Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 68

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 l 23. juli 2012 20 Ólavsøka 2012 Vikutema Mín ólavsøka Hanus Samró, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin Hvussu heldur tu ólavsøku í ár? Tað verður nokk eitt sindur øðrvísi enn undanfarnu ár. Hetta er fyrsta árið sum løgtingsmaður, so tað verður ikki tað heilt villa ólavsøkukvøld, tí vit skulu marsjera ólavsøkudag. Tá tað er sagt, verður tað alíkavæl ein túrur oman á kaiina, har eg fari at standa sam­an við vinmonnunum og hyggja at kappróðuri. Síðani verður tað ein ella tveir túrar eftir havnargøtum, har eg fari at heilsa uppá fólk, fáa mær ein betri bita, áðrenn leiðin gongur heim­ aftur. Ólavsøkudag verður tó ein stórur og søguligur dagur fyri meg og mína familju, tí eg eri nokk tann yngsti ting­ maðurin nakrantíð, sum gongur skrúð­ gongu. Langabbi mín gekk teinin fyri 44 árum síðani, og er tað nakað, sum familjan hjá mær er ógvuliga errin av. Harafturat hava omma og abbi gull­ brúd­leyp ólavsøkudag, so eg fari at njóta dagin saman við familjuni. Er nakað serligt tiltak, tú ætlar tær til í ár ella kann viðmæla øðrum at fara til? Kappróðurin er fastur táttur, men ann­ ars ætli eg mær at njóta ólav­søk­una saman við familjuni og vinmonnunum. Mær dámar best at hava fríar teymar, tí tað er altíð stuttligt at práta. Tað kunnu ganga fleiri tímar, áðrenn eg komi úr stað, tí tað er ein ørgrynna av fólk­um, sum eg ikki síggi dagliga, men sum eru at síggja á Ólavsøku. Tað er jú sjarman við ólavsøkuni. Hevur tú nakrar traditiónir, tú plagar at halda fast við á Ólavsøku? Eg plagi at hátíðarhalda ólavsøkuna saman við vinmonnunum. Ólavsøku­ kvøld plaga eg og vinmenninir at hitt­ast til kapp­róðurin. Tað er altíð stutt­ligt, tí vit eru rætti­liga nógvir, fleiri búgva uttan­lands, so tað verður ikki bein­leiðis spart uppá gaman og álvara. Hetta eru somu­leiðis nakrir ernir og tjóð­skapar­ligir menn, so vit eru allir ílatnir í før­oyskum klæðum. Aftaná kapp­róðurin fáa vit ein betri bita, áðrenn leiðin gongur oman aftur á havnar gøtur. Ólavsøkudag eri eg altíð hjá einum vin­ manni. Tað er somuleiðis ein familja, ið hevur stóra virðing fyri føroyskari mentan. Tá eg var yngri, var tað altíð ein fragd at síggja, hvussu familjan hjá vinmanninum virðismetti føroysku kvæðini. Eg eri eingin sangfuglur, men havi í vetur lært meg nøkur kvæði, so í ár ætli eg mær at taka aktivan lut í kvæð­unum. So kunnu hini murra niður­lagið :) Lív Næs, tónleikari Hvussu heldur tú ólavsøku í ár? Eg havi ikki heilt avgjørt enn hvussu og hvar eg ætli mær at halda ólavsøku tí fyri meg snýr ólav­søkan nevniliga um IKKI at leggja og nógv til rættis og bara lata tingini henda av sær sjálv­ um. Tó verður hon hildin saman við familju /verfamilju, vinum og kenn­ingum. Er nakað serligt tiltak, tú ætlar tær til í ár ella kann viðmæla øðr­um at fara til? Spurningurin til hvat eg vil við­ mæla øðrum at fara til á ólavsøku dugi eg ikki at svara uppá. Tað er so nógv ymiskt sum Havnin bjóðar uppá á ólavsøku so vissa er fyri at okkurt áhugavert er fyri øll. Mítt besta ráð er at nýta tað, geva sær tíð at heilsa uppá fólk og bara hugna sær Hevur tú nakrar traditiónir, tú plag­ar at halda fast við á Ólav­ søku? Eg havi ikki nógvar siðvenjur sum so tó onkrar siðvenjur sum eg royni at halda fast í, hetta er at fara oman til kappróðurin sum eis­ini er ein liður í at heilsa uppá fólk og Miðnáttarsangin har ið eg og ein sera stórur partur av familj­um og vinum hava eitt heilt serligt stað í miðbýnum har vit møtast. So óansæð um vit ikki hava sæst allan dagin so vita vit at við júst hetta serliga staðið finna vit í øllum førum onkran sum eru okkum kær. Eisini plaga vit at royna at fara í kirkju ólavsøkudag, lurta eftir Havnar hornorkestrið til setanina og hyggja eftir skrúðgonguni. Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag Hvussu heldur tu ólavsøku í ár? – Ætlanin hjá mær var at fara av landinum á Ólavsøku í ár, tí sjeikurin er burturi í arbeiði og børnini búgva øll trý í Danmark nú. So fekk eg boð um vitjan úr Danmark í summar og at tey vilja hava meg at vera heima á Ólavsøku. Ommubeiggi sum er 84 ár kemur heim saman við konuni og dóttrini, sum eisini hevur sína familju við og dóttur mín kemur eisini heim at vitja – so kann eg sjálvandi ikki fara avstað. Er nakað serligt tiltak, tú ætlar tær til í ár ella kann viðmæla øðrum at fara til? – Eg ætli mær at lurta eftir so nógv­um tónleiki sum gjørligt og ser­liga gleði eg meg til at syngja við í stóra Ólavsøkukórinum til setanina. Mið­ náttarsangurin er nakað heilt serligt og birtir undir eina sterka kenslu av at hoyra til og at hava eina felags mentan. Hetta eiga øll at luttaka í og syngja við at hjartans lyst. Hevur tú nakrar traditiónir, tú plagar at halda fast við á Ólavsøku? – Traditiónirnar á Ólvasøku eru nokkso bundnar, serliga havi eg gjørt nógv burtur úr at halda mín føð­ingar­ dag ólavsøkudag fyri vinfólkum og familju. Eg plagi altíð at hava nógvar gestir og havi tí góðan føroyskan mat og annað gott at bjóða teimum. Tað verður eisini í ár, men í ár ætli eg mær tó at luttaka meira á sjálvari Ólavsøkuni enn eg plagi. Aftur í ár fari eg til fólkafundin á Doktaragrund og støkki inn á gólvið hjá Ingvør vinkonuni, vit eru føddar sama dag. Kappróðurin dámar mær væl og hann var nakað serligt øll tey árini tá Nólsoyingurin lá fremst, nú veit eg ikki hvørjum eg skal rópa eftir. Jarvin Feilberg Hansen, ítróttar- og ungdóms­ ráðgevi hjá ÍSF Hvussu heldur tu ólavsøku í ár? – Tað er ringt at spáa um. Kappróðurin ætli eg mær so at síggja. Fólk koma nokk á gátt..og so annars bara spáka í býinum og práta við fólk. Annars bara taka tað sum tað kemur. Er nakað serligt tiltak, tú ætlar tær til í ár ella kann viðmæla øðrum at fara til? – Kappróður og kanska hyggja eftir onkrum fótbóltsdysti. Havi ikki sæð skránna enn, so vit fáa at síggja. Ólavsøkuframsýningin er van­liga væl vitjað og hana ætli eg mær eisini til. Hevur tú nakrar traditiónir, tú plagar at halda fast við á Ólavsøku? – Plaga altíð at hava ein bita heima annan dagin - og so verður eisini í ár. Lagt til rættis: Rógvi Nybo