Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein mánadagsblaðið Alt fleiri svínabøndur í Dan­ mark verða meldaðir til løg­ regl­una, tí teir fremja harð­ skap ímóti svín­unum. Í 2009 vóru 74 meldingar um hetta til løg­regl­una, men í fjør var talið komið upp á 180. Tað vísur ein nýggj frágreiðing frá Matvøru­ráð­num. Harðskapurin verður van­ liga framdur, tá ið svínini verða flutt í lastbilum. Jarn­ stengur, rør og ketur verða javnan brúkt til at buka svínini upp á pláss, og djórini hava ofta sjónlig merki eftir bløðingar. – Hetta eru 180 mál ov nógv, sigur Henrik Frandsen, sum er næstformaður í felagsskapinum Landbrug & Fødevarer. Fyri einum ári síðani fingu vit norð­ búgvar eina ræðandi áminning um, at yvirgangsvandin er veruligur eisini á okkara leiðum. Í øgiligum og ótespuligum blóðugum álopum í Oslo og á Utøya ein vakran summ­ ardag lógu 77 fólk – mest ungfólk – eftir á. Vit halda okkum vera væl vard ímóti kríggi og yvirgangi, men brádliga vóru vit skakað. Heimurin steðgaði upp. Missurin var øgiligur. Tárini trillaðu, og øll eygu vóru vend ímóti Noregi og Norðurlondum, sum eru kend fyri alt annað enn yvir­gang og hetta, sum gekk fyri seg fyri einum ári síðani. Ivin, óttin og vreiðin gjørdi um seg. Spurning­ urin var, hvør avleiðingin av yvir­ gangsatsóknini fór at verða. Hvussu fór eitt framkomið norðurlendskt samfelag at reagera eftir ræðuligu hendingarnar. Í gjár var minningarhald í Oslo og á Utøya fyri teimum, sum lótu lív í yvirgangsatsóknini 22. juli í fjør. Og nú – sum fyri einum ári síðani – vístu norðmenn, hvussu eitt fólkaræði eigur at fóta sær eftir so­ vornan ræðuleika. Norðmenn hava í sorgini lagt dent á tað góða, ljósa og positiva. Fólkaræði, toleransa og opinleiki hava verið lyklaorðini, sum hava hildið hevndarhuginum, haturinum, intoleransuni og vreið­ ini burtur. Í vøkru røðu sínari á Utøya í gjár vísti danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, á, hvussu ung­ dómspolitikarin Helle Ganne­stad, sum hevði vinir og kenningar á Utøya, gav Noregi íblástur eftir óskiljandi drápini á tey óseku fyri einum ári síðani: “Um ein mað­ur kann skapa so nógv hatur, ímyndi tykkum so, hvussu nógvan kærleika vit í felagi kunnu birta,” segði Gannestad. Svarið hjá norðmonnum og norðbúgvum var, at yvirgangs­ álopini skal ikki raka fría samfelagið. Yvirgangur skal ikki ræða fólk og fáa samfelagið at oyðileggja seg sjálvt innanífrá. Norðmenn stóðu saman og valdu toleransuna og opinleikan. Eitt sterkt fólkaræði og eitt framkomið vælferðarsamfelag skal ikki oyðileggjastav yvirgangi og óndskapi. “Sammen skal vi leve,hver søster og hver bror,små barn av regnbuen og en frodig jord.” Soleiðis vóru nøkur av orðunum, sum Lillebjørn Nilsen skrivaði til sangin, sum hann lænti frá Pete Seegers í sam­ bandi við minningarhaldini eftir yvirgangsálopini í fjør. Fyri okkum, sum hava eygleitt hendingarnar, er tað lætt at siga, at soleiðis eigur tað vera. Tað krevur nakað heilt annað av teimum, sum mistu síni kæru, og teimum, sum høvdu ræðuleikan nær at sær. Men norðmenn stóðu saman, lið um lið, og í fasta lógvatakinum, teir tóku, vístu teir á vegin burtur úr hóttanini og óttanum. Fólkaræðið og toleransan sigraðu! Norðmenn stóðu saman og valdu tolsemi og opinleika Norðlýsið fekk um viku­ skiftið orðið á gøtumannin Martin Juul Jarnskor í sam­ bandi við G! Festivalin, og hann vísti millum annað á, hvussu fríggingin er broytt: – Tað er stórur munur á fríggi fyrr og nú. Fyrr boraði man seg inn í eitt hoyggjhús og luktaði av súrhoyggi í fjúrtan dagar. Nú er tað bara perfjúúma! Ååh deen munur. Men alt hevur sína tíð, segði Martin Juul Jarnskor við Norðlýsið. Soleiðis skal tað sigast! Luktaðu av súrhoyggi í fjúrtan dagar Fólkaræðið og toleransan sigraðu Eftir at sponsku myndug­ leikarnir hava hækkað flog­ vallaravgjøldini, hevur flog­ fe­lagið Ryanair boðað frá, at felagið gevst at flúgva 36 rutur til Spania. Hetta merk­ ir, at 650 flogferðir um vikuna verða strikaðar. Farleiðirnar, sum nú verða niðurlagdar, eru fýra til Barcelona, 11 til Madrid og 21 til spanskar oyggj­ar. Har­ afturat verða færri flúgv­ ingar á 78 rutum til Spania. Ryanair revsar Spania Svínini verða bukað Svaraðu yvirgangi við tolsemi Helle Thorning-Schmidt Síða 5 Demo­ kratiið sterkast Jens Stoltenberg Síða 5 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo