Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Eg kann gera mun Nýggi stjórin á Vinnuháskúlanum er ikki í iva um, at hann kann vera við til at hækka støðið á skúlanum. – Eg tori at taka ópopulerar avgerðir, so leingi tær gagna skúlanum og næmingunum, sigur Vilhjálmur Gregoriussen, nýggi stjórin á Vinnuháskúlanum Rannvá G. Fossaberg Mánadagin 3. september skal Vil­ hjálmur Gregoriussen hava sín fyrsta arbeiðsdag sum stjóri á Vinnuháskúlanum. Við fleiri ymisk­um útbúgvingum í skjátt­ uni, stórum altjóða netverki og persónligum eginleikum metir nýggi stjórin seg vera føran fyri at taka ímóti teimum avbjóð­ing­ unum, sum standa fyri framman. – Fyri meg er tað umráðandi, at umstøðurnar hjá næmingum og lærarum eru í lagi. Vinnu­ háskúlin skal vera eitt stað, har allir partar kunnu trívast. Sum stjóri fari eg at leggja meg eftir at lurta eftir tí, sum næmingar og lærarar hava upp á hjarta, men samstundis eri eg ein persónur, ið dugir at halda eina ávísa frástøðu og taka avgerðir, sum ikki altíð hóva øllum, men sum eg í seinasta enda, haldi eru tær røttu, sigur Vilhjálmur Gregoriussen. Dámar avbjóðingar Orsøkirnar til at Vilhjálmur Gre­ goriussen av fyrstan tíð valdi at søkja stjórastarvið eru fleiri. – Fyrst og fremst dámar mær ógvuliga væl at arbeiða við fólki. Tankin um at eg kann vera við til at førleikamenna næmingar og lærarar á skúlanum er ótrúliga spennandi. Harafturat siti eg inni við eini vitan og stórum kunnleika um tað maritima økið sum heild, tí eg eri ivaleyst tann persónurin, sum hevur umsitið økið longst, sigur Vilhjálmur Gregoriussen. Í heili 10 ár starvaðist hann hjá Mentamálaráðnum sum undir­vís­ ingarleiðari fyri maritimar skúlar, inntil hann um aldaskiftið valdi at fara uttanlands at royna seg. Serliga eru tað ávísar avbjóð­ ingarnar, sum skúlin hevur fyri framman, ið tiltala 50 ára gamla havnarmannin, nú hann skal virka sum stjóri á Vinnuhá­skúla­ num. – Tað eru komin altjóða krøv, ið áseta ymsar broytingar við útb­ úgvingunum. Hesar broytingarnar skulu vera farnar fram, áðrenn eitt ár er liðið, og tað síggi eg sum eina spennandi avbjóðing í sær sjálvum, greiðir Vilhjálmur Gre­ goriussen frá og vísir á STCW, sum er heitið á altjóða kon­ven­ tiónini, ið millum annað ásetur ymsar umfatandi broytingar fyri tær útbúgvingar, ið eru á Vinnu­ háskúlanum. Drúgvar royndir innan økið Vilhjálmur Gregoriussen hevur fleiri ára royndir innan maritima økið. Umframt at hava starvast í Føroyum sum undirvísingarleiðari fyri maritimar skúlar hevur hann eisini viðkomandi arbeiðsroyndir frá útlandinum. Frá ár 2000 og fram til 2006 starvaðist hann í Danmark hjá Simrad, seinni hjá Søfartsstyrelsen og seinastu tíð­ina hjá Novo Nordisk. Árini í útlandinum kunnu avgjørt verða honum til fyrimuns, heldur nýggi stjórin. – Eg haldi avgjørt, at eg havi fingið arbeiðsroyndir úr útland­ inum, sum eg kann brúka í mínum nýggja starvi. Eg havi eitt stórt netverk uttanlands og havi arbeitt í einum altjóða tekniskum og ma­ ri­timum umhvørvið. Hetta eru royndir, sum eg avgjørt kann trekkja uppá sum skúlastjóri, sigur Vilhjálmur Gregoriussen, sum kann skriva fleiri út­búgv­ ingar á sítt CV. Hann er útbúgvin skipsførari, teldufrøðingur, HD í organisatión og Master of Busi­ ness Administration. – Við tí bakgrundini, eg havi, seti eg meg føran fyri at røkja starvið sum skúlastjóri á Vinnu­ háskúlanum. Eg havi hóskandi útbúgvingar og eri eisini vanur við leiðarasessin, men eg havi ta fatan, at saman klára vit okkum best, og tí fari eg at leggja stóran dent á eitt gott samstarv millum teir ymsu partarnar. Støðið skal hækkast Nýggi stjórin hevur nógvar visjó­ nir við starvinum, og longu nú ætlar hann sær at gera onkrar broytingar. Nakað av tí fyrsta sum hann kundi hugsað sær at broytt, er rekrutteringsgrundarlagið. – Sum nú er, skulu næmingarnir hava siglingstíð fyri at sleppa inn á skúlan.Men fyri at minka um siglingstíðina eiga vit eisini at hava eina aspirantskipan, og tað fari eg at royna at fáa sett í verk skjótast gjørligt. Tað fer at merkja, at til dømis navigatørar kunnu hava eina 12 mánaðar langa sigl­ ingstíð og ikki uppí 36, soleiðis sum tað er nú, greiðir Vilhjálmur Gregorius­sen frá. Hann ætlar sær eisini at arbeiða miðvíst fyri at hækka støðið á skúlanum og útbúgv­ ingunum. – Mann hevur longu gjørt ymiskt fyri at hækka støðið, og hesum ætli eg mær so avgjørt at halda áfram við. Nógvir av lær­ aru­num hava førleika til at lyfta støðið, og eg meti tað vera um­ ráðandi, at næmingar fáa neyð­ ugar førleikar, soleiðis at teir kunnu koma á bachelorstøði, sigur Vilhjálmur Gregoriussen. Hann kundi hugsað sær, at út­ búgvingarskipanin verður meira samanhangandi og at næmingar stigvíst kunnu arbeiða seg upp. – Tað skal kunna vera soleiðis, at um so er, at ein næmingar hoppar frá, so skal hann kunna brúka tað, viðkomandi hevur lært. Tað vil siga, at hann longu tá skal hava nakrar førleikar, sum hann kann brúka í vinnulívinum, sigur Vilhjálmur Gregoriussen og leggur afturat: – Við ymsum broytingum, tillagingum í útbúgvingunum og samstarvi við aðrar hægri læru­ stovnar kunnu vit menna sam­ felagið, vinnuna og eisini varð­ veita fólk her heima. Vilhjálmur Gregoriussen hevur eisini gjørt sær tankar um lang­ tíðarætlanir fyri skúlan. – Ynskið er, at Vinnuháskúlin skal klekja kappingarførar næm­ ingar. Í framtíðini kundi eg hugsað mær, at vit fingu master­út­búgv­ ingar og kunnu menna eitt nú shippingvinnuna. Harafturat vóni eg, at tað verður soleiðis, at tá tað kemur til eftirútbúgvingar, so verður Vinnuháskúlin eitt natúr­ ligt val. Og á tí økinum haldi eg eisini, at vit hava potentiali til at fáa útlendingar hendaveg á skúl­ an, greiðir Vilhjálmur Gre­gorius­ sen frá. í meldrinum - Við ymsum broytingum, tillagingum í útbúgvingunum og samstarvi við aðrar hægri lærustovnar kunnu vit menna samfelagið, vinnuna og eisini varðveita fólk her heima.