fríggjadagur 20. juli 2012síða 86
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 23. juli 2012
38
Ólavsøka 2012
Vikutema
Jóannes Hansen
Tá ið síðsta 10-mannafarið er farið
um málið ólavsøkuaftan, og síðsta
skotið er brostið undir Skipafelagnum,
so er punktum sett fyri 40 ár í FM
kappróðri í tí líki, sum tað framvegis
verður kappast.
Tað var undan kappingarárinum
í 1973, at avgerð varð tikin um, at
reglurnar viðvíkjandi FM í kappróðri
skuldu broytast. Tað hevði verið kapp
ast um FM síðani 1964. Fram til og
við 1972 var FM avgjørt einsunnudag
í august, tá ið tað varð skipað fyri FM
kappróðri á einum staði.
Nýggja skipanin bar við sær, at
nú skuldu allar stevnurnar telja við í
kappingini um FM. Fremsti báturin á
hvørjari stevnu skuldi lønast við sjey
stigum, næstfremsti við fimm stigum
og so víðari. Henda skipanin hevur
verið galdandi síðani tó við tí broyting,
at næstfremsti báturin síðani 2008
hevur fingið seks stig, nummar trý
hevur fingið fimm stig og so víðari.
Tað eru bátarnir í høvuðsstaðnum,
ið hava drigið flest FM heiti í neystini
hesi 40 árini.
Vinnarar í høvuðsstaðnum
Sum vit so mangan áður hava tikið til,
so eigur Havnar Róðrarfelag frágera
góða heimasíðu. Á drekin.fo er gjørt
upp, hvussu nógv FM heiti ymsu bát
arnir hava vunnið, síðani tað í 1973
varð farið undir skipanina við FM stig
um.
Tølini siga, at tað er Havnarbáturin,
sum hevur vunnið fleiri FM heiti enn
nakar annar bátur. Trettan ferðir ella
so at siga triðja hvørt ár í miðal hev
ur 10-mannafarið hjá Havnar Róð
rarfelag vunnið FM. Eingin bátur
hevur vunnið FM so ofta á rað, sum
Havnarbáturin. Longsta sigursrøðin
hjá honum er sjey ár. Havnarbáturin
vann FM øll árini frá 1973 og fram til
1979. Tað er einki at siga til, at tað
er saknur í tí, nú hvíta 10-mannafarið
við drekastevninum ikki luttekur og
ongan róður hevur vunnið síðani á
Ólavsøku í 2008, tá ið tað eydnaðist
at vinna FM fyri trettandu og higartil
seinastu ferð.
Tveir aðrir bátar hjá Havnar Róð
rarfelag hava vunnið meiri enn nakrir
aðrir í teirra kappingum. Talan er
um Sílið við dreingjum, sum hevur
verið meistari átta ferðir og Sílið
við kvinnum, sum hevur vunnið tólv
ferðir.
Kappingina millum 8-mannaførini
hevur Argjabáturin vunnið ellivu ferðir,
meðan Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag
eigur næstflest FM (7). Kappingina
millum 6-mannaførini við kvinnum
hevur Jarnbardur hjá Róðrarfelagnum
Knørri í Havn vunnið ellivu ferðir, og
Gongurólvur hjá Havnar Róðrarfelag
hevur vunnið sjey ferðir.
Vinnarar á bygd
Tað er bara í tveimum kappingum, at
bátar aðra staðni frá enn í høvuðs
staðnum hava vunnið flest FM heiti.
Kappingin millum 5-mannafør við
gentum er bara seks ára gomul. Ein
asti báturin, sum hevur vunnið hesa
kappingina meiri enn eina ferð, er
Hvassi av Oyri, sum eigur tvær FM
aktiur.
Tað var tann tíð, tá ið Hvessingur úr
Hvalvík og Streymnesi var stinnastur
í kappingini millum 6-mannaførini við
monnum. Hvessingur hevur vunnið FM
átta ferðir, og tað er tvær ferðir fleiri
enn Gongurólvur hjá Havnar Róð
rarfelag.
Síðsta ferðin, at menninir á Hvess
ingi vunnu FM var so langt afturi sum
í 1999 ella níggju ár frammanundan,
at EB/Streymur í 2008 fyri fyrstu ferð
vann FM í fótbólti.
Millum aðrar bátar uttanfyri høv
uðsstaðin, sum hava vunnið FM
ofta, eru Eysturoyingur (7) og Vest
menningur og Nólsoyingur (6), Kvívík
ingur (6), Ørnin við kvinnum (6), Páll
Fangi við kvinnum (6), og Svanur,
Tjaldrið og Blikur við dreingjum (6).
10-mannaførini, 8-mannaførini,
5-mannaførini
við
kvinnum
og
5-mannaførini við dreingjum hava
kappast um stig og FM síðani 1973.
6-mannaførini við monnum hava
kappast síðani 1975. 6-mannaførini
við kvinnum hava kappast síðani
1983, og 5-mannaførini við gentum
hava kappast síðani 2005.
Stríð um FM stig í 40 ár
Rúgvan av FM heitum sigur, at tað eru róðrarfeløgini í høvuðsstaðnum, ið hava verið
tey stinnastu tey fjøruti árini, sum tað hevur verið kappast um FM stig
Tað eru bátarnir í høvuðsstaðnum, ið hava drigið flest FM heiti í neystini hesi 40 árini
Mynd: Álvur Haraldsen