fríggjadagur 17. august 2012síða 50
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 34 l 20. august 2012
6
vikutíðindi
Vilmund Jacobsen
15 ára gamla, Cecilia Eysturdal úr
Klaksvík, tók øll á bóli á ovastevnu, tá
svomið varð um Nólsoyarfjørð. Hon
vant burtur úr øllum hinum svimjar
unum og sló gamla metið við umleið
10 minuttum.
Cecilia svam teinin á ein tíma, sjey
minuttir og 48 sekund.
Tilsamans sjey svimjarar vóru
við hesaferð, fýra mans og tríggjar
kvinnur, men eingin av hinum megnaði
at hótta blaðungu klaksvíksgentuna.
Á Føroya Sjómannadegi hevur verið
vanligt at svimja um vánna í Klaksvík,
og her hevur Cecilia eisini luttikið. Í
fjør var hon fyrst av kvinnunum – og
endaði á øðrum plássi av øllum.
Errin mamma
Mamma Ceciliu, Herbjørg Eysturdal,
var stødd í Nólsoy, tá dóttirin svam um
fjørðin – og pápin, Karstin Andersen
og 14 ára gamla systirin, Victoria,
saman við øðrum vóru umborð á bát
inum, sum fylgdi henni.
Tað var Eyðun Samuelsen, systkina
barn Herbjørg, sum fyrimyndarliga
skipaði fyri í bátinum, og tað er ikki
okkara Eyðun Samuelsen, sum starv
ast á marknaðardeildini í Miðlahús
inum.
– Meðan hon svam um fjørðin, hevði
eg einar 2-3 ferðir telefonsamband
við bátin. At síggja til lá báturin, sum
fylgdi Ceciliu, einsamallur, og við
mínum eygum sá tað út, sum vóru tey
ikki á rættari leið. Men tað hava tey
so verið kortini. Eg trúði ikki, at Cecilia
fór at vera so skjót út um fjørðin, og
eg hevði væntað, at hon fór at síggja
troyttari út, tá hon kom í land.
Herbjørg sigur, at Cecilia segði
lítið, tá hon kom í land, men var øll
eitt stórt smíl.
– Eg klemmaði hana og ynskti
henni tillukku, og sjálvandi vóru vit
errin av dóttrini, leggur hon aftrat.
Setti sær mál
Mamman sigur, at tá Cecilia hevði
svomið um vánna í Klaksvík á Føroya
Sjómannadegi í fjør, setti hon sær fyri
at svimja um Nólsoyarfjørð á ova
stevnu í ár.
– Vit hopaðu bara, at hon fór at
gjøgnumføra teinin, tá svimjingin um
fjørðin byrjaði, men hetta endaði altso
við, at hon sló metið – við ikki minni
enn 10 minuttum.
Herbjørg sigur, at Cecilia hevur
svomið nakrar fáar túrar á Borðoyarvík
fyri at venja seg við at svimja á sjó
num. Tó kunnu viðurskiftini á Borð
oyarvík ikki heilt samanberast við
Nólsoyarfjørð, tí her er í fyrsta lagi
streymurin á muni.
– Teinurin út í Oyrar er góðar tveir
kilometrar langur, og onkuntíð hevur
hon svomið út í Oyrar og innaftur á
víkina, sigur Herbjørg Eysturdal.
Góðir svimjarar
Cecilia, sum ikki er eitt ókent navn
innan føroyska svimjing, eigur eisini
eina systir, Victoriu, sum júst er fylt
14 ár, og sum eisini er ein rættiliga
dugnaligur svimjari.
– Cecilia hevur vunnið okkurt
FM-heiti í svimjing, og Victoria eigur
eitt nú føroyska metið í 200 metra
frísvimjing fyri kvinnur, sum hon setti
í eini ungdómsmeistarakapping í Dan
mark í summar.
Herbjørg Eysturdal sigur, at tvær
yngri systrar eru eisini, Barbara sum
er níggju ár – og Sonja, sum er seks
ára gomul.
Cecilia Eysturdal, sum sló gamla
metið um Nólsoyarfjørð á ovastevnu
í ár, fyllir 16 ár hin 29. august.
Herbjørg Eysturdal, sum er mamma Ceciliu, ið sló gamla metið í svimjing um Nólsoyarfjørð
á ovastevnu, sigur, at dóttirin segði lítið, tá hon kom í land, men var øll eitt stórt smíl.
– Eg klemmaði hana og ynskti henni tillukku, og sjálvandi vóru vit errin av henni
Vit eru errin av dóttrini
– Eg trúði ikki, at Cecilia fór at vera so skjót út um fjørðin, og eg hevði væntað, at hon
fór at síggja troyttari út, tá hon kom í land, sigur mamman, Herbjørg Eysturdal
Mynd: Leo Poulsen
Eingin ótti og eingin sjóverkur
– Eg havi sjálvandi hugsað um hvalir, hemarar og annað, sum livir í
sjónum, men hetta var ikki nakað, eg kundi brúka á leiðini um fjørðin.
Sjálv haldi eg, at eitt nú bóghvítuhvalur er eitt flott dýr, og eg hugsaði
ikki, at ein slíkur fór at gera mær nakað, sigur Cecilia Eysturdal
Vilmund Jacobsen
Cecilia Eysturdal, sum gjørdist fyrst
út um Nólsoyarfjørð og sló gamla
metið í svimjing um fjørðin á ova
stevnu, sigur, at hennara fremsta
mál var at gjøgnumføra teinin.
– Men eg helt skjótt, at eg lá væl
fyri, og tí hevði eg bara eitt mál –
at koma sum skjótast út um fjørðin.
Meðan fleiri av hinum svimjarunum
líka sum svumu til fylgibátarnar,
kom báturin, sum fylgdi mær, til mín.
Tá tú svimur á sjónum, sært tú ikki,
hvar tú ert, tí tú liggur so lágt. Tí er
sjálvandi neyðugt við fylgibáti, og tú
noyðist soleiðis at fylgja kósini hjá
bátinum, sum ger av, hvussu svomið
verður um fjørðin.
Cecilia sigur, at eingin ótti – ei
heldur sjóverkur – var á henni á leið
ini út um fjørðin.
– Eg havi sjálvandi hugsað um
hvalir, hemarar og annað, sum livir
í sjónum, men hetta var ikki nakað,
eg kundi brúka á leiðini um fjørðin.
Sjálv haldi eg, at eitt nú bóghvítu
hvalur er eitt flott dýr, og eg hugsaði
ikki, at ein slíkur fór at gera mær
nakað.
Hon sigur, at munurin á at svimja
á vánni í Klaksvík, á Borðoyarvík og
so um Nólsoyarfjørð, vóru aldurnar,
sum á leiðini um Nólsoyarfjørð líka
sum komu frá øllum síðum.
Cecilia sigur, at hon var rættiliga
móð, tá hon vann upp land í Nólsoy
– og hon var eisini ógvuliga glað.
– Tað var tá, eg kom í land, at
eg skilti, at eg hevði sligið gamla
metið í svimjing um Nólsoyarfjørð á
ovastevnu, og tað kennist væl, sigur
fryntliga klaksvíksgentan, Cecilia
Eysturdal við Vikublaðið.
Føroya
størsti
vælger
andi
loppu
markn
aður
Fyri at savna pening til felags
skapin Beran, sum arbeiðir við at
stuðla børnum og ungum, ið hava
mist familjulim, verður enn eina
ferð skipað fyri risastórum loppu
marknaði leygardagin 8. september
í Hoyvíkahøllini.
Tiltakið er skipað á tann hátt, at
øll, ið hava hug at selja sínar brúktu
lutir, kunnu leiga sær eitt borð fyri
300 krónur. Allur peningurin, sum
kemur inn fyri borðleigu, fer til
felagsskapin Beran.
Loppumarknaðurin verður í
Hoyvíkshøllini leygardagin 8. sep
tember frá klokkan 10 til 18. Tey,
sum vilja leiga borð hendan dagin,
kunnu skráseta seg við at ringja
til Nitu tlf. 258105 ella senda ein
teldupost til loppur@gmail.com
Endamálið hjá Beranum er at
geva børnum og ungum, ið hava
mist foreldur og ella systkin við
deyða, eitt forum, har tey kunnu
møtast og práta við javnlík. Fyrstu
árini var felagsskapurin ikki á
fíggjarlógini, men síðani 2007
hevur verið pláss fyri arbeiðinum
hjá Beranum á landsins fíggjarlóg.
Men gávur og stuðul frá privatum,
virkjum, stovnum og kommunum
eigur ein berandi part av lívinum í
felagnum.
Seinasta tiltakið, sum var 14.
april í ár, gav 20.000 kr. sum fóru
til Beran.
Vónandi verður undirtøkan líka
so stór hesaferð.