fríggjadagur 17. august 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hóast tað er prógvað, at løg
maður hevur sagt ósatt um
tap, sum partafeløg hjá hon
um hava givið tí almenna og
øðrum tap, so heldur hann
fram við at flyta fokus í
málinum um húsagangin hjá
teimum fimm partafeløgu
num, sum hann hevur varðað
av, og sum hava givið øðrum
tvísiffrað milliónatap – eitt
nú BankNordik, sum hevur
mist 13 milliónir krónur.
Fyrradagin royndi løg
maður soleiðis at gera til
einkis tað, sum Sosialurin
hevði skrivað við at briksla,
at: »hevði okkurt verði rætt
sum hann skrivaði hevði tað
verði stuttligari at lisið.«
Løgmaður fekk tá nakrar
konkretar spurningar, eitt
nú um tað var ósatt, at Bank
Nordik hevði mist 13 milli
ónir, og um tað heldur ikki
passar, at Taks hevði mist
slakar 200.000 krónur upp á
SP/F Sisero, so sum rætturin
hevur staðfest 21. september
í 2009 – og aðrar konkretar
spurningar.
Hesum svaraði løgmað
ur ikki. Men hann himprast
ikki við at sleingja pástand
ir út, sum hann hvørki kann
prógva ella undirbyggja.
Tað er ikki sørt ófrætta
kent, at landsins leiðari førir
seg soleiðis fram. Hetta er ein
trupulleiki fyri løgtingið – og
ein álitistrupulleiki fyri alla
ta politisku skipanina sum
heild.
Tann einasti, sum kann
greiða fløkjuna, er løgmaður
sjálvur. Ger hann tað ikki,
kundi Løgtinið álagt honum
at skjalprógva, at hann ikki
hevur givið landinum og
ørðum tap av sínum vinnu
virksemi.
Løgmaður segði tað vera eina pro
vokatión, tá hann í ólavsøkurøðuni
boðaði frá, at hann droymdi um ein
ríkjafelagsskap millum trý sjálv
støðug lond, Føroyar, Danmark og
Grønland.
Men hesum dreymi hevði løg
maður tó gingið við í longri tíð:
Longu í mai mánaði hevði hann
greitt blaðstjóranum á »Politiken«,
Bo Lidegaard, frá sínum dreymi.
Men skjótt er at vakna úr dreym
averð, tí longu á nítjanda degi eftir,
at løgmaður bar sína »sjálvstýris
ætlan« fram, varð hann trýstur upp
á pláss av sínum egna flokki – og
tað gjørdi hann, sum hann plagar,
kunnugt á sínum Facebook-profili
í gjárkvøldið:
» – Høvdu ein sera góðan fund
í gjár við tingbólki og landsnevnd,
semja er um at gerða eina ætlan,
um eina nýskipan innanfyri rík
isfelagsskapin, vónandi kann ein
sovorðin ætlan verða okkara íkast
til eina tjóðarsemju um eitt nýtt
samstarv, millum londini í ríkisfel
agsskapinum.«
At hetta bleiv niðurstøðan, undr
ar neyvan nakran. Hóast nógv
kunnu nikka til hugskotið hjá løg
manni sum verandi konstruktivt,
so er tað tó bara konstruktivt fyri
tey, sum ikki velja Sambandsflokkin
ella Tjóðveldi. Fyri øll onnur hevði
ein tjóðarsemja um ríkisrættarligu
støðuna – innan fyri ríkisfelags
skapin á onkran hátt – verið kær
komin. Tá hevði borið til at ført
veruligan politikk, heldur enn at
halda fram við konfrontatiónspoli
tikkinum um ríkisrættarligu støð
una, sum hevur verið eksistensurin
hjá stórum parti av politisku flokk
unum í Føroyum í meira einn heila
øld. Onkuntíð av einum meiriluta
í tinginum, hóast tað heldur ikki
førdi til tjóðarsermjuna.
Tað sigur seg sjálvt, at baklandið
í Sambandsflokkinum ressast við
av útsøgnunum hjá løgmanni. Og
tað sigur seg sjálvt, at tað er sum
at fáa salt í sárið at síggja útrætt
ar hendur frá Tjóðveldinum, hvørs
umboð fegnast um, at tað loksins
blíðkar fyri eygum løgmans.
Tað undrar heldur ikki, at hug
skotið spratt úr Fólkaflokkinum,
sum síðani 29. oktober seinast hev
ur verið ideologiska kjølfesti løg
mans.
Ikki tí, vit kunnu væl fylgja løg
manni og dreymi hansara. Men vit
duga illa at síggja, hvussu tað skal
gjøgnumførast í Sambandsflokk
inum, sum tá skal skifta pláss við
Javnaðarflokkin samríkismegin á
politiska ásanum.
Tað verður áhugavert at frætta,
hvussu leikur fer. Leikluturin hjá
løgmanni seinastu vikurnar hev
ur veruliga rist grundvøllin undir
Sambandsflokkinum – hóast bak
landið nú hevur tikið løgmann av
ræði, so hevur tað skalað trúvirði
floksins og løgmans.
Tjóðarsemja um nýtt sam
starv í ríkisfelagsskapinum
Í sambandi við Sjómanna
dagin, sum verður í Klaks
vík um vikuskiftið, fer
Rás2 at senda úr Klaksvík.
Byrjað verður at senda
klokkan 10:00. Sent verður
frá setanini, tá Gunvá við
Keldu, borgarstjóri, bjóðar
vælkomin og Jacob Vest
ergaard, fiskimálaráðharri,
setur Føroya Sjómannadag.
Eisini verður sagt frá
teimum nógvu kappingu
num, sum eru á Sjómann
adegnum, eitt nú togtogan,
rennikapping, kasta lodd og
so framvegis.
Tað verða teir báðir
kendu reportararnir hjá
Rás2, Vilmund Jacobsen og
Tróndur Arge, sum fara at
greiða frá.
Rás2 sendir frá
Sjómannadegnum
aftur og fram – og aftur
Kjakið
um
fiskidagarnar
hevur verið sera lítið hesa
ferð – í mun til so mangan
áður. Eingin hóttan í so máta
liggur undir samgonguni.
Stríðsmálini eru tey somu,
ein partur heldur sum fiski
frøðingar og búskaparfrøð
ingar, at veiðitrýstið skal
skerjast javnt ár efti rár, so
neyðugt ikki verður at skerja
stórt í einum høggi.
Tí, sum sagt verður, tað
sum ikki verður skert hesa
ferð, tað skal skerjast meira
næstu ferð.
Hin parturin er tann, sum
heldur, at fiskast skal, og at
fiski- og aðrir frøðingar, sum
ongantíð hava pissað í salt
an sjógv, ikki hava ánilsi av,
hvat teir tosa um. Hetta er
tann parturin, sum vinnur,
tann parturin, sum lurta eftir
veruligu frøðingunum, teim
um sum næstan altíð pissa í
saltvatn.
Tjóðveldi og Javnaðar
flokkurin plaga at vera í fyrra
partinum – eisini tey í Fram
sókn. Men hesaferð hevur
Javnaðarflokkurin skift hest
og heldur sum samgongan, at
veruligi frøðingurin er fiski
maðurin.
Onkur javnaðartingmaður
sigur, at flokkurin hevur
nærkað seg fólkinum aft
ur. Kanska hann ger tað við
ikki at lurta eftir frøðingu
num...?
Javnaðarflokkurin
við samgonguni?
Løgmaður vil ikki svara
Klemma,
pussa og
bona
Bjarni Djurholm
kjak á síðu 11
Sjón
ligari fak
feløg
Levi Mørk
kjak á síðu 17
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
23 ára gamli fótbóltsleikarin,
sum seinastu árini hevur
spælt við besta liðnum hjá
AB, men annars uppvaksin í
HB, er í uppskoti til valevni
fyri Javnaðarflokkin til bý
ráðsvalið í høvuðsstaðnum
í november.
– Eg havi stóran áhuga
fyri kommunalpolitikki og
havi tí játtað at lata seg
stilla upp, sigur Tróndur
Sigurðsson.
Sum
fótbóltsleikari
brennur hann fyri ítróttini,
og hann sigur, at nú so nógv
tosað verður um at fáa før
oyingar at venda heimaftur,
mugu vit heldur ikki mugu
gloyma týdningin av, at høv
uðsstaðurin er væl stýrdur,
so hann kann taka kapp
ingina upp og forða frá
flyting. Í hesum sambandi
er tað av størsta týdningi,
at vit raðfesta tey ungu og
barnafamiljurnar framm
aliga, heldur hann.
Tróndur
Sigurðsson
starvast bilseljari hjá P/F
Wenzel.
Tróndur vil í býráðið