Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 62

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 20. august 2012 18 Bilar Vikutema Morris Minor framsýning Tað var sum í gomlum døgum hjá Reyni Service. Fult hús av Morris bilum 65 ár eftir at Sigird av Reyni byrjaði at selja Morris í Føroyum Fríggjadagin 27. juli vóru Toyota bil­ arnir á framsýningi hjá Reyni Service í Hoyvík skiftir út við flottar gamlir Morris Minor, sum vórðu sýndir fram fyri almenninginum. Talan var um bilar hjá limum í Nordisk Morris Minor Klubb, sum vitjaðu í Føroyum við 33 Morris Minor í nógvum ymiskum útgávum. Eisini vóru gamlar føroyskar Morris myndir og annað í hesum sambandi at síggja. Morris Minor vórðu gjørdir í ymiskum útgávum frá 1948 heilt til 1971. Tað var Reyni Service, sum umboðaði Morris frá 1947 til 1980. Ferðaleiðari á túrinum var Ragnheiður Skipper, ið er dóttir Erik Petersen í Havn, sum í mong ár koyrdi við Morris Minor. Sonur hennara Thomas Skipper er limur í Nordisk Morris Minor Klubb og koyrir eisini við Morris Minor. Thomas Skipper og mamman Ragnheiður, ið er dóttir Erik Petersen í Havn Morris Minor í framsýningarhølunum hjá Reyni Service