Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í 2.Pætursbrævið kap 2 vers 14 lesa vit um slík sum hava "eyguni full av hori og eru hvíluleys í synd"..... ikki bert eru tey ómettandi í síni seksuellu tráan, men tey fáa ikki rættiliga notið hana heldur, tí at tey eru "hvíluleys í synd" (gr.txt) Hví? tí at syndin mettar ikki, og friður Guds hvílir heldur ikki yvir henni. "......heidningarnir liva í tómleika sinnis síns. Tí teir eru blindaðir í hugsan síni og gjørdir lívi Guds fremm­and­ ir. Hetta stendst av van­kunn­ leikanum, sum teir liva í, av tí at hjarta teirra er forherðað. Teir hava jú kensluleysir givið seg upp til skammloysi, so teir í havisjúku dríva alla óreinsku....." Efesus 4:17 – 19 Vit hava júst verið vitnið til eina skrúðgongu í Tórshavn hjá sodomittum og teirra sympatisørum, og hvat æt so skrúgongan? jú, PRIDE, STOLT­LEIKI, og hví man hon eita tað? hjá Esaias lesa vit í kap. 3:9 "Andlitsbragd teirra talar – og vitnar ímóti teimum, og sum fólkið í Sodoma tosa tey opin­lýst um synd sína, tey dylja hana ikki. Vei sálum teirra, tey stoyta sær sjálvum í van­lukku!" At homoseksuel eru synd­ ar­ar, og ikki liva upp til Guds standard, er ikki nakað for­ gjørt í - eingin av okkum livir upp til Guds standard. Men tað, sum ger hesa synd­ina so øðrvísi enn aðrar syndir (eisini aðrar seksuell­ ar syndir) er, at nú er tað ikki bara satan, ið freistar, og arvasyndin, sum ger vart við seg, men her er tað Gud sjálv­ur, sum blakar frá sær og gevur menniskjuni upp til teirra egna villfarilsi - Hann tekur hondina undan teim- um, og letur tey søkka undir teirra egnu vekt, og har er botn­loysi.... Tað, sum ger, at menniskja í heila tikið er ført fyri at um­venda seg er, at Heilagi Andin virkar í teimum eina "sorg til umvending....sorg eftir sinnalagi Guds" (2.Kor 7:9) soleiðis, at menniskja vendir sær frá síni synd og til Kristus Jesus. Tað kemur meiri enn so fyri, at einstakir kyns­vill­ingar, sum syrgja um sína synd, koma til trúgv og blíva frelstir - Gud "unnir teim­um umvending, so tey koma at kenna sannleikan" (2.Tim 2:25). Men táið syndarin er kom­in so langt út, at hann ikki bara er líkaglaður um sína synd, men beinleiðis stolt­ur av henni, so mugu vit bara konstantera, at Gud hevur givið syndaran upp til sín egna undirgang. Enn eru vit ikki komin hartil, at Gud hev­ur givið Føroyar sum tjóð upp, men vit slíta uppá Han­ sara langmóð við ikki sum tjóð at taka frástøðu frá til­ tøk­um har, ið sodomittar og teirra viðhaldsmenn gera vart við sín stoltleika yvir at standa Gudi ímóti....... PRIDE ! vorðið sum stolt­ leiki, at "seta heiður sín í skomm sína," Filippi 3:19 "Tí vreiði Guds verður opin­berað av Himli yvir alt gud­loysi og alla órættvísi menniskja, sum við órætt­ vísi kúga sannleikan. Tað, sum vitast kann um Gud, ligg­ur teimum jú opið; Gud hev­ur gjørt teimum tað opin­bert. Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og gud­dóm­leiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan. Tí hó­ast tey kendu Gud, ærdu tey Hann ikki sum Gud og takk­aðu Honum ikki, men vórðu fáfongd í hugsanum sín­um, og í dárahjarta teirra gjørd­ist myrkt. Meðan tey róstu sær av at vera vís, vórðu tey dárar og skiftu dýrd hins ódeyðiliga Guds um við mynd, ið líktist deyði­lig­um menniskja og fugl­um, fýrføttum dýrum og skriðdýrum. Tí gav Gud tey eisini upp í hjartans lyst­ir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum. Tey høvdu jú skift sannleika Guds um við lygn og ærdu og dýrk­aðu skapningin fram um skap­ aran, Hann, sum há­lov­að­ur er í allar ævir. Amen. Tí gav Gud tey upp til vanærandi lystir: Kvinnur teirra skiftu hin náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni; og somuleiðis hildu eisini menninir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í lysti sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum – og fingu á sær sjálvum lønina fyri villu sína – sum rætt var. Og sum tey hildu tað einki vera vert at hava kunnskapin um Gud, so gav eisini Gud tey upp til sinni, ið einki er vert, til at gera tað, sum ósømiligt er : – fylt upp av alskyns órættvísi, ilsku, havisjúku, óndskapi; tey eru full av øvund, morði, klandri, sviki, rangvørgum sinni; tey eru oyrnatutl, bak­tal­ar­ar, gudhatarar, yvir­ gangs­kropp­ar, hugmóðig, geip­arar, duga væl at finna upp ilt, foreldrum ólýð­in, skila­l­eys, trúleys, kær­leiks­ leys, miskunnarleys. [...síðsta versið er um viðhaldsfólkið hjá sodo­mitt­ unum...] Og tóat tey kenna rætt­ vísa dóm Guds, at tey, sum slíkt gera, eru deyðasek, gera tey tað kortini ikki bert, men halda eisini við teimum, sum gera tað." (Róm 1:18 – 1:32) Í Rómbrævinum kap. 1 frá vers 18-19 síggja vit ein niður­gangandi spiral, sum byrj­ar við, at menniskjuni upp­geva kunnskapin um SKAPAR­AN og kúga tann sannleikan, sum tey hóast alt kenna um Hann, og síðan endar tað við, at Gud gevur menniskjuni upp, og tá er einki, sum heldur aftur - menniskjuni fara at rokna seg millum dýrini, og síðani fella tey niður um tey - er tað ikki nokk so sigandi, at sodo­mitt­arnir, sum royna at argumentera fyri at kyns­ villan hjá teimum er "náttúr­ lig", vísa til at hetta forfallið finst millum dýrini eisini... Fer so Gud at døma før­ oysku tjóðina fyri henn­ara góð­tøku av homo­seksuel­li­ teti ? Nei!, tað at Gud er í ferð við at lata homoseksualitet verða góðtiknan sum nor­ mal­an, ER GUDS DÓMUR yvir eina tjóð, sum er í ferð við at vraka kunnskapin um Hann, sum skapti menniskja í Síni mynd, og í staðinfyri rokna seg at vera komnan av dýru­num....... Vit eru ikki komin so langt enn, at tað ikki vendist, men um darwinistar framvegis og áhaldandi sleppa at plága prædikustólarnar í før­oysku samkomunum við teirra "umfortolking" av skapanarsøguni, so verð­ur tað neyvan meiri enn eitt til tvey ættarlig inntil sodo­ mitt­arnir standa har eisini og læra sítt "evangelium" og præd­ika sín "gud". Mín útpurring til sam­ komu­leiðslurnar í føroyum: „Vakna, tú, ið svevur, og rís upp frá hinum deyðu, so skal Kristus lýsa tær!“ (Efesus 5:14) Táið Gud gevur upp Óli Nicodemussen Jógvan Poulsen, formaður Havnar Framburðs­ felag kjak Hægri kommunalur skatta­ frí­ur botnfrádráttur í Havn hevði givið serliga lág- og miðal inntøkum væl meiri tøk­an pening aftan á skatt enn higartil, sigur Jógvan Poul­sen, formaður í Havnar Fram­burðs­felag. Tað hevði gagnað ser­ liga fólki við lægri og miðal inntøkum í Havnar kommu­ nu, um tann skattafríi botn­ frá­drátturin, sum nú er 30.000 kr, hevði verðið hækk­ að­ur upp í 65.000 kr. Hvør skattaborgari hevði fing­ið 7.300 kr av sínum skatta­pengum aftur frá kommununi. Havnar Framburðsfelag, val­felag Fólkafloksins í Suður­streymoy, hevur við verandi býráðslimum flok­ sins og komandi valevnum til býráðsvalið í heyst samtykt, at havnarfólk skulu sleppa at tjena meiri, áðrenn tey byrja at gjalda skatt. Landstýrið, har Fólka­ flokk­urin við Jørgen Niclasen um­situr fíggjarmál, hækkaði skatta­fría botnfrádráttin í landsskatti úr 30.000 kr heilt upp í 65.000 kr. Tað gav føroyingum størsta skatta­ lætta nakrantíð. Tórshavnar Kommuna eigur at gera landstýrinum bragdi­ð eftir. Ein og hvør hækk­ing í inntøkunum hjá kommuni eigur at fara út aftur til borgarnar, sum hava gold­ið ov nógv. Kommunan skal rekast fyri somu krónu­upp­hædd sum í ár. Tað ge­v­ur grund­ar­ lag fyri fíggjar­liga skyn­som­ um skatta­lækk­ing­um. Vit meina, at fólk duga best sjálv at umsita sín egna pen­ing. Um Fólkaflokkurin fær nóg stóra undirtøku til bý­ ráðs­valið, megna vit at gera neyðugu skatta­lækk­ingar í Havnar kommunu. Vit hoyra nógvar kærur um, at láglønt og støk hava trupult við at fáa endarnar røkka peningaliga. Hendan skattaábót hevði gjørt tað lættari hjá fólki at fingið meir burtur úr sínum arbeiði og inntøkum. Í farnu viku boðaði Fram­burðsfelagið frá, at Fólka­flokk­urin í komandi bý­ráði ætlar at lækka skatta­ prosentið niður um 20%. Lægri skattaprosent gevur øll­um skattaborgarum lut­ fals­liga sama skattalætta. Men ein skattalætti við hægri botnfrádrátti hevði gagn­að serliga teimum lægru og miðal inntøkunum, eitt nú fólk við parttíðar arbeiði og ungdómi í útbúgving til at fíggja lesnaðin. Lætti í skatti til láglønt