Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 88
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 88

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 l 23. juli 2012 40 Ólavsøka 2012 Vikutema Jóannes Hansen Tað var á aðalfundinum hjá Ítróttar­ sam­bandi Føroya í 1963, at tað varð sam­tykt, at nú skuldi farast undir kapp­ingar um FM í kappróðri. Fundurin varð hildin á Hotel Hafnia 30. november, og tá varð samtykt, at tað ein sunnudag eftir Ólavsøku skuldi kappast um FM heitið. Talan var bara um fýra kappingar::5-mannafør við dreingjum, 5-mannafør við kvinnum, 8-mannafør og 10-mannafør. Kappingin varð fyriskipað ein sunnu­dag um miðjan august, og tað var ÍSF, sum fyriskipaði kappingina, sum var sonn finala, eftir at allir hinir róðrarnir høvdu verið frá Norð­ oyastevnu av og fram til á Ólavsøku. Fyrrapartin av seksti árunum vóru ofta nógvir luttakarar í róðrunum. Treytin fyri at luttaka í sjálvum FM róðrinum var, at bátur skuldi hava luttikið í minst trimum stevnum og ikki hava verið aftari enn nummar fýra í miðal. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað skuldi ikki bera til hjá báti bara at dúva upp á FM finaluróðurin. Allir luttakararnir í FM róðrinum skuldu hava tikið lut í róðrunum fyrr á sumrinum. Dentur varð lagdur á, at FM róðurin skuldi vera fyriskipaður, har tað var streym­loysi. FM kappingar av hesum slagnum vóru í níggju ár – frá 1964 og fram til 1972. Fleiri ferðir varð kappast á Skála, og FM kappingar vóru eisini aðra staðni, eitt nú í Sørvági, Fugla­ firði og kanska eisini á Tvøroyri. Yvirlitið yvir FM vinnarar hesi níggju árini vísir, at bygdir og øki hava verið frammarlaga í kappróðri, sum ikki longur taka lut. Eitt nú vann Skála­ báturin kappingina millum 10-manna­ førini í fýra ár á rað, Árnfirðingur vann kappingina millum 8-mannaførini tríggj­ar ferðir á rað, og Dúgvan úr Sør­vági vann kappingina millum 5-manna­førini við dreingjum tríggjar ferð­ir á rað. Nú er langt síðani, at gøtumenn vóru við í kappróðri. Áðrenn GÍ rættu­ liga fór at gera um seg í fótbólti, vóru bæði 5-mannafarið Skurin og 8-manna­farið Gøtu Tróndur millum FM vinn­ararnar. Tað eru eisini nógv ár síðani, at toftamenn luttóku í kapp­róðri. Áðrenn B68 rættuliga fór at gera um seg í fótbólti, vóru bæði 5-mannafarið Ternan og 8-mannafarið Toftabáturin millum FM vinnararnar. Miðskeiðis í seksti árunum vóru manningarnar á Fípuni Føgru við kvinnum og Tjaldrinum við dreingjum tiltiknar og stinnar. Serligan ans vakti tað, og soleiðis er tað framvegis, tá ið smáplássini rættuliga gera um seg. Árnfirðingur og Árnafjørður vóru nógv umrødd í seksti árunum, og Kvívík og Kvívíkingur og Oyndri og Oyndarfjørður komu rættuliga fram í sjeyti árunum. Tað vakti ikki minni ans, tá ið Sumb­ingur vann FM í kappingini mill­ um 10-mannaførini í 1964, og tá ið Norðingur hjá teimum í Hvannasundi og Norðdepli vann somu kapping bæði í 1965 og 1966! FM vinnarar 1964-1972 5-mannafør kvinnur 5-mannafør dreingir 8-mannafør 10-mannafør 1964 Erla Kongsdóttir Fípan Fagra Sølmundur Sumbingur 1965 Fípan Fagra Tjaldrið Miðvingur Norðingur 1966 Fípan Fagra Tjaldrið Árnfirðingur Norðingur 1967 Fípan Fagra Havfrúgvin Árnfirðingur Havnarbáturin 1968 Ternan Tjaldrið Árnfirðingur Fuglfirðingur 1969 Fípan Fagra Dúgvan Kvívíkingur Skálabáturin 1970 Royndin Fríða Dúgvan Sørvingur Skálabáturin 1971 Dúgvan Toftabáturin Skálabáturin 1972 Tjaldrið Skurin Gøtu Tróndur Skálabáturin Fyrstu fetini í FM kappingin Fípan Fagra, Dúgvan, Árnfirðingur og Skálabáturin vunnu flest FM tey níggju árini, tá ið tað bara var í einum róðri, at FM kappingin varð avgjørd Tað var á aðalfundinum hjá Ítróttar­sam­bandi Føroya í 1963, at tað varð sam­tykt, at nú skuldi farast undir kapp­ingar um FM í kappróðri Mynd: Álvur Haraldsen