Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Avdúkingin hjá Sos­ial­i­num, um at feløg hjá løg­ manni hava givið tí al­emnna og øðr­um tap, hevur nú ført til, at Løg­mans­skriv­ stov­an hev­ur strik­að hald­ið hjá løg­manni upp á Sosialin Fríggjadagin ringdu fólk frá Løg­mans­skriv­stov­uni á Sos­ i­al­in at boða frá, at Før­oya Løg­mað­ur, Kaj Leo Jo­hanne­ sen, ikki longur ynskir at hald­a Sosialin. Tað hevur til allar tíðir ver­ið so­leiðis, at landsstýrið hev­ur hald upp á bløðini. Eis­i­ni verða bløðin borin heim til landsstýrisfólk og løg­mann. Sosialurin hevur roynt at ringt til løgmanni fyri at frætta, hví Løg­mans­skriv­ stov­an hevur tikið hetta óvanliga stig, men hann var ikki at hitta. Hóast eingin grundgeving var fyri uppsøgnini, so skyld­ ast hon uttan iva ta skriv­ing, sum hevur verið í Sos­i­al­i­ num sein­astu vik­ur­nar um ó­ski­l­ið í part­a­fel­øg­u­num hjá løg­manni, sum hevur ført til, at tað al­menna og onnur hava mist nógv­ar peng­ar upp á hesi feløg. Eitt nú hevur Bank­Nordik mist 13 mill­i­ón­ir krón­ur upp á høv­uðs­fel­ag­ið hjá løg­manni, P/F KRK-Hold­ ing. Hvussu stórt tapið er til­ sam­ans er tað eingin sum veit, utt­an Kaj Leo Jo­hann­ e­sen sjál­v­ur og fel­ag­ar hans­ ara, tí í bún­um eft­ir fel­øg­ini vór­u als eingi virði – ikki so frægt, at tað bar til finna út av, hvussu nógv­ar ó­goldn­ar rokn­ing­ar lógu eft­ir. Tí­skil vóru fel­øg­ini strik­að sam­ bært grein 143 í konk­urs­lóg­ ini um »selskab ud­en midl­er«. Tað merk­ir, at eing­in krav­án­ ari fær eitt klov­ið oyra. Orsøkin til alt hetta rumbl­ ið var eitt eitt lesarabræv á Vága­port­al­i­num, at Jørgen Nicl­a­sen og Kaj Leo Jo­hann­ e­sen vóru lagdir und­ir at hav­a giv­ið tí al­menna tap gjøgn­um part­a­fel­øg. Løgmaður hevur av­sann­ að hetta fleiri ferðir, bæði á Vág­a­port­al­inum, í Sos­i­al­i­ num og á Rás2. Tað er hetta, sum Sos­i­al­ ur­in hevur víst á fleiri ferðir, at løg­mað­ur hevur sagt ósatt – og tað er ein trupulleiki. Dagur og Viku viðgjørdi fríggja­kvøld­ið sama evnið, og har staðfesti løg­frøð­ing­ ur­in Krist­ina Sam­u­el­sen tað, sum Sos­i­al­ur­in fleiri ferð­ir hev­ur stað­fest, at løg­mað­ur hevði fulla á­byrgd av hes­ um fel­øg­um, har hann var nevnd­ar­for­mað­ur. Spurningurin er so, um løg­maður eisini strikar kring­ varps­gjald­ið – ella hvussu hann kann hevna seg inn á sjón­varpið... Í Degi og Viku fríggjakvøldið sóu vit løgmann fyri opn­um skíggja við­ganga, at hann hevði volt tí almenna tap gjøgn­um síni parta­fel­ øg, og at hann ikki hevði røkt sínar skyld­ur sum nevndarformaður í sín­um feløgum, sum hava givið øðr­ um stór milliónatap. Eitt nú misti Bank­Nord­ik 13 milliónir krónur upp á høv­uðs­fel­ag­ið hjá løgmanni, P/F KRK-Holding. At málið um konkursraktu fel­øg­ ini hjá løg­manni er vorð­ið til eina gølu kemst av, at løgmaður – eft­ir at hann í einum lesarabrævi á Vága­ port­al­i­num varð lagd­ur und­ir at hava pá­ført tí al­menna tap gjøgn­ um síni parta­fel­øg – blankt nokt­aði fyri hes­um. Hann gjørdi seg so­leið­is sek­an í at siga ósatt fyri Vága­port­al­ inum, fyri Sos­i­al­i­num og fyri Rás2, sum spurdu um málið. Tá vit á Sosialinum fingu fleiri á­bend­ing­ar um, at tað ikki pass­aði, sum løg­mað­ur segði, bóðu vit um al­ment inn­lit í má­l­ið. Her komu vit eft­ir, at sera lít­ið skil var í fel­øg­u­ num hjá løg­manni. So lít­ið, at eing­ in bú­rokn­skap­ur varð gjørd­ur fyri nak­að av fel­øg­u­num – utt­an Sp/F Si­s­e­ro. Í bún­um eftir hetta felag var tó ikki so nógv at koma eftir, tí krav­ án­ar­ar­nir fingu bert 5,7 prosent av tí, teir áttu til góðar. Í hinum feløg­u­ num fingu kravánararnar als einki. Tey vóru øll avtikin sambært grein 143 í kon­kurslógini – sum er fyri »sel­skab uden midler«. Í fyrstu syftu fingu vit bert innlit í bú­roknskapin hjá Sp/F Sisero, tí Sosi­al­urin átti pengar tilgóðar har. Vit bóðu løg­mann um innlit í hini fel­øgini, men hesum sýtti hann. Tá vit so vístu honum búroknskapin hjá Si­sero, so gjørdist hann ikki sørt ilsk­ur inn á Sosialin, tí hann hevði als einki við hetta felag at gera, segði hann. Vit gjørdu hann sjálvandi var­ ug­an við, at hann sum nevnd­ar­ for­mað­ur hevði fulla á­byrgd – og spurdu, um hann ikki visti tað? Men Kaj Leo Johannesen stóð fast við, at hann sum minni­luta­eigari í hesum fel­ag onga ávirkan hevði havt. Løgmaður hevur eisini fleiri ferð­ ir skriv­að á Facebook, at Sosialurin hev­ur skrivað ósatt í hesum máli, og hann hev­ur spei­rik­ið Sos­ialin við at kalla blað­ið »javn­að­ar­blað­ið«. Hvør skal siga: Við at vísa á, at løg­mað­ ur hevur misskilt og mis­røkt sína á­byrgd sum nevnd­ar­for­mað­ur og kost­að landi og øðr­um peng­ar, so renn­ir tú pol­it­isk ørindi fyri mót­ støð­u­flokk­ar hjá løgmanni... Men tá løgmaður í Degi og Viku hoyrdi løg­frøð­ing­in Krist­inu Sam­u­ el­sen siga tað sama, sum Sosialurin hev­ur sagt: At løgmaður á ongan hátt kann skáka sær undan ábyrgd, tá blotn­aði løg­mað­ur og viðgekk, at hann ikki hevði røkt sínar skyldur. Trúvirðið hjá løgmanni hevði ikki fing­ið so stóran skaða, um hann segði sann­leik­an beinanvegin. Tað loysir seg at siga sann­leikan – eisini í politikki! – Um vit skulu flyta okkum, mugu vit onkuntíð seta okkum mál, sum tykjast ó­gjørlig. Hendan boðskap hevði Rani Nolsøe, stjóri í Í­verk­ set­a­r­a­hús­i­num, á full­sett­ ari í­verksetararáðstevnu, sum Halgir Winther Nagata skipaði fyri á Føroya Tele leygardagin.

 Eini hundrað fólk tóku lut á í­verksetararáðstevnuni, sum Jógvan Arge, bý­ráðs­ lim­ur setti. Framløgur, verk­stov­ur og per­són­lig ráð­gev­ing vóru á skránni. Umboð fyri Vinnu­frama, Taks og Fram­tak høvdu framløgur um skatt­a­við­ur­ skifti, fíggingarmøguleikar og onnur øki, sum hava við í­verk­setan at gera. Eisini vóru verkstovur um løg­ frøð­il­ig­ar spurn­ing­ar við Eyð­bjørn Larsen, sakførara, og hug­skots­menn­ing við Christiani Nag­ata, vinn­ u­lívs­manni. Har­umframt kundu lut­tak­ar­ar­nir fáa bein­leiðis og per­són­liga ráð­gev­ing frá TAKS, SPEKT, Vinn­u­frama og Íverk­seta­r­a­ hús­i­num.

 – Eg fekk nógv burturúr. Eg havi onkur hugskot, og nú havi eg nógv betri vit­an um, hvat skal til fyri at fara í holt við í­verk­set­ar­avirk­ semi, sigur Jóhan Egh­olm, lesandi, sum luttók á ráð­ stevnuni. 

 Eisini Halgir Winther Na­g­ata, fyriskipari, er væl nøgd­ur við tiltakið. 

 – Hetta gekk væl, og nú bíði eg spentur eftir aft­ur­ meld­ing­u­num á nebula.fo So kann eitt framtíðar til­tak gerast enn betri, sigur Halg­ir, sum arbeiðir við ætl­anum um at endurtaka í­verk­set­a­r­aráð­stevn­una kom­andi ár. Mugu seta okkum ógjørlig mál Løgmaður og trúvirði Neyðugt við skap­ andi vinnu­ lívi Jógvan arge kjak á síðu 24 Drepa neytini Palli Dalsgaard kjak á síðu 25 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Løgmaður vil ikki síggja Sosialin longur