fríggjadagur 17. august 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 95 · 17. august 2012
baksíðan...
Vikan ið fór...
Minnast Elvis
Hósdagin vóru 35 ár liðin síðani Elvis
Presley doyði. Tað var tann 16. august
í 1977, at boðini bórust um deyða
hansara. Hevði The King of Rock ’n’
Roll livað í dag, so var hann 77 ára
gamal. Uttanfyri heimstað hansara,
Graceland, vóru 75.000 fólk savnaði
fyri at minnast mannin. Í samband við
runda dagin hevur verið sokallað Elvis
vika, eitt minningartiltak, har tiltøk
av ymsum slagi hava verið. Eitt av
heilt stóru tiltøkunum var konsertin á
sjálvum ársdegnum, har Elvis Presley,
umvegis video-upptøkur, kom á pallin
og framførdi, meðan tónleikarar,
ið hava spælt saman við honum
gjøgnum tíðirnar, spældu afturvið.
Spice Girls saman aftur
Olympisku leikirnir endaðu sunnukvøldið við einum ordans braki. George Michael, Annie
Lennox, Queen, The Who, Take That og mong onnur framførdu, men hæddarpunktið
hjá teimum, eru miðskeiðis í 20-nunum mundi vera, tá Spice Girls framførdu. Allar fimm
vóru tær á palli, Sporty, Ginger, Scary, Baby og Posh Spice, til stóra frægd fyri fjøldina.
Victoria Beckham hevur annars sagt nei fleiri ferðir, tá fyrispurningur hevur verið frammi
um, at Spice-diddurnar skulu finna saman aftur, men til OL-endabrakið var øðrvísi.
Nýggj
Dagur
& Vika
So er fyrsta vikan við
nýggju útgávuni av Degi
& Viku farin aftur um bak.
- Heldur enn at hava fleiri
høvuðssøgur, so fara vit at
leggja okkum eftir at hava
eina høvuðssøgu við fleiri
vinklum. Somuleiðis ynskja vit
at fáa meiri ferð á sendingina,
og gera tað heila eitt sindur
spískari enn áður, sigur
Liljan Weyhe, tíðindaleiðari
í Kringvarpi Føroya
Ljóðmaðurin
var í Føroyum
Ljóðmaðurin hjá svensku poppstjørnuni
Veronicu Maggio, 58 ára gamli sviin Tom
Hofvander, doyði mánamorgunin, eftir at
hann datt úr bussinum, sum hann og bólkurin
hjá Veronicu Maggio koyrdu við, eftir at
hava spælt á Skanderborg Festivalinum í
Danmark. Veronica Maggio skuldi spæla á
G! í summar, men kom ongantíð vegin fram,
tí veðrið loyvdu tí ikki. Hinvegin kom Tom
Hofvander og restin av bólkinum hjá Maggio
til landið. Hofvander var eisini við at gera
ljóðroynd til konsertina, sum skuldi vera á
sandinum í Syðrugøtu fríggjakvøldið 20. juli.
Sveinur
var fyrstur
Sveinur Gaard Olsen
var fyrstur av X-Factor
finalistunum í seinastu
sjónvarpskappingini hjá DR
at geva fløgu út. Fløgan
er komin á marknaðin í
Føroyum, men enn ikki
komin á danska marknaðin,
men tað kemur hon
seinni. Fløgurnar hjá
hinum finalistunum, Line
og Ida, lata framvegis
bíða eftir sær.
Van Persie
tørnar til
fyri United
Hollendski landsliðsleikarin
Robin van Persie hevur skift
eitt reytt felag út við eitt
annað, nú hann er farin
frá Arsenal til Manchester
United. Fjepparar hjá
reyðu devlunum mugu tó
bíða tolnir til vikuskiftið
er av, áðrenn teir síggja
vandamikla áleyparan tørna
til fyri felagið, tí Manchester
United skal ikki í eldin
fyrr enn mánakvøldið, tá
teir vitja hjá Everton.