Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 68

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 34 l 20. august 2012 24 vikutíðindi Mentan í fremstu røð í Fuglafirði Í døgunum 18. til 23. september verður mentanarvika í Fuglafirði har lagt verður upp til, at fólk, sum duga, tíma og vilja – geva sær tið til at koma hvør øðrum við »Livandi mentan, har vit koma hvørjum øðrum við« er grundsjónarmiðið aftan fyri mentanarvikuna, sum verður í Fuglafirði frá týsdegnum, 18. sep­ tember, til sunnudagin, 23. september, 2012. Skráin fer at bjóða eina rúgvu av góðum og áhugaverdum tiltøkum hvønn dag alla vikuna. Umframt at síggja og hoyra ymiskt, verður eisini lagt upp til, at fólk sjálvi luttaka og skapa. Vikan leggur upp til, at fólk, sum duga, tíma og vilja – geva sær tíð til at koma hvørjum øðrum við. So­ leiðis umfatar skráin – umframt ymsar størri og minni framsýningar, fyri­ lestrar og konsertir – eisini eina røð av tiltøkum og verkstovum, har fólk, eisini aðrastaðni frá, kunnu luttaka. – Stovnar, virkir, handlar, fríðtíðar- og áhugafelagsskapir og einstaklingar í býnum hava tikið væl í móti áheit­ anum og fyrispurningum frá kom­ mununi, og er tað hesum fyri at takka, at skráin sær lovandi út, siga tey á Kunningarstovuni í Fuglafirði. Endaliga skráin verður lýst m.a. á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kom­ munu, www.fuglafjordur.fo og á sosi­ alu miðlunum í næstum, men fyribils sær skráin soleiðis út: Verkstovur Dansiverkstova fyri ung í skúlanum, sum endar við dansiframførslu í gamla svimjihyli, verkstova í skúlanum í sam­ band við fyrireiking av »paradu«, kreativar verkstovur í Ribarslofti m.a. pílaflætting og ymsar verkstovur í sambandi við UNIKA-gávu-marknað hinumegin vegin, opin verkstaður á Vesturstovu, Verkstova/barnaringur í Thabor, tónleikaverkstova og »jam« á John's Cafe við m.o. Stanley Samuel­ sen og Høgna Lisberg, ungdóms­verk­ stova og kappingar í »Hygge Joe's« í Mentan­arhúsinum, opin verkstaður í Lonini og dansiverkstova við Selmu Kjærbo saman við Flog fyri vaksin, børn, arbeiðsfólk, virkir, stovnar. Størsta verkstovan er »Kórmót«, sum Fuglafjarðar Sangkór hevur tikið stig til. Tey hava bjóðað skotska urgu­spæl­ aranum og kórleiðaranum Michael Bawtree higar at leiða Kórmótið, har tey m.a. fara at syngja brot úr Händels Messias. Kórmótið endar við konsert í kirkjuni. Daglig tilboð Kamping uttan fyri Mentanarhúsið, morgunsvimjing í svimjihøllini ella á sjónum við møguleika fyri morgunmati í Mentanarhúsinum aftaná. Morgun­ kaffi, prát og avísir við runda borðið á Bókasavinum, Undirhúsið er opið, Piddasa handil og Gallerí Ribarhús eru opin, stórur UNIKA-gávu-marknaður er opin (m.o. Fíl, Shisa, Freeleif, knappliga, Erla Perla, Lilliane Svøð­ stein, Guðrið Poulsen) Morgunmatur til keyps hvønn gerandismorgum í Mentanarhúsinum, brunch verður at fáa um vikuskiftið. Pannukøkur. Johns Cafe hevur opið, Pizzaria Prima Vera hevur opið og Muntra hevur góð buffettilboð alla vikuna. Tiltøk Gongutúrur eftir fjøllunum kring Fugla­ fjørð, grótbrotskonsert við Sleepless Ghosts, fyrilestrar av ymsum slag, skrønir úr Fuglafirði, Poetry Slam á Bókasavninum, ÍF flogbóltur skipar fyri uttandura flogbóltsvølli og til­ tøkum á sandinum, ponyríðing, Fugla­ fjarðar Sløkkilið hevur framvísing av útgerð, klipping og sløkking av bili v.m. Filmssýningar í Mentanarhúsinum, nýggi Barnagarðurin á Kambsdali hevur opið hús, kappingar, rundvísingar á kajuni, Altjóða Alzheimerdagur 21. sept, andlitsmáling, dukkuleikir, brot úr gomlum smalfilmi úr Fuglafirði, stórur barna/leiku-loppumarknaður (øll børn eru vælkomin at luttaka), karokekapping, filmsýningar og upp­ lestur fyri børn undir skúlaaldur á Bókasavninum, Bassi vitjar, "Syngið við"-hugnatiltak við buffet frá Muntra sunnukvøldið 23. sept. Framsýningar Fotoframsýning »Gerandismyndir«, framsýningin »KUFFERT« í hølum hjá Havsbrún (øll kunnu luttaka), veteran­ bilasavn letur upp, vindeyga-lista- fram­sýning eftir niðasta vegi, fram­ sýning av bundnum kjólum, fram­sýning við gomlum myndum úr Fuglafirði, framsýning av steinprentum hjá Fríðu Brekku, Bárður Jákupsson og Olivur við Neyst í Gallerí Ribarhús, framsýning av gomlum lestrarbókum, bíblium og sálmabókum í kirkjuni, málninga­fram­ sýning við Frits Johannesen, Øssur Mohr og Heðin Kambsdal, málninga­ framsýning við Idu Jacobsen í Vestur­ stovu, Fornminnisfelagið hevur opið í Høvdahúsinum og letur nýtt bátasavn upp í Ribarhúsi, Alzheimerfelagið og fólk ið hava arbeitt við reminicens hava framsýning í Høvdahúinsum, Mortansa hús er opið. Kunningarbásur við vetrarskráum hjá felagsskapum í býnum. Tónleikur og konsertir Tónleikatreff og -jam á Johns Cafe og í Ribarhúsi alla vikuna, Konsertfelagið skipar fyri klassiskari urgu- og trom­ pet­konsert í kirkjuni við Michael Bawtree og Johan Hentze, Kórmót við framførðslu av m.a. Händels Messias, Stanley Samuelsen, Lív Næs og Tróndur, Rói & Jonhard, Fuglafjarðar Hornorkestur, Niels Midjord, Høgni Lisberg, Sleepless Ghosts, Late Night Satelite, Absurdy Fair, fourMENH, Brandur, T.O.S., dreingjabólkurin Anto­ nymes, Jeanett & Elsa, jassbólkurin Stolen Moments og onnur. Noma-kokkar gera gourmet- mat til sjúk Grannnálir, brenninotur og rósubløð. Hetta er vøkstur, sum finst í náttúruni. Alt hetta er partur av grundarlagnum undir tí mati, sum danska Michelin- matstovan Noma borðrreiðir við Vilmund Jacobsen Tveir av kokkunum, sum hava verið við til at ment sonevnda norður­ lendska gourmet-matin, arbeiða nú í einum øðrvísi umhvørvi á sjúkrahúsinum í Herlev í Danmark. Her eru teir í holt við at menna eina nýggja matarskrá við norður­ lendskum rávørum, sum dagliga skulu borðreiðast til teir út við 1000 sjúklingarnar á sjúkra­húsi­ num. Tankin aftan fyri hesa matarskrá er, at gourmet-matur saktans kann borðrreiðast á einum sjúkrahúsi og soleiðis økja um lívsgóðskuna hjá sjúklingunum. – Vit skulu lyfta botnstøðið og soleiðis geva sjúkrahúsinum íblást­ ur til at gera tingini frá botni av. Vit skulu gera góðan norður­ lendskan mat, og vit skulu brúka norðurlendskar rávørur, eitt nú korn og ber, men eisini grannnálir, brenninotur og rósubløð. Tað sigur kokkurin, Torsten Vild­ gaard, við TV2. Bæði Torsten Vildgaard og Søren Westh hava júst sagt farvæl við matstovuna, Noma, og teir hava vent eygunum til sjúkrahúsið í Herlev, har teir skulu ráðgeva um mat. TV2 spurdi, um tað ikki er utopi at halda, at teir kunnu gera hvønn­ dagskost til 1000 sjúklingar um dagin við slíkum rávørum. – Nei, tað er tað avgjørt ikki. Tað eru lutfalsliga smá ting, sum vit skulu broyta og tillaga fyri, at hetta kann gerast møguligt, sigur Torsten Vildgaard. Hann leggur aftrat, at nýkókað egg og dampað epli við skali er matur, sum kann gera munin fyri lívsgóðskuna hjá sjúklingunum. - Vit vilja gjarna, at sjúklingarnir fáa góðan mat, og vit hugsa eisini, at vit soleiðis kunnu vera við til at lyfta undir norðurlendska køkin. Køksstjórin á sjúkrahúsinum, Michael Allerup, sigur, at tað verður ikki dýrari fyri sjúkrahúsið at gera betri mat til sjúklingarnar, og hann vónar eisini, at tiltakið fer at stimbra áhugan fyri norðurlendsku rávørunum.