Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. august 2012 · Nr. 97 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Ætlaninar hjá Marine Harvest Faroes um fara undir aling á Sandsvág og at gera kryvjivirki í Sand­ oynni, verða av ongum, sam­ stundis sum eini 35 nýggj arbeiðs­pláss, sum kundu verið skapt í Sandoynni, fara fyri bakka. Hetta verður ein av avleiðingunum av upp­ skotinum hjá Johan Dahl, vinnu­málaráðharra, sum eftir øllum at døma fær undir­tøku á løgtingi. Uppskotið snýr seg um, at eigaraviðurskiftini í føroysku alivinnuni skulu broytast á tann hátt, útlendingar í mesta lagi skulu kunna eiga 30% av partabrøvunum. Ítøk­ iliga kemur hetta at merkja fyri Marine Harvest Faroes, at fyritøkan ikki kann vaksa stórvegis um sítt virksemið í Føroyum. Mæla til afturtøku Hans Jákup Mikkelsen er stjóri í Marine Harvest í Før­ oyum. – Jú, vit ásanna, at tað liggur eitt lógaruppskot í ting­inum sum sigur, at vit ikki fáa fleiri loyvir í Føroyum, og vit hava skilt, at meiriluti er fyri hesi ætlaðu broyting á løg­tingi. Tí er grundarlagið at gera kryvjivirki í Sandoynni burtur. Í samrøðu við Rás2 seinna­ partin týsdagin, segði stjórin, at felagið nú hevur boðað sand­oyartingmonnunum frá, at virkisætlaninar í Sand­ oynni eru sleptar, tí grundar­ lagið við uppskotnu lógar­ broyt­ingini er burtur. – Vit hava eisini verið í vinnumálaráðnum, har vit hava boðað frá tí sama. Á fundinum við vinnu­mála­ ráðið søgdu vit, at okkara ynski í fyrsta lagi er, at uppskotið verður tikið aftur – og í øðrum lagi, at vit ynskja at varðveita, tað vit hava. Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at Marine Harvest Lógarbroytingin kostar Í fleiri ár hevur Marine Harvest í Føroyum ikki goldið út vinningsbýti, tí felagið ætlaði at gera íløgur í Føroyum. Men tað kunnu vit so ikki nú. Tað er sera meint fyri okkum, at vit ikki kunnu veksa okkara virksemi, tí tað hava vit ætlað okkum. Tað er jú soleiðis, at fyri at hava eina vælriknað alifyritøku, skulu vit helst hava eini fýra aliloyvi, kanska fimm, fyri at hava ein samanhangandi rakstur. Tað er tann boðskapin, vit hava sett fram alla tíðina, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Føroyar - Vit ásanna, at tað liggur eitt lógaruppskot í tinginum sum sigur, at vit ikki fáa fleiri loyvir í Føroyum, og vit hava skilt, at meiriluti er fyri hesi ætlaðu broyting. Tí er grundarlagið at gera kryvjivirki í Sandoynni burtur, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest í Føroyum