fríggjadagur 20. juli 2012síða 90
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 23. juli 2012
42
Ólavsøka 2012
Vikutema
Tróndur Arge
Tað er nakað heilt serligt við stemn
inginum kring vøllin á ovara vølli í
Gundadali á ólavsøku. Tað er okkurt
serligt við føroysku klæðunum, men
helst hjálpir lummafløskan eisini upp
á góða lagið. Eg havi síðani eg kann
minnast altíð verið í Gundadali til teir
dystirnar, ið hava verið. Líka mikið um
tað hevur verið onkur vinardystur,
landskappingardystur ella steypa
finala.
Ólavsøkudysturin hevði leingi ein
heilt serligan týdning og ólavsøku
steypið var næstan at rokna sum eitt
steyp, sum kundi lena seg upp ímóti
Løgmanssteypinum. Hvør minnist
ikki tá B36 í 1993 kom við einum risa
steypið og bjóðaði KÍ til ólavsøkudyst.
Helst mundu teir í árstalsfelagnum
hava ætlað sær steypið, men ólukku
tíð fyri teir, so vann KÍ. Risa stóra
steypið stendur enn í KÍ húsinum.
Eina ferð kom HB eisini drassandi
við Hvidovre til Føroyar á ólavsøku.
Eg veit ikki heilt hvat hugskotið var,
men haldi at Óli Jóhannesen var við
Hvidovre, men um hann einsamallur
skuldi hála føroyingar niðan á Tórsvøll
veit eg ikki. Men eg var so har og haldi
meg minnast at danir fóru avstað við
sigrinum.
Steypafinala á ólavsøku
Í 2001 var so avgjørt, at finalan um
Løgmanssteypið skuldi spælast á
ólavsøku. Fyrsta árið vildu veðurgud
arnir ikki spæla við. Í oysandi regni
tryggjaði Jens Kristian Hansen B36
ein 1-0 sigur á KÍ.
Hetta var fyrsta stigið til fleiri ár
við steypafinaluni á ólavsøku. Steypa
finalan gjørdist nú ein fastur táttur á
ólavsøkudegnum. Onkrar finalur vóru
betri eydnaðar enn aðrar. Minnist meg
rætt, so var Tórsvøllur næstan fullur
til finaluna árið eftir, tá HB og NSÍ
spældu. NSÍ vann dystin við umstrídd
um brotssparki í evstu løtu.
Tvey ár seinni vann so HB á NSÍ í
eini finalu, sum var ávirkað av at Jens
Martin Knudsen, málverji hjá NSÍ, fekk
reytt kort longu aftaná 12 minuttir.
Í 2006 dettur hesin annars hugna
ligi parturin av ólavsøkuni burtur.
Fyrst er tað vegna eitt kærumál, sum
útsetur finaluna til oktober mánað.
Síðani tekur eitt stríð seg upp um
pengar og síðani tá hevur steypa
finalan bara eina ferð verið á ólavsøku
aftur. Tað var í 2009, tá Víkingur vann
á EB/Streymi.
Føroyskur fótbóltur hevði um hetta
mundið flutt seg so langt, at tað var
ikki hugsingur um at lokka fólk niðan
til ein venjingardyst. Tað at talan er
um ein ólavsøku dyst er ikki nokk
longur til at fáa viðhaldsfólk at koma
niðan í Gundadal, og heldur ikki nokk
til at leikarar tíma at strekkja seg eftir
bóltinum.
B36 dreymurin
Í 2005 var ein dreyma dagur fyri
føroyskan fótbólt, tá B36 megnaði
at vinna seg víðari í UEFA Cup ímóti
íslendska ÍBV. Eftir 1-1 javnleik í Ís
landi tvær vikur frammanundan var
nógv fólk á Tórsvølli 28. juli, tá retur
dysturin var.
Longu aftaná ein minutt legði Allan
Mørkøre B36 á odda og ólavsøkan
var nærmast bjargað fyri øll tey í
árstalsfelagnum. Stutt fyri hálvleik
mundi snapsurin komið skeivt niður,
tá ÍBV javnaði. Men í seinna hálvleiki
tryggjaði Bergur Midjord B36 víðari
luttøku í UEFA Cup, og eina frálíka
ólavsøku fyri B36 viðhaldsfólk og før
oyskan fótbólt.
Landskapping á ólavsøku
Síðani kappingin var økt til 27 umfør
hevur verið tørvur á einum landskapp
ingarumfari á ólavsøku. HB, B36 og
Tórshavnar kommuna kundi ikki koma
ásamt við FSF um at hava steypa
finalnuna í Havn.
Steypafinalan fór til Klaksvíkar og
HB og B36 fingu hvør sín heimadyst
á ólavsøku. Tað hevur ikki altíð gingið
so væl hjá høvðusstaðarfeløgunum at
vinna sær ólavsøkusteypið. Hinvegin
hava feløg aðrastaðni frá tikið ímóti
steypinum fyri frálík avrik.
Eitt sermerkt úrslit var á ólavsøku
í 2010, tá eg sum frásøgumaður
stóð undir liðini á fleiri sandoyingum,
sum vóru komnir til havnar at stuðla
B71 í dysti móti HB. Gamaní mundu
teir eisini verða komnir á ólavsøku,
men neyvan høvdu teir roknað við at
verið í so góðum lag, sum teir vóru tá
dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.
HB, sum var FM favorittur og seinni
vann FM heitið, var mettur sum greiður
favorittur at vinna á botnliðnum av
sandoynni. Men longu í fyrra hálvleiki
var greitt, at B71 ætlaði okkurt. Símin
Hansen smekkaði bóltin í málhorið og
so var 1-0. Fróði Benjaminsen javnaði
við brotssparki, men eitt korter fyri tíð
avgjørdi Mads A. Hentze dystin eftir
innlegg úr høgru.
Gleðin var til at fáa eyga á millum
B71 viðhaldsfólkini, sum málaðu
Havnina gula og bláa í tveir dagar.
Gamal klassikari
Í ár eru tveir spennandi dystir á ólav
søku. Ólavsøkuaftan tekur HB ímóti
TB í einum gomlum klassikara, sum
hevur fingið ein nýggjan dám. TB
hevur ikki verið at sæð í oddinum í
føroyskum fótbólti í longri tíð, men
nú eru teir aftur.
TB hevur tikið tey flestu av bóli við
góðu úrslitinum í fyrru hálvu, meðan
HB roynir at fáa fótin fyri seg eftir
vanlukkuliga árið í fjør.
HB hevur styrkt seg í summar
steðginum við Rógva Poulsen, Jóhan
Troest Davidsen og Róki av Fløtum
Jespersen. TB hevur fingið tilgongd
av Nenad Stankovic.
Ólavsøkudag taka føroyameistar
arnir úr B36 ímóti NSÍ, sum hevur bygt
upp á nýggjum í ár. Við Kára Reynheim
á odda hava vespurnar funnið fram
gott spælt við nógvum ungum fólki.
Tilgongdin av Pól Jóhannusi Justinus
sen er eisini spennandi og kann geva
felagnum eitt spark rætta vegin.
Eins og NSÍ, so hevur B36 eisini
verið í eldinum í evropskum fótbólti
um summarið. B36 var bara eitt
brotsspark ella tvey frá at koppa
Linfield úr Norðurírlandi. Spurningurin
er nú um spennandi og góðu dystirnir
móti Linfield gevur eitt skump rætta
ella skeiva vegin.
Eitt er vist, lagið er altíð gott kring
vøllin á ólavsøku og tað verður tað
ivaleyst eisini í ár.
trondur@sosialurin.fo
Ongin ólavsøka uttan fótbólt
Eina ferð vóru fótbóltsdystirnir á ólavsøku hæddarpunktið á fótbóltsárinum, men nakað fyri aldarskiftið
mistu teir sín týdning. Nú er aftur lív komið í fótbóltin á ólavsøku og soleiðis verður eisini í ár
Ólavsøkuaftan tekur HB ímóti TB í einum gomlum klassikara, sum hevur fingið ein nýggjan dám
Mynd: Álvur Haraldsen