mánadagur 27. august 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. august 2012 · Nr. 96
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað fellir løgmanni fyri bróst
ið, tá fjølmiðlar skriva um
ávís mál, sum ikki hóva hon
um. Eitt dømi er skrivingin í
Sosialinum um feløgini, sum
løgmaður hevur havt ábyrgd
ina av, og sum hava kostað
landi og øðrum milliónatap,
tí tey hava verið so illa rikin.
Á Facebook 22. august
2012 skrivar løgmaður m. a.
soleiðis:
»Blaðstjórin á Sosialinum
heldur áfram við sínum
ósannindum um hvat løg
maður skal hava sagt og ikki,
og hann er nú eisini lopin á
blaðstjóran á Dimmalætting,
hví hann ikki eisini, er farin
at steina og lúgva uppá løg
mann. Eirikur kann ikki heilt
seriøst samanbera seg sjálv
an og sítt trúðvirði við
blaðstjóran á Dimma
lætting, tað hevur hann
slett ikki standard til,
Dimma hevur nú eina
ferð eitt nógv størri trúð
virði, enn blaðstjórin á
Sosialinum
nakrantíð
hevur havt.«
Spola vit so tíðina
presis eitt ár aftur til 22.
august 2011, so hevur løg
maður knapt so stórt
álit á blaðstjóra á Dimma
lætting, sum hann ringir til
seint á kvøldi og skeldar og
skrálar í telefonini. Vit end
urgeva blaðstjóran á Dimma
lætting:
»Klokkan er júst farin av
23.00. Tað er mánakvøld 22.
august 2011. 20 minuttir eru
farnir, síðani ein hvítgløðandi
løgmaður var í telefonini.
– Eg tosi aldrin, aldrin,
ALDRIN aftur við teg!, hevði
hann geylað til endans. Og
legði so endaliga afturat:
– FARVÆL!«
Og blaðstjórin á Dimma
lætting greiðir víðari frá,
hvussu løgmaður leikar í, og
endurgevur løgmann:
» – At ein so
royndur journalistur sum tú
kanst fáa teg at skriva eina
sovorðna grein! Og forsíðan!!
Handan forbannaða mynd
in, sum er tikin ...eg veit ikki
hvar... tit útstilla meg sum
ein gemenan forbrydara!! Á
forsíðuni!! Dimmalætting er
blivin nakað so ófatiliga ván
alig. Tað eri ikki bara eg, sum
haldi tað. Nógv – heilt nógv
– siga tað sama!«
Spurningurin er so, hvør
er verri, Dimmalætting ella
Sosialurin (ella løgmaður?).
Bæði bløðini hava traðkað
løgmann og tærnar – við at
hava skrivað um viðurskifti,
sum honum ikki dámar.
Løgmaður heldur so, at
tað ger bløðini vánalig...
Borgarstjórin
á Sandi:
Hetta kemur
illa við s4
Reiðari:
Vænta ikki
at fiska allan
makrelin
s12-13
Varisligt
bjartskygni
s10
Fríggjadagur 24. august 2012 Nr. 98 86. árg. kr. 25,00
www.auto.fo
d
Hóast spenningur, heiður og nógvir
pengar eru uppá spæl, so hava liðfor
menninir hjá EB/Streymi og Víkingi
yvirskot at rósa hvørjum øðrum. – Egil er
ein gentlemaður, sigur Atli, meðan Egil
sigur, at Atlasa áræði smittar. Les alt um
stóra steypavikuskiftið Steypablaðið
Stóra SteypavikuSkiftið
Ársins
brak
Umboð fyri KAESER í Føroyum
Tórshavn - Hoyvíksvegur 53 - tel 35 12 20
Kompressarar
•
Blásarar
•
Turkarar
•
Trystluftskipanir
•
Eykalutir
•
Døgntænasta
•
ÁRSINS
BRAK
mánadagsblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað er ikki altíð so lætt at vita, hvat
vendir upp, og hvat vendir niður hjá
samgonguni – ikki minst tá tað snýr
seg um ríkisveitingina úr Danmark,
og nú eisini um stjórnarviðurskift
ini sum heild.
Meðan fólk higartil hava verið
trygg við, at við Sambandsflokki
num, so er ríkisfelagsskapurin í
tryggum hondum, so eru fólk farin
at ivast, eftir at løgmaður í sein
astuni er farin at droyma um eina
sjálvstøðugar Føroyar.
Og boðskapurin verður ikki
greiðari, tá løgmaður fyrst boðar
frá, at um 10 ár hava vit tikið yvir
øll málini, sum eftir eru at taka yvir
sambært yvirtøkulógini – og at rík
isveitingin lækkar samsvarandi og
tá er burtur.
Tá kundu vit kanska hildið, at
løgmaður eisini hevði slept ætlanini
um aftur at fara til Danmarkar at
biða um 200 milliónir meira í ríkis
veiting, men so er ikki.
Hóast Jenis av Rana sigur, at
teir fýra floksformenninir í sam
gonguni – teir tríggir úr fyrrverandi
fullveldissamgonguni og løgmað
ur – hava avtalað, at farið verður
ikki aftur til Danmarkar at bidda
fleiri pengar, so er tað kortini ikki
so, sambært løgmanni. Treyðugt so
hava teir tosað um tað, men avtalu
na hjá Jenisi kennir løgmaður einki
til. Heldur ikki Kári og Jørgen. Tað
vil so siga, at um løgmaður tosar
satt, so lýgur Jenis. Ella lýgur Jenis
ikki, so lúgva Kári, Jørgen og løg
maður.
Ella kanska er hetta sum við lyft
inum hjá somu floksformonnum
frá 28. oktober í fjør, tá løgmað
ur lovaði, at vit ikki skuldu hava
skattalætta, meðan hinir tríggir lov
aðu, at blokkurin skuldi ikki hækka.
Allir hava gjørt seg sekan í følskum
lyftum – ella kanska tað veljarin,
sum er býttur, um hann trýr slík
um lyftum.
Men hvorom alting er, so er tað í
besta fall eitt bluffnummar aftur at
fara at biðja um hægri blokkstuðul.
Løgmaður og Jørgen Niclasen fingu
stólin fyri hurðina, tá teir royndu
hetta seinast, og tað sama fáa teir
aftur. Tað var longu greitt undir
1. viðgerð av donsku fíggjarlógini
seinast, at tað bara kundi blíva
talan um at prístalsviðgera blokk
in frameftir sambært galdandi prís
tali.
Men tá tað snýr seg um at halda
seg at valdinum, so kunnu øll triks
brúkast. Og tá Jørgen Niclasen er
sannførdur um, at eingin í donsku
politisku skipanini tekur ynskið hjá
løgmanni fyri fult, so kann hann –
uttan at skala fullveldisbroddin hjá
Fólkaflokkinum – strúka løgmanni
við hárinum – sannførdur um, at
hetta fyri aðru ferð verður ein »Mis
sion Impossible«.
Jenis hugsar helst øðrvísi – og vil
ikki verða sama atkvøðuneyt sum
Kári, ið langt frá er so snúðin, sum
reelli samgonguleiðarin Jørgen.
Jørgen Niclasen strýkur
bara løgmanni við hárinum...
Tað var ein heildarmeting
hjá Bjørn Kalsø, landsstýris
manni í mentamálum, sum
gjørdi, at hann gekk frá
innstillingini hjá setanar
bólkinum og setti Vilhjárm
Gregoriussen í starvið sum
stjóri á Vinnuháskúlanum.
Setanarnevndin
var
annars ikki í iva og segði,
at Hans Johannes á Brúgv
var tann nógv best egnaði
umsøkjarin til starvið, sum
hann hann annars hevur
røkt seinastu átta árini.
Við
útvarpið
fríggja
dagin segði Bjørn Kalsø, at
hann ikki hevur sæð burtur
frá tilmælinum frá setanar
bólkinum, sum hevði víst á
tríggjar skikkaðar umsøkj
arar.
– Eg byggi avgerðina á
eina heildarmeting, sum er
bygd á lóglig og saklig krite
rii, segði Bjørn Kalsø.
Vit hava ikki innlit í til
gongdina í hesum máli, men
tá landsstýrismaðurin tosa
um eina »heildarmeting«, so
virkar tað, sum har er okk
urt, hann ikki
vil siga...
»Heildarmeting«
feldi Hans Johannes
Mission Impossible II
Løgmaður er illur
við blaðstjórar
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eldri hús
í Havn skulu
verjast
Levi Mørk
kjak á síðu 25
Líka
sala og
ferðslu
terror
Jóhan Bech húsgarð
kjak á síðu 26
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo