Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Sambært Norð­lýs­i­num er tað rætt, at fel­øg, sum løg­mað­ur hev­ur varð­að av, hava volt lands­kass­a­num tap. Men margháttliga nið­ur­ støð­an hjá for­mann­i­num í Norð­oya Sam­bands­fel­ag og bla­ð­manni á Norðlýsinum er, at »søgan í Sosalinum er ein storm­ur í einum vatnglasi« (enn­tá við ð í endanum). At løgmaður hevur sagt ó­satt er eitt faktum. Fyrst segði hann ósatt við Ólav í Beiti á Vágaportalinum 30. mai, síð­ani endurtók somu ó­sann­indi í Sosialinum dag­ in eft­ir. Hetta er prógvað við bú­rokn­ska­p­i­num hjá Sp/F Sis­ero, sum Sos­i­al­ur­in fekk inn­lit í. Sos­i­al­ur­in hev­ur bið­ ið løgmann um inn­lit í hini fe­l­øg­ini, men hes­um hev­ur løg­mað­ur sýtt blað­num. Tó hev­ur blaðið nú fing­ið fleiri skjøl frá TAKS sum vísa, at eingi virði vóru í hin­um fel­øg­u­num, so har eru bú­ rokn­skap­ir als ikki gjørdir. Tað merkir, at dividendan til krav­án­ar­ar hevur verið 0% og har­við 0 krónur. Løgmaður roynir á Face­ book at flyta fokus, so sum hann hevur gjørt fleiri ferðir í hes­um máli. Løg­maður, Vága­port­al­ur­ in og sam­bands­mað­u­r­in á Norð­lýs­i­num royna at baga­ tal­i­sera hetta málið og leggja Sos­i­alin undir líkt og ólíkt. Sosialurin setti bara løg­ manni spurn­ing­in, um hann – sum skriv­að stóð á Vága­ port­a­l­i­num – gjøgn­um feløg hevði volt landi, priv­at­um ella virkjum tap, og hesum noktaði hann. Tað kemur uttan iva illa við hjá løgmanni, at tað kem­ ur fram. Vit hava sagt fleiri ferð­ir, at einki ólógligt er í tí at fara á hús­a­gang. Men tað hevði sømt seg løgmanni at við­ging­ið sann­leikan heldur enn at dylja og reingja hann. Tað var ikki bara ein ó­lav­søku­pro­v­ o­ka­ti­ón, tá løgmaður sá fyri sær, at rík­is­fel­ags­skap­ur­in, so sum vit hava kent hann, fer í søg­una, og vit fáa ein nýggj­an »ríkj­a­fel­ags­skap« við trim­um sjálv­støð­ug­um lond­um. Hesum dreymi hevur løgmaður ging­ið við leingi – í øllum førum í nakr­ar mán­að­ir, tí tá Bo Lidegaard, blað­stjór­i á danska dagblaðnum Pol­i­tik­en, vitj­aði her í maimánaði og prát­aði við løgmann, greiddi løg­ mað­ur honum frá hesum dreymi. Tað er sum so einki løgið í tí, at løg­mað­ur greið­ir ein­um dons­k­um journ­a­listi frá um sín­ar dreym­ar. Men løgið er tað, at floks­fel­ag­ar hansara komu kropp á kroppi at vísa aftur hesum dreymi løg­mans, sum teir einki kendu til. At Før­oya løg­maður og formaður Sam­bands­ floks­ins fer at tosa um fullveldi so­lei­ð­is við ein danska blað­stjóra, utt­an yv­ir­høv­ur at venda hetta í egn­um ting­bólki, tað er á­hug­a­vert. Tað vís­ir ein djarv­an løg­mann. Ein djarv­an sam­bands­for­mann, sum er sterk­ari enn allur ting­bólk­ur­in – í øll­um før­um um hann stendur við sínar dreym­ar. Enntá sær løgmaður fyri sær, at blokk­stuð­ul­in eisini fellir burtur um 10 ár – altso tá vit koma til 2022 er eing­in bloks­tuðul úr Danmark, fylgja vit dreymi løgmans. Tá hava vit tik­ið yv­ir øll tey fimt­an mál­s­ økini, sum eftir eru at taka yv­ir av teim­um 23 máls­økju­num í yv­ir­tøku­ lóg­ini frá 2005. – Vit rinda fyri málsøkini, vit yv­ ir­taka. Sjál­v­andi gjalda vit rokn­ina, tá vit taka á­byrgd­ina á okk­um. Tað er kjarn­an í okk­ara sam­bands­pol­i­ tikki, sig­ur løg­mað­ur við blað­stjór­ an á Poli­tik­en í grein, sum vit eis­ini prenta í baðnum í dag. Løgmaður sigur víðari, at tað er ein meir­i­luti í Føroyum, sum ynskir hes­ar yv­ir­tøkur. Hann sigur eisini, og at vit tá hava førkað okkum at mark­i­num til tað, sum vit kunnu inn­an fyri heimastýrislógina – og í­mynd­ar sær, at vit siga upp heima­ stýr­is­lóg­ina til 2022. Hetta er klárur boðskapur. Meira klárur enn boð­skap­ur­in hjá full­veld­is­lands­stýr­i­num. Okk­urt bend­ir á, at um løgmaður fær makt sum hann ehvur akt, so verður Sam­bands­flokk­ur­in yvirhálaður á ríkis­fel­ags­skap­i­num –  kanska av Javn­að­ar­flokk­i­num, hvørs nýggi for­mað­ur hevur svorið sín rík­is­fel­ ags­skaps­eið. Dreymur løgmans tykist kanska eitt sind­ur utopiskur: – Ein sjálvstøðugar Føroyar. Utt­ an fullveldi. Men limur í ST. Og við felags grundlóg við øll hini londini í Ev­ropa. – Kjarnin í sambandspoli­ tikki er at vit rinda rokningina Ferðafólk, sum høvdu verið á Ovastevnu, og sum fóru við Ternuni aftur til Havnar um fimmtíðina sunnumorgunin, hava gjørt vart við, at tey sluppu ikki uppá, men máttu standa á dekkinum, meðan siglt varð um Nólsoyarfjørð.
 Sambært ferðandi, so forðaðu vaktir umborð ferðafólkum í at koma upp trappurnar, og máttu tey sostatt standa á dekkinum.
Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, sigur seg onki kenna til hetta.
 – Hatta havi eg als ikki hoyrt, so eg fái ikki sagt so nógv um hatta. Eg kann bara siga, at vanligt er at hava ein eftirmetingarfund, og hann verður nú í vikuni. Har verða øll viðurskifti tikin til viðgerðar. Og nú eg hoyri hetta, so verður hettar eisini tikið upp, sigur Bogi Mortensen.
 Hann sigur seg ikki hava hoyrt annað, enn at tað gekk væl at flyta fólk til og frá Ovastevnu. – Eg havi ikki hoyrt um annað, enn at tað gekk væl, sigur Bogi Mortensen.
Enn er ikki so long tíð fráliðin, so enn er ikki gjørt upp, og tí kann strandferðslustjórin ikki siga, hvussu nógv fólk Strandferðslan flutti um fjørðin um vikuskiftið. Fólk á bildekk­i­num um Nóls­oy­ar­fjørð Sambands-fullveldi í 2022 Mangt umbroytist á mansins ævi, sig­ur orð­a­t­ak­ið. Og hesi orð kunnu sann­ast, nú Sam­ bands­flokk­ur­in hev­ur yv­ir­ hál­að Tjóð­veldi í strembanini eft­ir fáa Føroyum fullveldi. Gamaní tosar løgmaður um ríkjafelagsskap – men tað gjørdi Tjóðveldi eisini, tá tey tosaðu um eina frælsar Føroyar, sum tó skuldu varð­ veita Mar­gretu drotning og kongs­húsið. Tá samráðst var um full­ veldi um aldaskifti varð tosað um 15 ára skiftistíð og kapitalisering av blokkstuðulinum upp á 12 milliardi. Løgmaður tosar í dag um 10 ára skiftistíð – og við verandi blokkstuðuli gevur tað bara 6,2 millardir, so Kaj Leo Johannesen er langt framm­an fyri Tjóðveldi á sjálv­stýr­is­leið. Samband yvirhálað Tjóðveldi Sannleikin hevði sømt seg best Cirkus Tinganes Teitur Vágadal kjak á síðu 26 Fiski­ dag­ar ein­ a­ferð enn Thormund Johannesen kjak á síðu 25 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000