Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 82
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 82

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 l 23. juli 2012 34 Ólavsøka 2012 Vikutema Jóannes Hansen Um tað er ein einstakur róður, sum allir rógvarar vilja vinna, so er tað tann á Ólavsøku. Fremsta málið er at vinna FM, men at verða meistari og samstundis at vinna á Ólavsøku kennist sum meistaraheiti við serligari sloyfu. Ólavsøkuróðurin er eyka møguleiki hjá øllum. Nú ber til at seta glæsiligt punktum og harvið møguliga at kveikja undir hugin eisini næsta ár at seta seg við árarnar eftir strævnan vetur í rógvi­maskinunum. Trýstið á kappróðrarfólkunum er altíð stórt, tá ið tey bíða eftir start­ skotinum. Men tað er ongantíð størri enn ólavsøkuaftan. Tað er meiri enn so komið fyri, at onnur viðurskifti enn tey, sum hava við sjálvan kappróðurin at gera, hava órógvað kappróðurin. Soleiðis hevur ikki verið í ár. Dóms­ nevndin hevur ver­ið arbeiðsleys, og tað er at fegnast um, at reglurnar eru greiðar, og at um­støðurnar kring kappróðurin í ár hava verið á høgum støði. Og so hevur tað sjálvandi havt stóran positivan týdning, at tað hevur roynst so væl við veðrinum. FM spurningurin Í fleiri kappingum er FM spurningurin svaraður: Junkarin við dreingjamanning í barnaróðrinum hevur vunnið FM. Páll Fangi hevur vunnið FM í kapp­ ingini millum 6-mannafør við kvinn­ um. Lómur hevur vunnið FM í kappingini millum 6-mannafør við monnum. Miðvingur hevur vunnið FM í kapp­ ingini millum 8-mannaførini. Klaksvíkingur hevur vunnið FM í kappingini millum 10-mannaførini. Havfrúgvin við kvinnumanning er seks stig frammanfyri Blik, og har­við er eingin ivi um, at báturin úr Vest­ manna verður meistari. Í tveimum av traditionellu kapp­ ingunum er tað framvegis spenn­ing­ ur. Størsti spenningurin er í kapp­ingini millum 5-mannaførini við dreingj­um, har tað á Ólavsøku verður finalu­róður millum Jallin, sum er eitt stig framm­ an fyri Drekan, sum hevur vunn­ið seinastu ferðirnar, og sum eftir triva­ liga sigurin í Sandavági má metast at vera FM favorittur. Í barnaróðrinum fyri gentur er Jall­ urin fimm stig frammanfyri Huldu og harvið stórfavorittur at vinna FM, og so eru tað master róðrarnir fyri kvinnur í 6-mannaførum og 10-manna­før­ini. Í hesum báðum síðst nevndu kapp­ ingunum verður FM avgjørt í trimum stevnum. Felags fyri allar rógvararnar er til­ vitanin um, at tað kunnu vera heilt smáir lutir, sum kunnu gera av, um talan verður um sigur og fagna, ella um talan verður um tap og vónbrot. Spurningurin er, um alt umborð riggar, sum tað skal: Halda homlu­ bondini, tá ið rimmar fyrstu tøkini verða tikin, og halda skeytarnir og árarnar, tá ið tað í allar fyrstu tøkunum stendur meiri á, enn tað ger í restini av róðrinum. Taktikkurin Serliga á Ólavsøku, har teinurin er so stuttur, ræður tað um at fáa góðan start. Nú er róðrarárið so mikið nógv liðið, at stýrimenninir hava gott tak á at leggja kósina rætta. So er tað taktikkurin. Hvussu leingi skulu føturnir setast í bekk, hvussu langur skal lunnaróðurin vera, og skulu eyka bekktøk takast, tá ið komið verður á Molan. Alt sovorðið er avrátt framm­an­ undan. Men tað verður vent og snarað fleiri ferðir, sum stóri dagurin nærkast. Og møguleikin at skifta taktikk undir róðrinum verður umrøddur, um tað vísir seg, at tað, sum frammanundan var avrátt, ikki riggar, sum tað varð roknað við. Ólavsøkuaftan er møguleiki hjá øll­ um at fáa avkast burtur úr stóru og tíðarkrevjandi íløguni í grundvenjingina í maskinum og við vektum. Optimala avkastið er at koma fyrstur á mál á Ólavsøku og at verða meistari. Hjá øllum teimum, sum árið ikki hevur borið FM heitið við sær, ber tað til at bjarga íløguni við sigri á Ólavsøku. Við fasta startin undir Argja­høvda er fokus á detaljunum, á tak­tikk­ inum og á endamálinum undir Skipa­ felagnum. Um tað so er í fagrasta sól­skini, sum tað hevur verið seinastu vik­urnar, nú høvuðsstaðurin hevur verið vælsignaður av høgættini, ella í tjúkk­ari toku og sirmi, sum fleiri ferðir hevur verið sonn marra, so ávirkar tað tey, sum kappast, tá ið tey fram við Molanum hoyra áskoðarafjøldina koyra á sínar manningar. Áratøkini muna meiri, og hjá áskoðarunum kenn­ist tað sum serligur leiklutur at bera sínar manningar fram. Vinnararnir eru fáir og tapararnir nógvir, men vónin livir í øllum, tá ið bátarnir verða flotaðir, og tað verður hitað upp. Tað er hetta, sum ger, at tað eisini í ár verður spennandi at fylgja við í kappróðrinum á Ólavsøku. Ólavsøkan er punktum fyri eitt róðrarár, sum í allar mátar hevur eydn­ ast framúr væl, og nú bíða vit spent eftir, hvør verður FM vinnari og vinnari á Ólavsøku, og hjá hvørjum tað fer at eydnast at verða best á Ólavsøku, hóast tað higartil ikki hevur eydnast so væl. Góðan ólavsøkuróður! Byrurin hevur verið blíður Ólavsøkuaftan er møguleiki hjá øllum manningum úrslitaliga at bjarga róðrarárinum, sum í allar mátar hevur gingið upp á stás Hóast Lómur longu hevur vunnið FM-heitið, fara teir neyvan at seta minni á á ólavsøku. Eingin vil gerast FM-vinnari uttan eisini at vinna ólavsøkuróðurin