Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-24, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2012síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 24. august 2012 14 ársins brak Tað er lagt upp til ógvuliga spennandi finalu, tá ið EB/Streymur og Víkingur tørna saman leygarkvøldið. 20 umfør eru avgreidd í lands­ kappingini. Higartil hevur EB/ Streymur skorað 34 mál og mót­ støðu­liðini 18. Víkingur hevur skorað 31 mál og mótstøðuliðini 21. Saml­ aða máltalið í dystunum hjá báðum liðunum er tískil 52, og miðal máltalið fyri hvønn dystin er harvið 2,6. Víkingur er eina ferð farin av vøllinum uttan at skora mál, og EB/ Streymur er tríggjar ferðir farin av vøllinum utta at skorað mál. Um finalan hesa ferð endar mál­ leys, so verður talan um heilt øðrvísi finalur enn tær, sum higartil hava verið spældar. Fyrsta steypafinalan var í 1955. Síðani hava 67 finaludystir verið á skránni. Samlaða máltalið er 270. Tað vil siga, at tað í miðal eru skorað 4,0 mál í hvørjum finaludysti. Finalur hava verið hvørt ár við undanaki av 1970, tá ið finalan ikki varð spæld. Steypafinalur hava sostatt verið í 56 ár. At talan er um 67 finaludystir kemst av, at skipanin í sjeyti árunum var soleiðis, at tað varð spælt bæði á heimavølli og útivølli, og at tað onnur ár hevur verið neyðugt við nýggjari finalu. Nú er skipanin soleiðis, at tað í einum dysti verður avgjørt, hvør skal vinna steypið. Um tað stendur javnt eftir 90 minuttir og tvær ferðir fimtan minuttir longda leiktíð, so verður funnið fram til steypavinnaran í brotssparkskapping. Hagtølini siga, at tað verða skor­að mál í øllum finaluuppgerðum. Higar­ til er tað ongantíð komið fyri, at ein finala hevur verið málleys. Størsta sigurin eigur HB. Sigurin varð vunnin í 1971, tá ið TB legði rygg til 9-0 avsmurning. HB eigur eins nógvar finalusigrar sum hini liðini eiga tilsaman. HB hevur vunnið 26 ferðir. Níggju onnur feløg hava staðið við Ísafjarðarbikarinum, Ísafjarðarsúluni og Løgmanssteypum. Tey eru TB (6), GÍ (6), KÍ (5), B36 (5), EB/Streymur (4). NSÍ (2), VB (1), B71 (1) og Víkingur (1). HB hevur vunnið eitt Ísafjarðar­ bikar, tríggjar Ísafjarðarsúlur og eitt Løgmanssteyp til ognar, og B36 hevur vunnið eitt Løgmanssteyp til ognar. Hetta er onnur ferðin, at Víkingur og EB/Streymur hittast í finaluni. Fyrra ferðin var í 2009.Ta ferðina endaði tað við 3-2 sigri til Víking. Víkinga málini skoraðu Hans Jørgen Djurhuus, Andreas Lava Olsen og Finnur Justinussen, og Pauli G. Hansen og Arnbjørn Hansen skoraðu mál­ini hjá EB/Streymi. Bara hesi bæði Hetta er fjórða árið, at tað verður spælt um hetta Løgmanssteypið. Tað er merkisvert, at tað bara eru tey bæði liðini, sum hesa ferð hittast í final­ uni, sum higartil hava vunnið hetta steypið. Víkingur vann tað fyrsta árið, og síðani hevur EB/Streymur vunnið tað tvær ferðir. At hetta er merkisvert kemst av, at tað søguliga fyrst og fremst hava verið høvuðsstaðarfeløgini, ið hava staðið seg væl í steypakappingini. Ásetingarnar siga, at tað skal spælast um steypið í tíggju ár. Tað felagið, sum tá hevur vunnið tað fleiri ferðir enn nakað annað felag, vinnur steypið til ognar. Finna altíð meskarnar Tað er ongantíð endað málleyst í steypafinalunum, har tað í miðal eru skorað fleiri enn fýra mál í teimum 67 finaludystunum, sum hava verið spældir síðani 1955 Ísafjarðarbikarið 1955: HB - KÍ . . . . . . . . . . . . . . .3-1 1956: TB - VB . . . . . . . . . . . . . . 5-2 1957: HB - KÍ . . . . . . . . . . . . . . .1-0 1958: TB - HB . . . . . . . . . . . . . . 5-3 1959: HB - B36 . . . . . . . . . . . . . 1-0 1960: TB - HB . . . . . . . . . . . . . . 3-0 1961: TB - B36 . . . . . . . . . . . . . 2-0 1962: HB - TB . . . . . . . . . . 2-1 e.l.l. 1963: HB - B36 . . . . . . . . . . . . . 7-1 1964: HB - B36 . . . . . . . . . . 3-3 e.l.l 1964: HB - B36 . . . . . . . . . 4-3 e.l.l. (bikarið ogn hjá HB) 1. Ísafjarðarsúlan 1965: B36 - HB . . . . . . . . . . . . . 3-2 1966: KÍ - HB . . . . . . . . . . . . . . .4-2 1967: KÍ - B36 . . . . . . . . . . . . . 6-2 1968: HB - B36 . . . . . . . . . . . . . 2-1 1969: HB - B36 . . . . . . . . . . . . . 2-0 1970: . . . . . . . . . . . finalan strikað 1971: HB - TB . . . . . . . . . . . . . . 9-0 1972: HB - B36 . . . . . . . . . . . . . 6-1 1973: HB - KÍ . . . . . . . . . . . . . . .3-1 (súlan ogn hjá HB) 2. Ísafjarðarsúlan 1974: VB - HB . . . . . . . . . . . . . . 4-0 1974: HB - VB . . . . . . . . . . . . . . 5-3 1975: ÍF - HB . . . . . . . . . . . . . . . 2-5 1975: HB - ÍF . . . . . . . . . . . . . . . 2-2 1976: KÍ - HB . . . . . . . . . . . . . . .0-1 1976: HB - KÍ . . . . . . . . . . . . . . .3-0 1977: TB - VB . . . . . . . . . . . . . . 1-3 1977: VB - TB . . . . . . . . . . . . . . 0-3 1978: TB - HB . . . . . . . . . . . . . . 2-1 1978: HB - TB . . . . . . . . . . . . . . 2-1 1978: HB - TB . . . . . . . . . . . . . . 3-1 1979: HB - KÍ . . . . . . . . . . . . . . .5-0 1980: HB - NSÍ . . . . . . . . . . . . . 2-0 (súlan ogn hjá HB) 3. Ísafjarðarsúlan 1981: HB - TB . . . . . . . . . . . . . . 5-1 1982: HB - ÍF . . . . . . . . . . . . . . . 2-1 1983: GÍ - Royn . . . . . . . . . . . . . 5-1 1984: HB - GÍ . . . . . . . . . . . . . . . 2-0 1985: GÍ - NSÍ . . . . . . . . . . . . . . 4-2 1986: NSÍ - LÍF . . . . . . . . . . . . . 2-1 1987: HB - ÍF . . . . . . . . . . . . . . . 2-2 1987: HB - ÍF . . . . . . . . . . . . . . . 3-0 1988: HB - NSÍ . . . . . . . . . . . . . 1-0 (súlan ogn hjá HB) 1. Løgmanssteypið 1989: HB - B71 . . . . . . . . . . . . . 1-1 1989: HB - B71 . . . . . . . . . . . . . 2-0 1990: KÍ - GÍ . . . . . . . . . . . . . . . 6-1 1991: B36 - HB . . . . . . . . . . . . . 1-0 1992: HB - KÍ . . . . . . . . . . . . . . .1-0 1993: B71 - HB . . . . . . . . . . . . . 1-1 1993: B71 - HB . . . . . . . . . . . . . 2-1 1994: KÍ - B71 . . . . . . . . . . . . . 2-1 1995: HB - B68 . . . . . . . . . . . . . 3-1 1996: GÍ - HB . . . . . . . . . . . 2-2 e.l.l. 1996: GÍ - HB . . . . . . . . . . . . . . . 5-3 1997: GÍ - VB . . . . . . . . . . . . . . . 6-0 1998: HB - KÍ . . . . . . . . . . . . . . .2-0 (steypið ogn hjá HB) 2. Løgmanssteypið 1999: KÍ - B36 . . . . . . . . . . . . . 3-1 2000: GÍ - HB . . . . . . . . . . . . . . . 1-0 2001: B36 - KÍ . . . . . . . . . . . . . 1-0 2002: NSÍ - HB . . . . . . . . . . . . . 2-1 2003: B36 - GÍ . . . . . . . . . 3-1 e.l.l. 2004: HB - NSÍ . . . . . . . . . . . . . 3-1 2005: GÍ - ÍF . . . . . . . . . . . . . . . 4-1 2006: B36 - KÍ . . . . . . . . . . . . . 2-1 2007: EB/Streymur - HB . . . . . 4-3 2008: EB/Streymur - B36 . . . . 3-2 (steypið ogn hjá B36) 3. Løgmanssteypið 2009: EB/Str. - Víkingur . . . . . 2-3 2010: EB/Streymur - ÍF . . . . . . 1-0 2011: ÍF - EB/Streymur . . . . . . 0-3 – Hetta verður ein trupul uppgáva, nú Arnbjørn Hansen ikki heilt er komin fyri seg, og Egil á Bø eisini er ógvuliga ivasamur. Tá er gott, at ein maður sum Sorin traðkar í karakter. Tað ger hann altíð í dystum sum hesum. Talan verður um ein javnan dyst, har vit vinna við einum máli. Eru Arnbjørn og Hans Pauli við, so verður tað við tveimum Rógvi Dam, formaður í fjepparafelagnum Málið – Eg vænti ein javnan dyst, sum koppar til okkara fyrimun. Vit hava gott tak á EB/ Streymi. Vit hava vunnið báðar dystirnar í ár og vunnu seinast liðini møtust í eini finalu. Eg giti, at vit vinna 2-1 og tað verður Sølvi Vatnhamar, sum ger munin. Terji Lervig Steypafinalur 1955-2012