Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 32

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 95 · 17. august 2012 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Ein svimjiteinur á 3,8 kilometrar, 180 kilo­metrar á súkklu og síðani eitt mara­thon, ið er umleið 42 kilo­ metrar. Hetta var avbjóðingin, sum 29 ára gamli David úr Havn hevði sett sær seinasta sunnudag, tá ein kapp­ ing í ironman varð hildin seinasta sunnudag í Keypmannahavn. Við í kapp­ingini, sum hevði heitið Copen­ hagen Challenge Race, vóru útvið 2000 luttakarar, sum stríddust við at koma um málstrikuna eftir at hava svomið, súkklað og runnið ein heilan dag. – Ironman er einki minni enn ein fantastisk uppliving fyri ein sum meg, sum ongantíð hevur verið tað stóra ítróttar­menniskja, sigur ein errin David. Byrjaði úr ongum Fyri trimum árum síðani byrjaði David at venja triathlon; ein ítróttur við greinunum svimjing, súkkling og renn­ing. Áðrenn tað hevði hann ikki fingist stórvegis við ítrótt. – Eg havi altíð verið nokkso »mage­ligur« og havi ikki havt tann heilt stóra áhugan fyri ítrótti. Sum barn royndi meg innan eitt nú svimj­ ing og bogaskjóting, men tað bleiv ongan­tíð til meir enn spæl og hugna, greiðir David frá. Fyri trimum árum síðani fekk David tó hug til at byrja at venja ein ítrótt, har hann kundi venja miðvíst. – Eg helt, at eg skuldi royna okk­ urt nýtt, og onkur, sum eg kendi, var við í einum triathlonfelagi í Keyp­ manna­havn. So eg helt, at eg skuldi royna, sigur David, ið heldur seg hava upplivað fleiri fyrimunir við venj­ ingini. Umframt at hava fingið meira orku og yvirskot í gerandisdegnum, er hann lætnaður nógv. – Upp á trý ár eri eg lætnaður 26 kilo, og tað er útilokandi orsaka av venj­ing, tí eg eti stórt sæð tað sama sum fyrr, greiðir David frá. 11 harðir tímar Øll tann harða venjingin kom David til góðar sunnudagin, tá hann í 11 tím­ar og 23 minuttir svam, súkklaði og rann til ironman kappingina. – Svimjingin gekk júst, sum hon skuldi. Í tí greinini eri eg sterkastur, og tað er ivaleyst tí, at eg framvegis minn­ist teknikkin frá tí tíðini, eg sum barn svam fyri Havnar Svimjifelag, sigur David. Somuleiðis gekst honum væl at súkkla tann 180 kilometrar langa teinin, hóast hann eftir eina løtu á súkkluni fekk trupulleikar við mjødn­ini. – Fyrr í ár luttók eg í einum hálvum iron­man í Aalborg, og tá fekk eg eisini pínu í mjødnina, meðan eg súkklaði, so mann kann siga, at eg var fyrireikaður upp á, at hesin trupulleikin kundi koma fyri sunnudagin til ein heilan iron­man, greiðir David frá. Tó var tað renn­ingin, sum var strævnasti part­ urin av kappingini. – Fyri meg var renningin tað harð­ asta. Eg byrjaði at merkja møðina tá, og harafturat havi eg ikki stórvegis royndir við renning, sigur David og heldur fram: – Tað var eisini undir renningini, at pínan í mjødnini gjørdist verri og verri, serliga tá eg hevði runnið einar 24 kilometrar. Men tað var bara at halda á við at renna, sigur David. Fyrsti luttakarin rann um mál­strik­ una, tá klokkan vísti, at luttakararnir høvdu verið í gongd í 8 tímar og 20 minuttir. – Sjálvandi er stuttligt við eini góðari tíð, men fyri meg var tað mest um­ráðandi bara at kunna fullføra kappingina, men sum heild eri eg væl nøgdur við tíðina 11 tímar og 23 minuttir. Eta kaku til venjing David hevur hesi seinastu trý árini vant triathlon saman við øðrum, sum eru limir í triathlonfelagnum í Keyp­ manahavn. Vanliga nýtir David umleið 10 tímar um vikuna upp á venjing, men hetta tímatalið hevur verið væl hægri seinastu mánaðirnar. – Seinastu tíðina havi eg vant næstan hvønn dag og sum oftast tvær ferð­ir um dagin, greiðir David frá. Fyri at orka alla venjingina er hann til­vit­aður um tað, hann etur. – Eg eti vanligan sunnan mat. Tað er einki, sum eg ikki sleppi at eta ella nakað tílíkt, men ístaðin gangi eg høgt uppí at fáa nóg mikið at eta. Tá tú rørir teg so nógv sum eg, er forbrenningin ógvuliga høg, og tá skal nógv orka til, sigur David, ið viðgongur at hann eis­ini av og á etur køku. – Tað kemur meir enn so fyri, at onkur í triathlonfelagnum hevur køku við, sum vit so eta aftan á eina harða venjing. Nú skal tað ikki skiljast sum, at vit liva av køkum, men tá mann íðkar so hart og nógv, so hevur tað ikki tað heilt stóru ávirkanina á kroppin, um ein køkubiti fer niðurum. Býarlívið sett til viks At ítrótturin fer við nógvari tíð, er David fullgreiður um. – Tá so nógv tíð ferð til venjing og onkrum smærri kappingum, sigur tað seg sjálvt, at tú ikki hevur tíð til onn­ur ting, sigur David. Tað sosiala lívið verður viðhvørt skúgvað til viks, ser­liga áðrenn harðar venjingar og kapp­ingar. – Onkuntíð kann eg sakna alt tað sosiala, so sum at hugna mær saman við vinfólkunum, fara í býin og so framvegis, men tað er ikki nakað, sum eg sakni í gerandisdegnum, sigur David, sum fegnast um, at vin- fólkini royna at skilja hansara áhuga fyri ítrótt­inum og stuðla honum, tá hann luttekur í kappingum. Eingin ivi er í, at David vil ofra nógv fyri ítróttin. – Tað eg sunnudagin kom á mál, var eg so mikið glaður og visti, at allar tær hørðu venjingarnar, høvdu loyst seg, og tað var ein góð kensla, sigur David. Hesa vikuna hevur hann verið eymur í kroppinum, og tískil hildið frí frá allari venjing, men í komandi viku ætlar hann sær at byrja venjingina aftur. - Komandi tíðina verður tað eingin miðvís venjing. Ístaðin fari eg bara at venja tað, sum eg tími, tá eg tími. Og jú, eg kundi saktans funnið upp á at lut­tikið í enn einari ironman kapping, sigur David. – Eg geri hetta fegin einaferð afturat fyri at merkja sama gleðis­ rúsin, sum eg hevði, tá eg fór um málstrikuna. Tað sigur David Arge Klevang Pedersen, sum sunnudagin luttók í Ironman í Danmark Hetta geri eg aftur 225 km upp á 11 tímar