fríggjadagur 20. juli 2012síða 96
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 23. juli 2012
48
Ólavsøka 2012
Vikutema
Niels Uni Dam
Sex á pallinum
Eg minnist mína fyrstu ólav
søkukonsert
á
Læraraskúlavølli
num í 1988. Á skránni vóru Frændur
høvuðsnavnið. Men eg og Emil vin
maður mín vóru mest spentir uppá
Drøn, ið var ein fusionsbólkur við
Birgir Krossteig sum oddamanni.
Beiggi Emil, Herluf Hermansen sáli,
spældi við, so vit føldu okkum heilt
serligar at kenna trummuleikaran.
Tað var ræðuliga stuttligt, og serliga
spennandi var tað, tá ein sera full
dama, hálaði ein líka fullan mann
uppá pallin, og tey skeggaðust upp
ímóti einum monitori, meðan Frænd
ur spældu. So var ólavsøkan veruliga
byrjað, og eg var vorðin forelskaður
í ólavsøkukonsertini. Eitt forhold,
ið heldur enn tann dag í dag, um
enn tað kølnaði nógv í fjør, tá eg
var og ummældi verst fyrireikaðu
ólavsøkukonsertina í søguni.
Laksur stinkar
Árið eftir gleddi eg meg serstakliga
nógv til ólavsøkukonsertina. Eg ar
beiddi við at roykja laks á Samfisk. Í
góðveðrinum gingu eg, Høgni Hoydal,
Allan Dalsgarð og hini ungu fólkini,
meðan ljóðroyndirnar ljómaðu og
gleddu okkum til at fáa frí, og sleppa
á konsert.
Men stutt áðrenn vit fingu frí,
segði ónda forkonan okkum, at tann
laksurin, ið vit høvdu pakkað allan
dagin, skuldi pakkast útaftur og síð
an pakkast í aðrar kassar, tí hann
skuldi til USA við flogfari. Illbønirnar
vóru nógvar, meðan vit stríddust nið
ri í Álakeri. Konsertin larmaði uppi á
Læraraskúlavøllinum. Tað var væl
út á náttina, tá eg endiliga slapp
heim, og vit koyrdu framvið Lærara
skúlavøllinum, har seinasta orkes
trið var við at gera seg liðugt. Eg
stinkaði av royktum laksi og kom til
niðurstøðuna, at eg ikki slapp á kon
sert hetta árið.
Á og aftanfyri pallin
Í 1992 kom eg í FUT nevndina, og var
við til at skipa fyri ólavsøkukonsertini.
Hetta var annað árið á rað, at óroyndu
bólkarnir fingu dekan ov gott pláss,
og áskoðaratalið gjørdist í so lágt.
Hetta var samstundis fyrsta árið, at eg
spældi á ólavsøkukonsertini. MC-Hár
hevði verið til í eitt ár, og vit spældu
eina sera øra konsert, fyri gapandi
áskoðarum, brennandi gittarum, ein
um líggja og andlitsmáling. Mitt á
pallinum sat núverandi Týr oddamað
urin Heri Joensen á einum klappstóli,
og las avís. Nokk ikki tann mest ele
ganta framførslan, men eg fór at
elska konsertina á ein nýggjan hátt.
Eg var eisini við at skipa fyri kon
sertini í 1993, ið gjørdist sera væl
eydnað, við einari frálíkari skrá og
nógvum vitjandi. Í 1995 var eg aftur á
ólavsøkukonsertini í nýggjum leikluti,
hesaferð sum frásøgumaður. Tað var
tó ikki fyrr enn í 1996, at eg spældi
næstu konsertina, har vit frumfram
førdu nógvar av sangunum á fløguni,
ið vit spældu inn árið eftir. Aftur var
showið vilt, millum annað við einari
uppblástari sexdukku og øðrum stutt
ligum, og áskoðarnir vóru við uppá
tað.
Show og ballada
Vit spældu aftur í 1998 og nøkur ár
fram, hesi árini var konsertin sera væl
vitjað, og gott lív var í.
Vit mentu eisini showið, høvdu
dansarar, brúktu hálvtakið í kommu
nuskúlagarðinum til at víðka pall
showið, fingu stripparar á pallin, og
fingu Rók Jákupsson og mína stóru
ungdómshetju Terja Rasmussen at
syngja við, umframt ljósshow, ballónir,
filmar og mangt annað.
Løturnar framman fyri 4000 fólk
um, ið nærum í ein munn skrálaðu við
uppá okkara niðurløg vóru minniligar,
og tær viska næstan tey minni góðu
minnini, sum tá ein FUT nevndarlimur
royndi at forða okkum at spæla, tí
okkara tekstir ikki hóskaðu seg. Ella tá
vit bert sluppu á pallin, um vit lovaðu
ikki at spæla ávís løg - eitt lyfti, ið vit
góvu og brutu beint aftaná, til mikla
øði hjá nevndarliminum.
Eitt annað ár var eg útvarpsvertur,
tá Rás2 bað meg og aðrar um at
senda eina maratonsending frá kon
sertini.
Kaos á pallinum
Í 2006 spældi eg mína higartil mest
kaotisku MC-Hár konsert, vit skuldu
spæla síðst, men av tí, skráin ikki helt,
so máttu vit skera 40 minuttir niður
til 15 minuttir. Vit høvdu stórt show
planlagt, og hetta bleiv samanstúvað
í tað korterið, púra svakt og púra vilt,
serliga tá ein blásara sektión kom
gangandi inn á pallin púra óvæntað,
tí teir eisini vildu vera við.
Ó12 verður eitt brak
Nú eru trý ár síðan seinast MC-Hár
spældi ólavsøkukonsert, og sum venj
ingarnar ganga, verður tað eitt brak.
Skráin í ár tykist at vera meira spenn
andi enn nakrantíð, atgongumerkja
prísurin er sømiligur, so alt bendir á, at
konsertin verður ein tann best vitjaða
í nógv ár. Eg gleði meg til at spæla
fyri tykkum.
post@sosialurin.fo
Eg elski
ólavsøku
konsertina
Eg gleði meg sum eitt smábarn, tí 27. juli skal eg á pallin at spæla
mína 10. ólavsøkukonsert. Eg elski ólavsøkukonsertina! Eg havi
luttikið á henni sum áskoðari, fyrireikari, frásøgumaður, rappari,
útvarpsmaður og ummælari, og eigi nógv góð minni um hana
Niels Uni Dam hevur spælt á fleiri ólavsøkukonsertum og skal tað
aftur í ár. Her hava vit eina unga og eina eldri útgávu av manninum