fríggjadagur 17. august 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 34 l 20. august 2012
vikusíðan
VIKUBLAÐIÐ verður borið í hvørt hús í landinum hvørt mánakvøld.
Lýsingar, ið skulu framleiðast á Sosialinum, skulu vera marknaðardeildini
í hendi í seinasta lagi mikudagin vikuna undan.
Lidnar lýsingar fríggjamorgun kl. 9.00.
Ábyrgd: Eirikur Lindenskov
Grafisk framleiðsla: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útbering: Posta
Miðlahúsið
Lýsingartilfar skal sendast til lysing@sos.fo
Viðmerkjast: Vikublaðið
Eyðun Samuelsen
Lýsingarráðgevi
es@sos.fo
tel. 212577
Magnus Gunnarsson
Lýsingarráðgevi
maggi@sos.fo
tel. 216135
James Olsen
Lýsingarráðgevi
james@sos.fo
tel. 252090
Blokkurin
burtur um 10 ár
Komandi 10 árini verða tey
15 málsøkini, sum enn eru
eftir at yvirtaka sambært
yvirtøkulógini, tikin á
føroyskar hendur. – Tá
skulu vit eisini sjálvi gjalda,
sigur Kaj Leo Johannesen,
løgmaður
Spæla russiska
rulett í
ferðsluni
– Hóast vit støðugt hava
víst á vandar, sum eru í
ferðsluni, so eru tað fólk,
sum spæla russiska rulett
við lívinum, tá tey ferðast
í bili. Tað sigur Brynhild
Høgnadóttir, stjóri í
Ráðnum Fyri Ferðslutrygd,
sum heldur tað vera trupult
at broyta ferðsluvanar hjá
føroyingum
225 upp á 11
tímar
Hetta geri eg fegin aftur fyri
at merkja sama gleðisrúsin,
sum tá eg fór um
málstrikuna, sigur David
Arge Klevang Pedersen,
eftir at hann svam, rann og
súkklaði 225 kilometrar
Vikan
ið fór
Birgir W. Høgnesen
marknaðarleiðari
birgir@sos.fo
tel. 284444
Avgreiðsla/bókhald
tel. 341800
Erik Biskopstø leggur
tónleik út á Youtube
Vilmund Jacobsen
Enn ein góður og væl fyriskipaður
Summarfestivalur er av.
Aftanfyri Summarfestivalin er
eitt smápartafelag, har tveir stjórar
mynda leiðsluna. Stjórar eru Erik
Biskopstø og Steintór Rasmussen.
Aftrat sær hava teir ein fylgibólk við
4-5 fólkum.
Erik er útbúgvin fólkaskúlalærari
og hevur starvast sum slíkur, sam
stundis sum hann hevur verið ein av
krumtappunum aftanfyri Summar
festivalin.
Í fjør gjørdist hann leiðari av kvøld
skúlanum í Klaksvík, og tá fór hann í
farloyvi sum lærari. Nú starvast hann
sum kvøldskúlaleiðari og er í part
tíðarstarvi hjá smápartafelagnum,
sum eigur og rekur Summarfestivalin.
Tónleikur á netið
Erik Biskopstø hevur stóran áhuga fyri
tøkni – og ikki minst ljóðtøkni. Síðan
2009 hevur hann arbeitt við at leggja
tónleik - serliga føroyskan tónleik
- sum er framførdur á Summarfesti
valinum, út á youtube.
- Í løtuni liggja soleiðis 54 løg, sum
eru framførd á Summarfestivalinum,
úti á leinkjuni youtube.com/summar
festivalur – og onkur løg liggja eisini,
sum eru framførd so seint sum í ár.
Hann sigur, at tvey løg við Føstu
fressum liggja úti – og eitt lag við
Ólavi Klakk og Rag Rag. Sum tíðin
gongur, koma leypandi fleiri løg út á
leinkjuna at liggja.
- Á henda hátt kunnu fólk upp
liva og uppfríska konsertirnar og
framførslurnar umaftur, lag fyri lag.
Haraftrat gevur hesin møguleiki før
oyskum bólkum og tónleikanøvnum
ein fínan møguleika at hoyrast og
síggjast á altjóða tónleikapallinum,
sum Youtube má sigast at vera. Her
kunnu løgini deilast, og tað besta við
Youtube og Facebook er, at støðini
eru ókeypis.
Kritiskur mixari
Erik vísir á, at hann er rættiliga kritisk
ur, tá ræður um at ”mixa” tónleik, og
einki lag fer út á netið, fyrr enn hann
er nøgdur við góðskuna. Í flestu før
um eru mixingin av løgunum eisini
góðkend av viðkomandi bólkum ella
tónleikarum, áðrenn tey verða løgd út.
Hann sigur, at leinkjan higartil hev
ur havt umleið 450.000 vitjandi, sum
er eitt rættiliga stórt tal.
- Eg veit, at tað eru tónleikabólkar,
sum hava fingið eina ”veking”, tí tón
leikurin kom út á leinkjuna at liggja,
og ein av hesum er Dynamitt.
Erik Biskopstø leggur aftrat, at ert
tú sum tónleikabólkur ikki á Youtube
í dag, eru tú mest sum ikki við á palli
num, har tað gongur fyri seg.
Tíð og orka
Upptøkurnar á Summarfestivalinum
eru gjørdar í samstarvi við Kringvarp
Føroya, og her verða ljóðini tikin upp
á fleiri sporum.
- Hetta ger, at møguleikarnir at
arbeiða - ella mixa – tónleikin eru
nógvir, men hetta krevur bæði tíð og
orku. Eg brúki kvøldarnar til hetta, og
eg fari at halda fram við hesum ar
beiði út á veturin. Drívmegin er, at
fleiri bólkar eru fegnir um at hoyra og
síggja framførslurnar aftur á netinum,
leggur hann aftrat.
Hann sigur, at tað er tyngri at ar
beiða við útlendsku bólkunum í so
máta, men hann hevur mixað løg hjá
onkrum donskum bólki og lagt tey út
á leinkjuna.
- Men primert er tað føroysku
bólkarnar og tónleikanøvnini, eg ar
beiði við, sigur annar av stjórunum
aftan fyri Summarfestivalin, Erik
Biskopstø.
Erik Biskopstø hevur stóran áhuga fyri tøkni – og ikki minst ljóðtøkni.
Síðan 2009 hevur hann arbeitt við at leggja tónleik - serliga føroyskan
tónleik - sum er framførdur á Summarfestivalinum, út á youtube
- Higartil liggja 54 løg úti
á leinkjuni youtube.com/
summarfestivalur, sum
eg havi mixað og lagt
út, sigur Erik Biskopstø