju stýrisskipanarlógini, var
hesin spurningurin viðgjørdur, og tá
varð sagt soleiðis:
Nevndin hevur ikki endurtikið 2.
punkt í galdandi grein 7, stk. 1, um,
at løgtingið verður sett dagin eftir, um
ólavsøkudagurin er sunnudagur, tá ið
tað ikki kann haldast at ganga ímóti
kristna grundarlagi føroyinga at halda
henda serliga hátíðarliga tingfund
sunnudag vegna tess, at gudstænasta
verður hildin fyrst, og einki politiskt
tjak fer farm henda dag, men bert
løgmansrøðan um støðu landsins
verður hildin.
Fyri 22 árum síðani
Seinasta ferðin, at tað ikki var løg
tingsfundur ólavsøkudag, var í 1990.
Tað árið varð tingið sett mánadagin
30. juli klokkan 13, tá ið Jógvan Sund
stein, sum tá var løgmaður, helt løg
mansrøðu fyri aðru og seinastu ferð.
Henda dagin var politiski mynd
ugleikin saman við prestum og em
bætismonnum í kirkju og skrúðgongu
úr og niðan undir aftur tinghúsið, og
saman við øllum øðrum lýddu politik
ararnir á kórsangin. Tá varð tað mett
at vera lítið hóskandi og ikki sørt
snópisligt, at politikararnir ikki fóru
inn í tingsalin og hoyrdu røðuna hjá
løgmanni, og at teir noyddust til
arbeiðis longu klokkan 13 dagin eftir
ólavsøkudag.
Fýra eru framvegis í tinginum,
sum eisini vóru í tinginum, tá ið tingið
varð sett mándagin 30. juli 1990 og
ikki ólavsøkudag 29. juli fyri 22 ár
um síðani. Teir eru Jógvan á Lakjuni,
Edmund Joensen, Poul Michelsen og
Henrik Old.
Tingið til arbeiðis sunnudag
Stýrisskipanarlógin sigur, at tað er ikki loyvt løgtinginum at arbeiða sunnudag, men síðani
1995 hevur loyvi verið at arbeiða ólavsøkudag, hóast hann er sunnudagur
Tað var ikki loyvt at arbeiða sunnudag, tá ið ólavsøkudagur var sunnudag, so var skrúðgongan sum hon plagar at vera ólavsøkudag, men tingið varð ikki sett fyrrenn eftir ólavsøku