Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 56

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 20. august 2012 12 vikutíðindi – Eg eri í Havn umleið eina ferð um vikuna fyri at gera tey arbeiði, ið ikki kunnu fjarstýrast, sigur Poul Laust Christiansen, teldufrøðingur í Hvalba Vilmund Jacobsen Ctrl Sp/f er ein KT fyritøka sum veitir KT-tænastur til virkir. Fyritøkan heldur til í Hvalba, men allir kundarnir eru norðanfjørðs. – Vit taka okkum eitt nú av umsiting av teldum og netverki, support, for­ ritan, gerð av heimasíðum, og eisini hýsa vit heimasíðum og teldupostum, sigur Poul Laust Christiansen. Hann er ein rættiligur teldunørdur, sum vit positivt plaga at siga um fólk, ið nærmast vita alt um teldur, netverk og forritan. Eingin trupulleiki Vikublaðið hevur spurt Poul Laust Christiansen, hvussu tað riggar at hava eina KT fyritøku í Hvalba. – Jú, tað riggar fínt. So leingi, sum breiðbandið er gott og støðugt, er stórt sæð eingin munur á at arbeiða í Havn og í Hvalba. Hann vísir á, at allar teldur vera fjarstýrdar kortini, og so er hann í Havn umleið eina ferð um vikuna fyri at gera tey arbeiði, ið ikki kunnu fjar­ stýrast. – Í Havn havi eg fundir við við­ skiftafólk og taki mær av uppseting av útgerð, sigur KT-maðurin í Hvalba. Útbúgvin datalogur Poul er ikki bara sjálvlærdur, men hevur eisini tikið sína útbúgving. ­– Jú, eg eri útbúgvin teldu­ frøðingur – ella datalogur, sum tað verður rópt, og síðan havi eg eisini HD, 1. part. Poul Laust Christiansen er 36 ára gamal, og kona hansara er lærari við Hvalbiar skúla. At enda kunnu vit vísa á heima­síðuna hjá KT fyritøkuni í Hvalba, sum er www.ctrl.fo KT fyritøka í Hvalba við kundum norðanfjørðs – So leingi, sum breið­ bandið er gott og støð­ ugt, er stórt sæð eingin munur á at arb­eiða í Havn og í Hvalba, tí allar teldur vera fjar­ stýrd­ar kortini, sigur Poul Laust Christiansen, teldu­ nørdur í Hvalba Roxette eiga besta summar­ hittið í 25 ár Svenska duoin, Roxette, eigur størsta summarhittið, sum hevur verið seinastu 25 árini. Sangurin ”It Must Have Been Love”, sum er vinnaralagið, var tó upprunaliga ein jólasangur. Danska útvarpsrásin, P3, hevur hetta summarið leitað eftir størsta summarhittinum seinastu 25 árini, og kappingin hevur verið hørð. Allíkavæl blivu tað tey bæði Per Gessle og Marie Fredriksson, sum saman kalla seg Roxette, sum við lagnum ”It Must Have Been Love” kunnu kalla seg eigarar av besta summarhittið í 25 ár. Tey flestu kenna ivaleyst sangin frá filminum ”Pretty Woman”, men tað var tó ikki har, sangurin bleiv kendur fyrstu ferð. Lagið lá ovast á svenska hitlistanum í 1987, tá tað var eitt jólalag og hevði heitið ”Christmas for the Broken­heart­ ed”. ”It Must Have Been Love” hittaði í fleiri enn 75 londum, tá sangurin streyk inn á allar hitlistar summarið 1990. Sangurin dystaðist um at gerast besta summarhittið ímóti stórum tónleikanøvnum sum Spice Girls, Take That, Team Easy On og Gnarls Barkley. »...Ctrl Sp/f tekur sær eitt nú av umsiting av teldum og netverki, support, forritan og gerð av heimasíðum...« Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo GORI 88 Dekkandi 5 Litur. GORI 88 Transparent 5 Litur. 648,- 548,- GORI 22 Grundari 5 Litur. 348,- Træið sigur gori uTTandurða málInG