mánadagur 13. august 2012síða 32
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Í morgin
hósdagin
mikudagin
HITalag
avfall
lufttrýstið
VESTFALLSKYRRINDI
9/8:
Seinna kvarter
10/8:
Mánin longst frá jørðini
17/8:
Tendring
23/8:
Mánin næstur jørðini
Kelda. Álmanakkin 2012
Suðuroyar-/
Vágafirði
Skúvoyar-/
Skopunarfirði
Hestfirði/
Sundalagnum
Vestmanna-
sundi
Mykines-
firði
Nólsoyar-
firði
2 fj. í LS úr
Mjóvanesi
Leirvíksfirði/
Haraldssundi
Kalsoyar-/
Svínoyarfirði
Hvanna-
sundi
Fugloyar-
firði
Dagur
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
Stívt andøvsgul upp í
hvassan vind av landsyningi
og yvirhøvur turt og
sólglottar, men seinnapartin
nakað minni vindur og regn.
Hitin millum 14 og 17 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk av
landsynningi, seinnapartin
upp í hvassan vind av eystri.
Regn av og á og hitin millum
12 og 15 stig.
Hvassur vindur upp í skrið av
eystri og regn av og á. Hitin
millum 12 og 15 stig.
Veðrið fríggjadagin og
leygardagin:
Gul til stívt andøvsgul av
eystri og landsynningi og
regn ella mjørki av og á.
Hitin millum 10 og 14 stig.,
13. aug. 04:07 16:29 03:07 15:29 03:22 15:44 06:07 18:29 07:07 19:29 02:22
14:44 01:22 13:44 04:22 16:44 05:22 17:44 03:52 16:14 05:07 17:29
14. aug. 04:51 17:14 03:51 16:14 04:06 16:29 06:51 19:14 07:51 20:14 03:06
15:29 02:06 14:29 05:06 17:29 06:06 18:29 04:36 16:59 05:51 18:14
15. aug. 05:36 17:59 04:36 16:59 04:51 17:14 07:36 19:59 08:36 20:59 03:51
16:14 02:51 15:14 05:51 18:14 06:51 19:14 05:21 17:44 06:36 18:59
16. aug. 06:21 18:43 05:21 17:43 05:36 17:58 08:21 20:43 09:21 21:43 04:36
16:58 03:36 15:58 06:36 18:58 07:36 19:58 06:06 18:28 07:21 19:43
17. aug. 07:05 19:27 06:05 18:27 06:20 18:42 09:05 21:27 10:05 22:27 05:20
17:42 04:20 16:42 07:20 19:42 08:20 20:42 06:50 19:12 08:05 20:27
8-13 m/s
15-20 m/s
11-16 m/s
12-17 m/s
15-20 m/s
6-11 m/s
12/15 °C
12/15 °C
Síðstu nátt:
Eitt lágtrýst, 997 hPa. Við Írland fer norðureftir og
brúgvalagið haðani kemur hendavegin.
Komandi nátt:
Lágtrýstið vestanfyri Skotland fer vestureftir og
brúgvalagið haðani verður við Føroyar komandi
samdøgur.
Strand
ferðslan
nýggja
innkrevj
ingarskipan
Gamla innkrevjingar
skipanin er frá 1988, og
hóast hon hevur tænt
endamálinum væl, er tíðin
farin frá henni. Veiting
av soft- og hardware til
gomlu skipanina fellur
burtur, og orsakað av
hesum verður skipanin
óvirkin um eina tíð. Tískil er
neyðugt við nýggjari ferða
seðlaskipan.
Í nýggju skipanini fer
Strandferðslan framhald
andi at nýta kontantav
greiðslu við ferðaseðlum
og kortavgreiðslu.
Kortini kunnu verða
persónlig, sum tey eru í
dag, eitt sum mánaðarkort
ella skúlakort. Tað
persónliga kortið kann
keypast á Farstøðini og
á høvuðsskrivstovuni hjá
Strandferðsluni, umframt
bíleggjast á heimasíðuni
www.ssl.fo.
Strandferðslan hevur í
dag 10-túrakort, sum eru
avmarkaði til eina ávísa
leið. 10-túrakortini verða í
nýggju skipanini skift út við
eitt virðisprodukt, ið verður
fylt á ferðakortið. Brúkarin
kann sostatt fylla til dømis
500 krónur á eitt kort og
fáa ein avsláttur hvørja
ferð, ferðast verður. Hetta
virðisproduktið er ikki
persónligt, og tað merkir,
at eitt nú ein familja
kann ferðast við sama
korti. Harafturat ber til at
ferðast á øllum leiðum við
kortinum . Nakað, sum fer
at gera ferðingina høgligari
fyri brúkararnar.
Leiðirnar verða óbroytt
ar, og prísirnir fara at liggja
á sama støði sum verandi
prísir. Tó verður bygnaðurin
broyttur soleiðis, at nýggja
skipanin er bygd upp sum
ein zonuskipan, meðan
gamla skipanin tekur
støði í kilometurlongdini
á teimum ymsu teinunum.
Hetta merkir, at tað fram
yvir verður ferðast í zonum
og ímillum zonur.
Talan verður í fyrstu
atløgu um at seta skipan
ina í verk fyri Bygda
leiðir. Fyrst sum eina
royndarætlan í Suðuroy,
men sum frálíður um alt
landið. Tá skipanin hevur
verið roynd í eina tíð, er
ætlanin eisini at seta hana
í verk fyri allar Oyggjaleiðir
umborð á ferjunum.
Leiðslan á Strand
ferðsluni ivast ikki í, at
nýggja skipanin verður eitt
stórt og jaligt framstig
fyri brúkararnar og fer
harvið at skapa størri
nøgdsemi, eins og digitala
skipanin verður lættari
hjá starvsfólkunum og
stovninum at umsita.
Til nýggja skipanin er
fult innkoyrd og virkar
eftir ætlan, verður gamla
skipanin til at taka og
framvegis fyri ein part
virkin.
-5°
0°
5°
10°
15°
20°
Mesti
11,8°C
9°
Hitin
í dag
Minsti
hiti máldur
7,3°C
fyri august
fyri august
––––––– 20 –––––––
––––––– 40 –––––––
––––––– 60 –––––––
––––––– 80 –––––––
––––––– 100 –––––––
––––––– 120 –––––––
––––––– 140 –––––––
––––––– 160 –––––––
––––––– 180 –––––––
0 higartil
Miðal 1961-1990: 83 mm
Normal 1961-1990: 10,5°C
Miðal:
9,2°C
14/17 °C
Vilmund Jacobsen
Á ovastevnu, sum hevur
verið um vikuskifti, var
Sosialurin inni á gólvinum
hjá 91 ára gomlu, Olevinu
Joensen.
Hóast høga aldurin er
Vina, sum hon verður rópt
millum mamma, væl fyri.
Hon er røsk, púra klár, og
blíðskapurin er altíð í hásæti,
tá tú ert inni á gólvinum hjá
henni á Bátatúgvuni.
- Umframt at nógv fólk
hevur verið inni á gólvinum,
nú ovastevna er, hava vit
eisini havt nógva vitjan, tí
dóttir mín, Julia, eisini hevur
hildið sín fimmti ára føð
ingardag.
Olevina Joensen segði
leygarkvøldið, at hon hevur
ikki verið nakað serligt úti í
bygdini um stevnuna.
- Eg havi verið við hús og
havi tikið mær av fólki, sum
hava vitjað inni á gólvinum,
sigur mamma Ova Joensen,
sála.
Nógv fyrireiking
Olevina er onga løtu í iva
um, at nógv arbeiði liggur í
at fyrireika eina slíka stevnu
sum ovastevnu.
- Eg haldi, at ovastevna
skuldi verið annað hvørt ár
- og ikki hvørt ár. Ikki tí, at
brúk ikki er fyri stevnuni
hvørt ár, men eg haldi, at
tað er ov nógv stríð hjá
fyriskiparum at skipa fyri
stevnu á hvørjum ári, sigur
hin fryntliga og lívsfríska,
Olevina Joensen.
Tað var á sumri í 1986,
at
Ove
Joensen
fram
di bragdið at rógva langa
teinin úr Nólsoy til Keyp
mannahavnar í tilsamans 41
samdøgur.
Sosialurin fer í blaðnum
mikudagin at venda aftur til
ovastevnu.
91 ára gamla Olevina
í gongd alla ovastevnu
- Eg havi ikki verið nógv úti, men havi verið við hús og tikið mær av gestum, sum hava
vitjað inni á gólvinum um ovastevnuna, sigur mamma Ova Joensen, sála, Olevina Joensen
Hóast høga aldurin er Olevina Joensen væl fyri. Hon er røsk og púra klár, og á
ovastevnu vitjaðu nógvir gestir inni á gólvinum hjá henni á Bátatúgvuni
Mynd: Vilmund Jacobsen