Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. august 2012 · Nr. 98 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Hetta kemur illa við. Brandur Sandoy, borgar­ stjóri á Sandi, harmast um, at Marine Harvest í Føroyum hev­ur slept ætlanini um at ala á Sandsvág og at gera kryvji­virki á Sandi. Tilsamans hevði hetta út­ veg­að arbeiðspláss til 35 fólk. Orsøkin til, at ætlanin er slept, er, at Johan Dahl, lands­ stýris­maður í vinnu­mál­u­m, hev­ur lagt uppskot fyri Løg­ ting­ið um at avmarka út­ lendsk­an eigaraskapin í før­ oys­ku alivinnuni. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at ræðið á alingini og vitanin á økinum, ikki fer á útlendskar hendur, men verð­ur varðveitt í Føroyum. Hinvegin førir hetta so við sær, at Marine Harvest í Føroyum fær ikki økt um sítt virksemi í Føroyum og so­statt er ætlanin um stórar íløg­ur í aling í Sandoynni slept. Slítur onga samgongu Brandur Sandoy vil ikki gera við­merkingar til eina ein­ staka íløguætlan hjá einum privat­um virki. Men hann ásannar kort­ ini, at 35 arbeiðspláss í Sand­ oy høvdu gjørt stóran mun í oynni, sum er illa fyri fram­ ma­n­undan. Sjálvur er hann ting­ mað­ur fyri Fólkaflokkin og so­statt við í samgonguni, sum hevur lagt uppskotið fram, sum forkemur íløguni í Sandoy. Men Brandur Sandoy stað­fest­ir, at tað er ikki nógv hann fær gjørt. Hinvegin ger hann greitt, at soleiðis sum uppskotið nú vendir, fer hann ikki at at­ kvøða fyri tí, tá ið tað kem­ur til viðgerðar í Løg­tingi­num. Harafturímóti ger hann eisini púra greitt, at hann ætlar ikki at slíta nakra sam­ gongu ella at taka stuðulin til hana aftur av hesum máli­ num, hóast talan er um eina ógvu­liga týdninarmikla ætl­ an fyri Sandoynna. - Slíta samgonguna kann eg ikki, tí hon hevur meiri­ lut­an kortini, hóast eg fari úr henni og tað er ein spurningur, hvat eg fái burt­ ur úr at taka stuðulin til hana aftur. Men hann hevur kortini roynt at gera sína ávirkan gald­andi. - Eg havi tosa við mínar sam­gongu­felagar og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað ber, sigur hann. Hann sigur, at hetta upp­ skotið er ikki viðgjørt polit­ iskt í samgonguni og tað er als ikki sagt, at hetta verður enda­liga úrslitið, tá ið tað er við­gjørt í Løgtinginum og at­ kvøð­ast skal um tað. - So vítt, eg havi skilt støðu­n­a, er als ikki semja í nøkr­um flokki í samgonguni um hetta, so vit fáa at síggja, hvat spyrst burtur úr. Brandur Sandoy leggur aftur­at, at møguleikin at gera íløg­ur í Sandoynna, stendur fram­vegis opin at royna, tí tað eru nógvir pengar í ali­ vinnu­ni. Hann vil eisini hava, at samfongan hugsar um møgu­leik­ar­nar at skapa vinnu­ligt virksemi í Sandoy, tá ið aliloyvi verða útlutað. Tað er av álvara farið at merkj­ast, at eitt nýtt og stórt upp­sjóv­ar­virki er bygt á Tvør­oyri við nógvum og væl lønt­um arbeiðsplássum. Eitt úrslit er, at inn­tøkur­ nar hjá kommununum í Suð­ ur­oy av skatti eru mun­andi økt­ar higartil í ár aftur ímóti í fjør Eisini á Tvøroyri eru inn­ tøkur­nar hækkaðar og tað fær nú Tvøroyrar býráð at broy­ta fíggjarætlanina og at hækka inntøkurnar. Tað varð avgjørt á bý­ráðs­ fundi á Tvøroyri nú í vikuni. Men av tí, at talan er um eykajáttan, skal tað sam­tykk­ jast einaferð afturat og tað verður á næsta bý­ráðs­fundi. Fýra milliónir Upprunaliga hevði býráðið roknað við at fáa 46 milliónir inn í kommunuskatti, men sein­astu metingarnar vísa, at inntøkan verður tríggjar mill­ión­ir hægri, ella 49 milli­ ón­ir tilsamans. Somuleiðis hevur nýggja upp­sjóvar­ virk­ið elvt til mun­andi meiri virksemi í Tvør­oyrar Havn. Tá ið fíggjarætlanin fyri Tvør­oyrar Havn varð løgd í fjør, hevði býráðið bara rokn­ að við eini inntøku upp á 250.000 krónur til Tvøroyrar Havn. Men nú hevur býráðið endur­skoðað metingina og nú vænta tey, at inntøkan hjá Tvør­oy­rar Havn fer at vera eina góða millión í ár. Sostatt væntar býráðið, at til­samans fara inntøkurnar hjá kommununi at hækka góðar fýra milliónir í ár. Ein stórur partur av pengu­num eru longu brúkt­ir. Einar 2,3 milliónir eru brúkt­ar til at fylla havn­ar­lag­ið fyri at geva pláss til nýggja virk­ið og ein partur skal brúk­ast í stuðuli til nýggja fót­bólts­vøllin við Stórá. Annars er nóg mikið at brúka pengar til, tí nógv lig­g­ur á láni, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri. Hann sigur, at vatntrot hev­ur verið í kommununi í vár og í summar og tað er ein tru­pul­leiki, sum skal loysast. Annars treingja nógvir veg­ir og annað til ábøtur. Men heldur hendan góða gongdin sær á Tvør­oyri, er ikki óhugsandi, at fíggjar­æt­la­nin verður endur­skoð­að einaferð afturat við tí endamálið at gera ábøtur á ymisk viðurskifti í kommununi. Hetta kemur illa við MIST ARBEIÐSPLÁSS Borgarstjórin á Sandi fær onki gjørt, nú ætlanin at útvega 35 nýggj arbeiðspláss í Sandoy, er slept Fýra milliónir meir á Tvøroyri Tað er ein spurningur, hvat eg fái burtur úr at taka stuðulin til hana aftur Harmiligt Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, heldur, at tað kemur illa við, at ætlanin um at skapa 35 arbeiðspláss í oynni, er slept, men hetta ávirkar ikki stuðul hansara til samgonguna