Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føli at eg framvegis geri mun Nú fríggjadagin verður móttøka hjá Nema í sambandi við, at Ólavur Olsen hevur 50 ára starvsdag. Hann byrjaði í 1962 hjá Farodane, og er nú projektleiðari av stórinnbúgvi hjá Nema. – Eg eri byrjaður at trappa niður, men føli framvegis, at eg geri ein mun, sigur hann Leo Poulsen Mangt broytist á mansins ævi. Soleiðis sigur orðatakið, og tað er serstakliga rætt fyri Ólav Olsen. Tí tað er nógv vatn runnið í ánni, síðani pápi Ólav Olsen, Carl Herup Olsen, saman við Poul Als Jen­sen og B. Husted-Andersen stovnaðu heilsøluvirksemi í Bók­ bindara­gøtu 1. september 1950. Heilsølan fekk navnið Faro­ dane, og fekst fyrstu tíðina við at inn­flyta matvøruvørur og útflyta fiska­vørur. - Fyrstu árini var smátt við pen­ingi, og tí var ofta goldið við fiska­vørum, sigur Ólavur Olsen. Hann sigur, at pápin hevði verið so hyggin, at keypa eitt grund­stykki við Tinghúsvegin, og í 1953 stóð nýggjur bygningur liðug­ur har. - Bygningurin var í trimum hædd­um, og vit búðu ovast, skriv­ stovu­høli vóru í miðhæddini, með­an goymslan var í niðastu hædd­ini, sigur Ólavur Olsen. Farodane seldi matvørur og gerandis­vørur sum heild, men longu í 1954 fekk fyritøkan umboð upp á VW bilar og seldi kenda merk­ið heilt fram til 1975. - Eisini heilt tíðliga vóru skrivi- og roknimaskinur millum úrvalið hjá heilsøluni, sigur Ólavur Olsen. Eitt gott ár Hann var liðugur sum mate­mat­ isk­ur studentur í 1962. - Vit vóru seinasti flokkur, sum tók studentsprógv á gamla VBV úti á Skansanum, tí árið eftir fluttu flokkarnir niðan í Hoy­dal­ a­r, sigur Ólavur Olsen. Hann hevði góðan hug til mate­ma­tikk, og hevði ætlanir um at fara at lesa til verkfrøðing. - Men eg var skúlatroyttur, og fekk so møguleikan at arbeiða hjá Faro­dane og forvinna mær nakað av peningi, so eg gjørdi av at taka eitt ár har. Ólavur Olsen hevði bæði hug og hegni til fótbólt, og vann meistar­a­heitið við dreingjunum hjá B36 í 1960. - Árið eftir kom eg á fyrstu­ deild­ar­liðið hjá B36, 17 ára gamal. Eg var so við til at vinna meistara­ heit­ið í bestu deildini í 1962, sigur Ólav­ur Olsen. Tað skuldi vísa seg, at 35 ár skuldu ganga, áðrenn B36 aftur vann meistaraheitið í besu før­ oysku fótbóltsdeildini. - Eg helt fram at spæla við í bestu deildini við B36 heilt fram til 1976, tá eg gavst. Tá hevði eg verið við út í eitt í 16 ár á fyrsta liði hjá felagnum, sigur Ólavur Ol­sen. Ólavur hevur tveir beiggjar, Regin og Josvein, og teir spældu allir tríggir á besta liðnum hjá B36 tað eina árið. Varð hangandi Ólavur Olsen fall sera væl til í arbeiðinum hjá Farodane, og fyrs­ ta árið rann skjótt. - Eg hjálpti til, har á stóð. Eg var á goymsluni, koyrdi vøru út, tók móti bíleggingum, var sølu­ mað­ur og keypti inn. Tað stóð mær skjótt greitt, at hetta var akkur­át eg, sigur Ólavur Olsen. Fólk vóru meira liðilig tá, og øll kundu gera alt. Men tað var ikki nak­að lætt lív. - Tað var strævi, tí hølini á Ting­húsvegnum vórðu skjótt ov trong. Tað var so skjótt, at vit høvdu goymslu í einum fýra hølum kring um í býnum, um­ framt at frystivøran var úti á Fiska­sentral­inum. Og alt mátti hand­ast, tí eingin trukkar vóru tá, sigur Ólavu Olsen. Úrslitið var, at hann blev hang­ andi í fyritøkuni, ikki heilt uttan orsøk. - Tað lá líka sum í luftni, at eg skuldi taka yvir, tá tann tíðin kom, so tað var eisini ein orsøk til at halda fram í Farodane, sigur Ólav­ur Olsen. Longu tíðliga byrjaði Farodane at víðka sítt virksemi til annað enn vanligar kolonialvørur, og longu í 1954 fekk felagið umboð upp á kendi VW bilarnar, og tað var eitt umboð teir høvdu heilt fram til 1975. Breiddu seg Gjøgnum árini vaks Farodane og gjørd­ist ein av fremstu kolonial heil­sølum í landinum. Men fyri­ tøk­an breiddi seg eisini inn á onn­ur øki. - Longu í 1958 byrjaði Farodane at selja skrivi- og roknimaskinur, og í 1964 fingu vit umboð upp á týsku Olympia maskinurnar, sig­ ur Ólavur Olsen. Eisini ein onnur stór koll­velt­ ing hendi innan skrivstovuyrkið. - Í 1973 byrjaðu vit at selja kopi­ maskinur. Framman undan tí fór øll kopiering fram við kalker­ pappíri, so at tú nú kundi taka kopi av einum dokumenti við einari maskinu var rættiliga koll­ velt­andi, sigur Ólavur Olsen. Hetta kravdi eisini, at neyðugt var við fólki, sum kundi umvæla hesar maskinurnar, og kann væl eisini roknast sum fyrsta stigið fram móti tí, sum Farodane síðani skuldi blíva til. Tað hendi nógv hesi árini. Í 1976 vórðu danirnir í Farodane keypt­ir úr felagnum, og eftir hetta átti feðgarnir, Carl Herup og Ólavur Olsen felagið burturav. - Longu árið eftir byrj­aði Faro­ dane at selja skriv­stovu­inn­búgv, og tað skuldi seinni vísa seg at gerast avgerandi, sigur Ólavur Olsen. Hetta hendi næstan sam­ stundis, sum felagið loysti hølis­ trupul­leikarnar, tí árið eftir – í 1980 – flutti Farodane inn í stór og snotu­lig hølir uppi í Brekkutúni í Hoyvík. Máttu velja Nýggju hølini skaptu heilt aðrar umstøður, men við víðkanini av ...framhald á síðu 6 í meldrinum Eg haldi, at Farodane øll árini hevur givið avlop. Pápi plagdi altíð at siga, at »Den som betaler sin gæld, øger sit bo«, og tað er eisini tað, ið eg havi havt sum mið