Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Í gjár lótu framsýningarhølini á stóru oljumessuni í Stav­ ang­er upp. Í einum av teimum tíggju stóru høllunum við fram­sýn­ ar­um úr øllum heiminum, verð­ur Tórs­hav­n­ar kommuna markn­að­arførd á einum før­ oy­skum felagsbási. Rættiliga nógvir gestir vitj­aðu básin henda fyrsta dag­in. Fleiri av teimum vóru eis­ini at síggja aftur um kvøl­d­ið á bryggjuni, har West­ward Ho liggur, og Tór­ shavnar kommuna og Run­ a­vík­ar kommuna í góðum sam­starvi hava felags tjald. Har verður boðin matur frá Hot­el Føroyum, føroyskir tón­leikarar framføra og Kunn­ingarstovan veitir ráð til vitjandi. Tjaldið má sigast at rigga sera væl í hugnaliga um­ hvørvinum millum tjøld hjá so mætum oljubýum sum Hou­s­ton, Aberdeen og Es­ bjerg. Í gjár noktaði Helle Thorn­ing-Schmidt at útflýggja Edmundi Joensen skjøl í sam­bandi við full­veld­is­sam­ráð­ing­ar­ nar í 2000. Ikki tí. Svarið kom als ikki ó­vænt­ að. Eins og fjølmiðlar hava fing­ið nokta­ð innlit í málið – eisini frá før­ oyska lands­stýrinum, tí at »part­ar­nir í mál­inum mugu geva loyvi til tess«. Partarnir eru í hes­um føri í Føroyum eru Anfinn Kalls­berg, fyrr­ver­andi løg­mað­ur, og Høgni Hoy­dal, fyrr­ver­ andi lands­stýr­is­mað­ur. Óivað hevur Edmund Joensen eitt pol­itiskt enda­mál við at fáa hesi skjøl fram – einki galið við tí! Men tað parta­pol­it­iska lata vit liggja í hes­um føri. Hin­veg­in hevði tað sam­fel­ags­ liga ver­ið sera á­huga­vert fing­ið hes­ar uppl­ýs­in­ga­r fram í ljós­ið: – Hvørja hugsan høvdu Anfinn Kalls­berg og Fólkaflokkurin í hes­um máli? Trúði Fólka­flokk­ur­in fult og fast upp­á, at vit fóru at klára okk­um frá um­leið í dag sum sjálvs­tøðu­g­ur stat­ur utt­an blokkstuðul úr Dan­ mark? Hugsanina hjá Tjóðveldinum kenna vit. Treyð­ugt so hev­ur flokk­ ur­in und­ir leiðslu av Høgna Hoy­dal flutt seg frá fullkomiliga veru­leika­ fjaru loysing-í-morgin-kósini til at tosa um skift­is­tíð og møgu­liga eina kap­i­tali­ser­aða rík­is­veit­ing, sum kundi verið goldin í ein full­veld­is­grunn. Men tað sum lá í kortunum var, at Før­oyar skuldu hava fullveldi eft­ir 12 árum, og at ríkisveitingin tá skuldi vera burtur. Veruleikin í dag er tá, at sami Fólka­flokk­ur­in, sum tá ráddi fyri borg­um, full­kom­i­liga hev­ur háls­að um. Nú ræð­ur hann í Fíggj­ar­mál­a­ ráð­num, har floks­for­mað­ur­in sit­ur á kass­a­num. Hesin floksformaður var fyrr í ár í Danmark við løg­manni, har endamálið var at hækka blokk­ stuðulin 200 milliónir krónur. Sam­ bært løgmanni fara hesir garp­ar í somu ørindum aftur til Dan­mark­ar í heyst. Øllum er tó kunnugt, at Jørg­en Niclasen hevur skálkin bak oyra – og bara ger hetta fyri at kyrra løg­mann og le­g­i­ti­m­era tað, at Sam­bands­flokk­ ur­in rek­ur fólk­a­floks­pol­i­tikk. Men hetta er so pol­i­tikk­ur í verki, sum er so langt frá full­veld­is­ætl­anini hjá Høgna Hoydal, sum Fólka­flokkurin stóð fyri í 2000. Føroya fólk hevur sjálvandi rætt til at kenna grundgevingar og hugs­ an­ir, sum hesi fólk, ið tá ráddu fyri borg­um, høvdu. Fleiri teirra sita enn á fremstu rókum. Men tá hvørki Kaj Leo Jo­hann­e­ sen ella Helle Thorning-Smith vilja lata hesi skjøl  tí Anfinn og Høgni ikki vilja, hví so ikki biða teir báðar fáa hesi skjøl fram í ljós­ið? Ella er nakað at krógva? Hava Anfinn og Høgni nakað at krógva? Atlantic Petroleum hevði met­gott úrslit fyrra hálv­ár 2012. Felagið metir at fram­ leiðslan og úrslit áðrenn av­ skrivingar og leitikostnað verða hægri enn áð­ur frá­ boð­að.

 Tað boðar felagið frá.

At­ lant­ic Petroleum fram­ leiddi 449 túsund tunn­ur av kolvetni fyrra hálvár 2012, sum er tað mesta fel­ ag­ið hevur framleitt fyrstu 6 mán­að­irnar í einum ári. 

 Sølan, sum var 279 milli­ ónir krónir, er tað mesta fel­ag­ið hevur haft fyri eitt hálvt ár. Úrslit áðrenn rent­ ur og skatt fyrra hálvár 2012 var 77,2 milliónir krónur. Gjaldførið hjá felagnum er nú 275,4 milliónir krónir.
 Ben Arabo, stjóri í At­lan­t­ ic Petroleum, sigur, at fram­ leiðs­l­an fyrra hálvár varð hægri enn roknað varð við, og tí økir felagið sínar met­ ing­ar til framleiðsluna fyri ár­ið: frá 700 – 800 túsund tunn­ur til 800 – 870 túsund tunn­ur. Felagið væntar eisi­ ni betri úrslit áðrenn av­ skriv­ingar og leitikostnað fyri árið: frá 200 – 270 mill­i­ ón­ir krónir til 270 – 350 mill­ i­ónir krónur.

 Sannlíkt er eisini, at At­ lantic Petroleum, fer at lut­taka í trimum leiti- ella av­mark­ing­ar­brun­n­um afturat í ár. Umframt Span­ i­ards brunnin, sum verð­ur boraður seinni í ár í bretsk­ um øki, er felagið í sám­ ráð­ingum um at luttaka í tveim­um øðrum brunnum. Har­umframt gjørdi felagið eitt fund á Orchid leiðini í bretsk­um øki í vár og lut­ tekur í Brugduboringini sum fer fram á føroyskum øki í løtuni. Atlantic Petroleum metúrslit Fullveldisskjølini á borðið Tórshavnar kommuna sjónlig á ONS Størri skúlaeindir Helgi Abrahamsen kjak á síðu 19 Bjørn Kalsø skal koyrast frá Jan Haldansen kjak á síðu 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000