fríggjadagur 17. august 2012síða 52
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 34 l 20. august 2012
8
vikutíðindi
Dødens pølse
at ganga leingi
arbeiðsleysur
”... okur hava oftani hoyrt fólk tosað niðrandi um tey arbeiðsleysu
- almannaklientar - men, nú je havi roynt tað sjálvur, haldi je, at
tað eru fá, ið vilja vera í hesi støðu. Vildi ynskt, at øll hesi fingu
sama møguleika sum je...” Tað skrivar Leivur Nygaard á sínum
facebook-profili, nú hann eftir arbeiðsloysi í hálvt triðja ár hevur
fingið arbeiði hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri
Vilmund Jacobsen
Ein av teimum mongu, sum hevur fingið
arbeiði á nýggja uppsjóvarvirkinum
á Tvøroyri, Varðanum Pelagic, er
61 ára gamli, Leivur Nygaard. Hann
hevur gingið arbeiðsleysur, síðan hann
varð sagdur úr starvi hjá Tvøroyrar
kommunu fyri umleið hálvum triðja
ári síðan. Eftir drúgva starvstíð fyri
kommununa – eini 35 ár tilsamans –
fekk hann sekkin, og alla hesa tíð síðan
hevur hann gingið arbeiðsleysur.
Niðrandi um arbeiðsleys
Herfyri skrivaði Leivur Nygaard á sínum
profili á Facebook hesar reglur:
”Eg eri sloppin aftur til arbeiðis
eftir 2,5 ár uttan starv. Og ikki hissini
arbeiði - 12 tímars vaktir sjey dagar
um vikuna. Tað setir krøv til ein eldri
gubba, sum tó er sera takksamur
fyri møguleikan. Annars hava okur
oftani hoyrt fólk tosað niðrandi um
tey arbeiðsleysu – almannaklientar
– men, nú je havi roynt tað sjálvur,
haldi je, at tað eru fá, ið vilja vera í
hesi støðu. Vildi ynskt, at øll hesi
fingu sama møguleika sum je. Alt tað
besta til tykra!”
Í einum øðrum broti á Facebook
skrivar Leivur Nygaard:
”Í løtuni eri je bert glaður fyri at
vera sloppin aftur til verka. Hasar eyka
fýra tímarnar hevði je helst sitið og
gløtt í sjónvarpið. Og, tá je tonki nerri
upp á hetta, so haldi je, at tíðin verður
betri brúkt á henda hátt. Um okur
taka útróðrarmenninar.... munna teir
nokk hava nógvar 12-tímars krevjandi
vaktir við minni enn 12 tímars
hvílu. Og teir, sum je kenni, síggja
kjarnusunnir út, hóast sera móðir
viðhvørt. Enn einaferð, je eri sera
glaður fyri arbeiðið og havi ikki hoyrt
nakran annan av starvsfeløgunum
sagt nakað annað...”
”Dødens pølse”
Við Vikublaðið sigur Leivur Nygaard:
– Eg eri føddur í 1951
og fylti 61 ár í síðstu viku.
At ganga arbeiðsleysur er
”dødens pølse”, men tað
er so avgjørt ikki lætt at
fáa arbeiði í Suðuroy í
mínum aldri. Í flestu førum
verður fokuserað upp á tey,
sum eru yngri enn eg.
Leivur sigur, at tá tað gjørd
ist greitt, at uppsjóvarvirki fór at
koma á Tvøroyri, søkti hann um arb
eiði, men sum tíðin gekk, hoyrdi hann
einki aftur.
– Men so setti eg meg aftur í
samband við leiðsluna og fekk arbeiði,
leggur hann aftrat.
Í slíkum verksmiðjuarbeiði sum tí,
ið er á uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri,
eru øll líka – um man so kann siga.
– Øll virkislið og soleiðis eisini
øll arbeiðsfólk hava sama týdning.
Steðgar eitt lið upp, kemur steðgur
í framleiðsluna. Á summum plássum
er neyðugt við kvikum fólki – og
aðrastaðni stendur minni á. Kortini
hava øll lið sín týdning, endurtekur
hann.
Leivur sigur, at hann hevur passað
eina maskinu ið viklar plattar, sum tað
verður rópt.
– Hetta er líka sum seinasti liður
í framleiðsluni, har plastik verður
vundið um plattarnar, og etikettir
verða settar á.
Langir dagar
Leivur Nygaard sigur, at hann byrjaði
hjá Varðanum Pelagic hin 31. juli, og
hóast vaktirnar hava verið langar,
heldur hann ikki, at arbeiði er so
kropsliga strævið.
– Virkið er so væl útbygt við
neyðugum maskinum, amboðum og
tólum, at her er einki beinleiðis tungt
likamligt arbeiðið. Hinvegin kann tað
vera strævið hjá einum eldri ”gubba”
at ganga á einum betonggólvi í einar
12 tímar út í eitt.
Hann heldur kortini ikki, at langi
arbeiðsdagurin er nakar trupulleiki, tí
arbeiðsgleðin – um alt virkið – er so
mikið størri.
– Tú merkir dagliga, at øll eru
glað, og eingin grenjar um, at arb
eiðsdagurin er langur. Vit fáa ókeypis
arbeiðsklæði, vit fáa ókeypis kaffi,
døgurða og nátturða. Jú, tímarnir eru
nógvir, men vit fáa eisini góða løn.
Ótrúlig verkætlan
Leivur er nærmast málleysur, tá hann
umrøður stuttu tíðina, alt hetta
virksemi er reist á Tvøroyri.
– Eg haldi, at henda verkætlan
er heilt ótrúlig. Um ársskiftið var
steindeytt her á bryggjuni. Her stóð
eitt gamalt virki við ongum virksemi,
og her var ein bryggja, sum ikki kundi
brúkast til stór uppsjóvarskip. Bara 14
vikur seinni byrjaði eitt nýtt og stórt
virki, og vit hava eisini fingið eina
nýggja bryggju. Skip koma við nógvum
fiski, inni á virkinum er nógv virksemi,
og stór farmaskip koma nú javnan á
Tvøroyri eftir lidnari vøru.
Leivur Nygaard heldur, at hetta
bara er so heilt fantastiskt, og tað er
vist, at tað eru dugnalig fólk, sum hava
staðið aftan fyri hesar verkætlanir.
– Aðrastaðni tekur tað vanliga
umleið hálvt annað ár at byggja eitt
so stórt og framkomið virkið, sigur
hann.
Eg kendi meg
kasseraðan
- Jú, eg var heilt ótrúliga vónsvikin,
tá eg varð uppsagdur hjá Tvøroyrar
kommunu. Nú eg havi fingið fast
arbeiði hjá Varðanum Pelagic, fegnist
eg um, at onkur eisini hevur brúk
fyri mær, sigur Leivur Nygaard
Vilmund Jacobsen
Leivur Nygaard hevði starvast tað
mesta av 35 árum hjá Tvøroyrar
kommunu, tá hann varð sagdur úr
starvi.
– Vanliga plaga fólk at verða
heiðrað eftir so langa starvstíð,
men eg varð bara uppsagdur – sum
”tøkk” fyri hesa tænastu. Eg var
vónbrotin og kendi meg rættiliga
”kasseraðan”. Sjálvur hevði eg hild
ið, at kommunan eftir so drúgva
tænastu kundi latið meg verið í
starvi nøkur ár aftrat – ella til
pensjónsaldur.
Leivur, sum er útbúgvin jarn
smiðjur, byrjaði hjá Tvøroyrar kom
munu sum umsjónarmaður. Hann
hevur eisini verið hallarvørur, og
tey seinastu árini, hann var í starvi
hjá Tvøroyrar kommunu, var hann
vatnmeistari.
Sum yngri sigldi hann eitt skifti
við Bláfossi, og hann var eisini
avloysari við onkrum øðrum skip
um.
– Jú, eg var heilt ótrúliga
vónsvikin, tá eg varð uppsagdur.
Nú eg havi fingið fast arbeiði hjá
Varðanum Pelagic á Tvøroyri, fegn
ist eg hvønn dag um, at onkur
eisini hevur brúk fyri mær, sigur
Leivur Nygaard.
– Tað er so vist, at dagurin hevur fingið eitt heilt annað
innihald, eftir at eg havi fingið fast arbeiði aftur eftir hálvum
triðja ári í arbeiðsloysi, sigur Leivur Nygaard
... tú merkir dagliga,
at øll eru glað, og
eingin grenjar um,
at arbeiðsdagurin
er langur...