mikudagur 22. august 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Vit skilja ikki altíð okkara
kappingarneytar
á
Dimmalætting. Eitt dømi
er oddagreinin í blaðnum
mánadagin: Fyri fyrstu ferð
nevnir blaðið stóra mál
ið um løgmann, sum hevur
sagt ósatt fyri trimum fjøl
miðlum.
Dimmalætting ber í bøtu
flaka við løgmanni, sum í
Degi og Viku tók ábyrgd av, at
hansara fyritøkur ikki megn
aðu at gjalda hvørjum sítt og
rann undan fyrr givnum út
meldingum um, at hann ikki
hevði ábyrgdina.
Og so staðfestir blaðstjórin
á Dimmalætting:
– at høggast um orð og
heilt neyvt hvat hann fyrr
hevur sagt gevur ikki mein
ing longur. Løgmaður tekur
ábyrgdina og viðgongur, at
hann í fyrr givnum úttalils
um í sama máli, ikki hevur
skilt sannleikan heilt á sama
hátt sum onnur.
Og so vónar Dimmalætt
ing, løgmaður nú hevur vask
að øll tey skitnu klæðini og
kann byrja av nýggjum við
nýggjum áræði:
– og við hondini um stýr
isvølin, so vit sum borgarar í
Føroyum kunnu merkja, at
róðrið er í góðum hondum...
Heilt erligt! Hvat varð av
óhefta og kritiska tíðinda
blaðnum, tí skarpa penni
num, ið við fjórða statsveld
isins skjaldramerki skuldi
halda teim ráðandi skákmát
og avdúka lygnir og rang
snúgvingar og óreiðiligar
politikarar?
Nei, vit spyrja bara. Vit
halda als ikki, at løgmaður
er vaskaður. Hann er tvørt
urímóti dálkaður og avdúk
aður fyri at dylja, at hann
hevur kostað landinum mill
iónir við at hava givið bæði
Taks og BankNordik stór
tap. Løgmaður royndi at
dylja hetta sum longst, men
varð avdúkaður – og var eis
ini avdúkaður fyri slett ikki
at kenna sína ábyrgd sum
nevndarformaður.
Heldur enn at bera í bøtu
flaka og skava útyvir, so átti
»kritiska«
Dimmalætting
heldur at sett spurnignin, um
løgmaður er habilur at stýra
landinum, tá hann fór so yv
irflatiskt til verka sum vinn
ulívsmaður, at onnur fingu
rokningar fyri tvísiffraðar
millónaupphæddir!
Hvar fór tann
kritiska Dimman?
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað var eitt áhugavert kjak í Degi og
Viku í gjárkvøldið, har Oddfríður M.
Rasmussen, lærari og rithøvundur,
og Høgni Hoydal, løgtingsmaður,
kjakaðust um valrættaraldurin skal
lækkast úr 18 niður í 16 ár. Báðir
samdir um, at so skal verða.
Politisku
ungmannafeløgini
vórðu eisini spurd. Hóast Fólka
flokkur, Javnaðarflokkur og Tjóð
veldi tóku ímóti uppskotinum við
opnum ørmum, so var umboðið
fyri Sambandsflokkin afturhald
andi. Ungi sambandsmaðurin man
halda tað vera íborið at vera kon
servativur og stríðast ímóti fram
stigum – hóast margháttligt fyri
eitt politiskt ungmannafelag, sum
vil hava ávirkan.
Studentaskúlanæmingar
eru
heldur ikki tað, sum teir plagdu
at vera. Sjónvarpið spurdi nakrar
næmingar í Hoydølum um teirra
hugsan, og tey vóru als ikki sann
førandi. Hildu ikki, at sekstan ára
gomul eru nóg búgvin at taka slíkar
»týðandi avgerðir«, vildu fleiri teirra
vera við.
Vit kunnu sjálvandi altíð tosa
um mørk. Skalt tú til dømis eisini
sleppa at koyra bil, tá tú ert 16? Men
tað er ov einfalt at koma til ta nið
urstøðuna, at sleppur tú at velja
fólk á ting, so mást tú eisini sleppa
at koyra bil og keypa brennivín. So
leiðis nýtist sjálvandi ikki at vera.
Sum sekstan ára gamal hevur tú
nøkur rættindi. Tú rindar skatt, um
tú hevur inntøku, tú kanst revsast
og so framvegis. Hví skalt tú ikki
eisini sleppa at vera við til at gera
av, hvør skal stjórna landinum?
Tað verða sjálvandi ikki tey 16 og
17 ára gomlu, sum einsamøll fara at
manna løgtingið. Men tey verða við
til tað, og hví skulu tey ikki tað?
Tað er ein støðug gongd at broyta
valrættaraldurin. Frá at ognarleys
sluppu at velja, og at kvinnur fyri
minni enn 100 árum síðani sluppu
at velja, er valrættaraldurin støðugt
lækkaður frá 35 árum og niðureftir.
Seinast frá 20 til 18 í 1984 – við virkn
aði fyri løgtingsvalið í 1988.
Tað eru 28 ár síðani, at løgtingið
lækkaði valrættaraldurin úr 20 til
18 ár. Nógv er broytt í heiminum
síðani tá, og somuleiðis tey ungu,
sum búgva í hesum heimi. Tey
ungu standa fyri nógvum valum
av ymsum slag, tey møta nógvum
trupulleikum, sum fyrr bara vóru
fyri eldri ungdómar. Hetta er ein
veruleiki, sum tey skulu fyrihalda
seg til aktivt, vælupplýst og kritiskt
til.
Tey kunnu fáa børn, tey oman
fyri undir kriminella lágaldurin og
skulu gjalda skatt. Men tey sleppa
ikki á val, vera við til at gera av, hvør
skal vera løgmaður og ávirka tær
avgerðir, sum hava beinleiðis av
leiðingar fyri teirra lív hvønn dag.
Hetta er veruleikin hjá teimum 16-17
ára gomlu.
At tú ert ungur ger teg
ikki óbúnan at fara á val...
Tað spældi ikki so væl
av, tá fyrrverandi danski
ferðslumálaráðharrin, Arne
Melchior, í 1984 gjørdist so
argur inn á danska blaðið
Politiken, at hann segði upp
øll haldini, sum Ferðslumál
aráðið hevði upp á Politik
en.
Málið byrjaði við einum
veggmálningi á Birkerød
Station, sum Jens Jørgen
Thorsen hevði málað av
Jesusi, sum Arne Melchior
helt vera sera niðrandi. Ráð
harrin gjørdi tí av, at máln
ingurin skuldi burtur, og av
hesum stóðst mikið kjak.
Arne Melchior verður
spinnandi
fornermaður,
tá hann í Politiken fær
eina speiska viðmerking
frá høvundanum Carsten
Jensen – so fornermaður
verður hann, at hann sigur
upp øll haldini, sum Ferðsl
umálaráðið hevur upp á
Politiken.
Í Danmark eins og í øðr
um londum er ikki pláss fyri
politikarum, sum taka sín
egna persón og egin áhug
amál framum í politikki, og
tí fekk Arne Melchior greið
boð frá Fólkatingsins um
boðsmanni um versgóður
at tekna øll haldini av Poli
tiken aftur, sum hann í per
sónligum fornermilsi hevði
strikað.
Ráðharrin ger sjálvandi
sum umboðsmaðurin sigur,
og tí varð revsingin av Poli
tiken avtikin aftur.
Hendan søgan líkist ikki
sørt søguni um løgmann
– ráðharran hjá fjølmiðlu
num – sum í persónligum
fornermilsi fríggjadagin
fekk Løgmansskrivstovuna
at siga haldið upp av Sosial
inum, soleiðis at hann ikki
persónliga fær blaðið.
Kaj Leo gjørdi
ein Melchior...
Sleppið 16 ára gomlum á val
Politik
arar útvega
ikki ar
beiðspláss
Jógvan við keldu
kjak á síðu 17
Misnýtt
pumpu
verkætlan
Meinhard Jacobsen,
Árni M. dam, hans a.
Joensen
kjak á síðu 16
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mynd frá Ungdómstinginum