mánadagur 20. august 2012síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hetta er aðru ferð vit
skriva minningarorð um
barnið hjá einum av okkara
systkjum, sum alt ov tíðliga
í lívinum bleiv tikið frá
okkum.
Fyrst
Hjarnar,
sum doyði 18. Desembur
2006
í
ferðsluvanlukku,
og nú Ási sum doyði 8.
Oktobur 2011 av herviligari
krabbameinssjúku. Tá vit
skrivaðu
minningarorð
um Hjarnar, høvdu vit ikki
droymt um, at vit so fá
ár aftaná, skuldu skrivað
minningarorð um Ása.
Ási var ein róligur og
skilagóður
drongur,
og
tvørur uppá tann góða
mátan. Hann helt uppá
tað sum hann vildi, og gav
ikki upp uttan víðari. Hetta
kom honum tilgóðar, tá
hann gjørdist sjúkur. Hann
gav ongantíð upp, hóast
hann fór ígjøgnum harða
viðgerðir og skurðviðgerð.
Hann kempaði til tað síðsta,
og lat altíð væl æt tá hann
bleiv spurdur, um hvussu
hann hevði tað. “Eg havi tað
gott”, segði hann.
Tá Ási fylti 12 ár, hugnaðu
vit
okkum
saman
við
honum í campingvogninum
hjá
einari
fastur,
og
nakrar dagar seinni helt
hann
føðingardag
fyri
floksfelagum. Í dag 10.
August hevði hann fylt 13
ár. Hann var so spentur
at blíva tannáringur, og
tosaði ofta við mammu
sína um tað. Men hetta
upplivdi hann ikki.
Ási var sera áhugaður
í tónleiki, og var “fan” av
rockbólkinum
Metallica,
sum pápin eisini dámar
sera
væl.
Àðrenn
Àsi
gjørdist
sjúkur,
byrjaði
hann at læra seg at spæla
guitar. Hann mátti flyta
til Danmarkar at búgva
saman
við
familjuni,
meðan
hann
var
í
viðgerð, og steðgaði við
at spæla guitar um hetta
mundi.
Ìstaðin
byrjaði
hann at spæla trummur,
trummuspælarin
úr
Metallica Lars Ulrich var
hansara stóra fyrimynd.
Ein dagin stutt eftir at
hann var komin heim
úr Danmark, ringdi Lars
Ulrich og ynskti at tosa
við Ása. Lítillátin sum Ási
var, gjørdi hann ikki nakað
hóvasták burtur úr hesum,
men tað sást tíðiligt at hann
var glaður. Hann fekk eisini
tað gleði, at framføra saman
við Kim Hansen, James
Olsen, Paula Magnussen
og fastur síni, til ein stóran
føðingardag í familjuni.
Í Juli mánaði í fjør, bleiv
hann bjóðaður til Gøteborg
í Svøríki, at verða gestur hjá
Lars í samband við konsert
hjá Metallica. Tað var stórt
hjá honum, og hann var
sera glaður um hetta. Hann
hevði tað gott tá, og tað sá
betri út við sjúkuni, hóast
hann var uppgivin av
læknunum. Hesa uppliving
livdi hann uppá, og tosaði
ofta
um
tað.
–
Men
gleðin var stokkutt. Tveir
mánaðir aftaná, herjaði
sjúkan aftur, og nú sá sera
svart út. Tað gingu einans
2 vikur, so orkaði hann ikki
meira.
Leygarkvøldið
8.
Oktobur stendur fast í
minni okkara. Vit vóru
nógv um tey hesa sváru
tíð, og hetta kvøldið eisini.
Àsi sovnaði um sjeytíðina,
og vaknaði ikki aftur.
Vit eru sera takksom
fyri at Ási hevði ein so
góðan vin sum Jens Svávar.
Hann var trúfastur at vitja
hann, eisini tá hann var
sjúkur. Teir báðir vóru
veruliga “Best friends”
Góðu tit, Hilbert, Ella,
Mikala, Sverri og Jóhan.
Saknurin er stórur hjá
okkum, men enn størri er
saknurin hjá tykkum. Tit
gjørdu tað tit kundu, fyri
at Ási skuldi hava tað gott
meðan hann livdi, og gjørdu
alt fyri at njóta tær góðu
løturnar saman við honum.
Ási og Hjarnar liggja
jarðaðir lið um lið. Ási var so
keddur um at Hjarnar doyði,
og tosaði nógv um hann. Nú
eru teir báðir aftur saman
uppi hjá Jesu pápa. Vit liva
í vónini um at vit ein dag
síggjast aftur, teir eru bert
farnir um sýnina.
Vit ynskja at Harrin
má styrkja tykkum øll, og
hjálpa tykkum at liva uttan
Ása.
Við hesum orðum vilja
vit lýsa frið yvir okkara
elskaða Ása.
“Tann ið verður sum hetta
lítla barnið, eyðmjúkt og
álitisfult, skal gerast tann
størsti í Himmiríkis ríki”
Matt. 18,4
Omma og Asmund,
Jónhild, Katrina,
Jensia, Ella, Kirstin
og Jesar.
Minningarorð um
Ása Hilbertsson
f. 10.08.1999 d. 08.10.2011
Nøvn
Bíleggið kalendaran nú
og sendið hann út í heimin
Tel. 341800
Johanna Vang · johanna@sos.fo
Ann Christiansen · ann@sos.fo
2013
Føroya Myndakalendari 2013 fæst á hesum sølustøðum: Rit & Rák Tórshavn · H.N. Jacobsen Tórshavn · FK Miðbýnum Tórshavn · Inn Landavegin · FK Hoyvík· P.E. Miðbýnum · Fast Kollafjørð · Børge í Kollafirði · Esmar Olsen
Hósvík · Magn við Streymin · Inn við Norðskála · Inn á Eiði · Fast Skálafirði · Effostøðin á Strondum · Strandasentrum á Strondum · P.E.Skála · Fk Saltangará · Brotið Saltangará · Kios Vár Saltangará · Bókabúðin Saltangará
Eysturoyar Heimavirkið Runavík · Hjá Pidda Toftir · P.E. Í Norðagøtu · Magn í Gøtudali · Haraldsen Fuglafjørð · FK Fuglafirið · Effostøðin í Leirvík · Effostøðin í Klaksvík · Alfa Bókhandil í Klaksvík · Kiosk Vár Klaksvík · Leikalund Klaksvík
FK Klaksvík · Effostøðin Sørvági · Prýðið á Flogvøllinum · FK Miðvági · Fk Tvøroyri · Suðuroyar Heimavirkið · Debusarhandil Gjógv · Eldhús á Sandi · Palle Lamhauge Vestmanna · Magn Vestmanna · Tangabúðin Tvøroyri