fríggjadagur 24. august 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 24. august 2012
12
ársins brak
Stóra steypavikuskiftið fevnur um
tveir dagar og heilar sjey steypafinalur.
Byrjað verður longu fríggjadagin og
so heldur steypavikuskiftið fram til
leygarkvøldið, tá finalan um Løg
manssteypið verður avgreidd.
Talan verður í størri mun um eitt
steypatiltak heldur enn einstakar
finalur. Fótbóltssambandið hevur
lagt nógv fyri, so eisini tey yngru
fáa ein møguleika at kenna seg sum
yrkisleikarar í ein dag.
Fríggjadagurin
Umframt finalurnar hjá teimum
vaksnu, so skulu U14 og U17 hjá
gentum dystast og U14, U16 og U18
hjá dreingjum.
Fyrsta finalan verður fríggja
kvøldið klokkan 17.30 millum KÍ og
HB hjá U17 gentum. Talan er um
oddaliðini í deildini. KÍ hevur munin
við 33 stigum á fyrsta plássi, meðan
HB hevur 31 stig á næst fremsta
plássinum. HB hevur eisini spælt ein
dyst fleiri. Liðini møttust í 9.umfari
og tá vann KÍ 2-1 í Klaksvík.
Seinni fríggjakvøldið verður so
finalan hjá U18 monnum. Hon er í
millum EB/Streym og B36. Støðan
í landskappingini er sera jøvn. EB/
Streymur liggur fremst eftir 11 umfør,
men hevur bara eitt stig fleiri enn HB
og B36, sum liggja beint aftanfyri.
EB/Streymur hevur vunnið
báðar innanhýsis dystirnar í lands
kappingini. 2-1 á heimavølli og 3-2 á
útivølli. Tann finalan verður klokkan
19.45 fríggjakvøldið.
Leygardagurin
Longu klokkan 10.00 verður fyrsta
finalan leygardagin. Tá er tað
steypafinalan hjá U14 gentum, sum
skal avgreiðast. Hon er eins og hjá
teimum vaksnu millum B36 og KÍ,
sum liggja ávíkavist nummar trý og
eitt í landskappingini. Hóast KÍ hevur
19 stig og B36 12, so endaði dysturin
teirra milllum við javnleiki 0-0.
Klokkan 11.30 verður so farið
undir finaluna hjá U14 dreingjum,
sum eisini er ein endurtøka av
finaluni hjá teimum vaksnu, millum
EB/Streym og Víking. EB/Streymur
hevur bara fingið átta stig fyri níggju
dystir í landskappingini, men í
steypakappingini hevur eydnast
betri. Víkingur liggur hinvegin á
øðrum plássi.
Tann seinasta ungdómssteypa
finalan byrjar klokkan 13.30. Hon
millum U16 dreingir hjá FC Suðuroy
og NSÍ. Tey bæði liggja lið um lið á
ovastu rók í landskappingini. Bæði
hava 19 stig, men innanhýsis er NSÍ
betri, tí teir vunnu 1-0 í innanhýsis
uppgerðini, sum var seinasti dysturin
fyri summarsteðgin.
Steypadagur – meir enn
bara ein fótbóltsdystur
Tað verður eisini skipað fyri spæli
landi við hoppiborgum, kappingum
fyri børn, har ein vinningur er at ger
ast maskottur hjá føroyska A-lands
liðnumum, fjepparakappingum,
konsert við Divaz og mongum øðrum
tiltøkum.
Sami leistur hevur seinastu
mongu árini verið nýttur í hondbólti
og flogbólti – við góðari undirtøku –
og tí hevur FSF avgjørt at gera eina
roynd, har allar steypafinalurnar, hjá
bæði gentum og dreingjum, kvinnum
og monnum, verða spældar sama
vikuskifti.
Í samband við ársins finalurnar,
verður nýggja graslíkið á Tórsvølli
tikið alment í nýtslu.
Stórur steypadagur
fyri tey yngru
Um vikuskiftið verður stóri steypadagurin hjá Fótbóltssambandinum. Fyri tey yngru er talan tveir
dagar við steypafinalum undir umstøðum, sum tey ikki vanliga sleppa at royna seg undir
Fríggjadagin (24. august)
Kl. 17:30: KÍ - HB - Mótasteypið, Gentur U17
Kl. 20:00: EB/Streymur B36 Th. Dam Intersport steypið, Dr. U18
Leygardagin (25. august)
Kl. 10:00: B36 - KÍ Eilif Arge Steypið, Gentur U14
Kl. 11:30: Víkingur - EB/Streymur Cadbury Steypið, Dr. U14
Kl. 13:30: FC Suðuroy - NSÍ Blaðbera Steypið, Dreingir U16
Kl. 16:15: KÍ - B36 Steypafinalan hjá kvinnum
Kl. 19:45: EB/Streymur - Víkingur Løgmanssteypið
skráin fyri tey yngru
Eg vænti mær fótbólt á hægsta stigi. Umstøðurnar
eru í topp og vøllurin er fantastiskur. Men EB/Streymur
fer at skora trý mál, har Hans Pauli Samuelsen verður
heilt stóri kunstnarin. So um Víkingur skal vinna,
so skulu teir skora meiri enn trý mál
Jón Sigurð Gleðisheygg, fyrrverandi áleypari
Eg vænti, at vit koma at síggja ein dyst har EB/Streymur
kemur at hava bóltin mest at byrja við, men at Víkingur
so arbeiður seg inn í aftur dystin. Leikarin, sum kann
gera munin er Evrard Ble á verjukenda miðvøllinum.
Hann verður munurin og Víkingur vinnur 2-1.
Henning Janskor
U18 Dreingir, EB/Str.
og B36 í finaluni