Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 95 · 17. august 2012 2 VIKUSKIFTI Sjómannadagur verður í Klaksvík um vikuskiftið. Eisini hetta summatiltakið savnar túsundtals føroyingar, ung sum eldri. Fyrireikararnir av sjómannadegnum leggja dent á, at tiltakið er fyri øll. Tað er alla æru vert, men uppaftur hugaligari er at staðfesta, at Sjómannadagurin er ókeypis! Ókeypis tiltøk eru at fegnast um. Undan ólavsøku varpaðu vit á hesum síðu ljós á ókeypis tiltøk í samband við tjóðarhátíð okkara. Og nógv bendir á, at tað eru onnur enn fólkini handan hugnaliga tiltakið í Klaksvík og einstøk tiltøk á ólavsøku, ið síggja virði í ókeypis tiltøkum. Ein teirra er Poul Clementsen, stjóri í Festi, sum umsitur hølini í Öström, ið verða brúkt sum depil fyri vinnu og mentan. – Snúðningspunktið í øllum hesum er, at mentanartiltøk ikki skulu kosta. Her hjá okkum skulu listafólk sleppa framat, sum veruliga hava nakað upp á hjartað, og tað skulu fólk sleppa at uppliva, greiddi Poul Clementsen frá í Summar fyri viku síðani. Hitt blaðið, Dimmalætting, brúkti dagarnar eftir ólavsøku at fáa yvirlit yvir, hvat tað kostaði at keypa ymsar vørur í samband við tjóðarhátíðina. Tað gjørdu tey, tí kostnaður er nakað, sum upptekur fólk. Er tað rímiligt, at ein dósaøl kostar 50 krónur? Er tað rímiligt, at tað rímiligt at sama vøra hevur ymsan prís, alt eftir hvar tú keypir hana? Sjálvandi er tað ikki tað! Men eitt er øl og pylsur. Annað er tiltøk og mentanartilboð, sum eisini kosta eina rúgvu. Tí er at fegnast um, at fólkini handan Sjómannadagin, Öström og líknandi síggja eitt virði í at skapa ókeypis tilboð og tiltøk fyri føroyingin. Ókeypis fyri øll Rólant Waag Dam Summarredaktørur Tiltøk um vikuskiftið Føroya Sjómannadagur verður um vikuskiftið fyri 8. í fiskivinnuhøvuðsstaði okkara, Klaksvík, tó er mest á skránni leygardagin Kvinnurenning verður í Havn, har omanfyri 1400 kvinnur hava teknað seg. Byrjað verður á Tórsbreyt leygardagin klokkan 15.00 Knút Háberg Eysturstein og Sleepless Ghosts spæla í Sirkus í Vágnbotni í Havn fríggjakvøldið klokkan 22.00 Føroyskur dansur verður í Norður­landahúsinum í Havn, sum Sláið Ring skipar fyri leygarkvøldið klokkan 21.00 Premier League byrjar aftur og fult umfar verður leygardagin, har eitt nú Newcastle og Tottenham fara at dystast klokkan 17.30