Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2012síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur effo-deildin upptakt 21. umfar Jóannes Hansen Tað resta sjey umfør av lands­kapp­ ingini. Tað eru tískil framvegis 21 stig eftir at spæla um, og tí ber ikki til at siga, at tað er farið undir enda­ spurtin. Men støðutalvan sigur, at talan er um rættuliga lyklauppgerð, tá ið EB/Streymur í kvøld fer til Fuglafirðar. Talan er um sanna toppuppgerð, og úrslitið í kvøld fer at viga nógv, tá ið stigaposarnir fara at verða taldir um ein stóran mánað. Fyritreytirnar kunnu tykjast ymiskar. Meðan EB/Streymur leygar­kvøldið var partur av langari og sera intensivari steypafinalu, sum teir í Sundalagnum alla síðstu viku høvdu fult fokus á, so hava fugl­firð­ingar síðani 2-0 sigurin á B36 í Gundadali næstsíðsta sunnudag (tann fyrsti á B36 á útivølli í 30 ár!) havt fokus á avbjóðingini í kvøld. – Sjálvandi kendist tað sum eitt vónbrot at tapa steypafinaluna, og leygarkvøldið var nógv orka nýtt. Men soleiðis eru treytirnar, og sunnudagin vendu vit eygunum burtur frá finaluni og ímóti lands­ kapp­ingini. Nú er tað greitt, at um vit skulu vinna nakað í ár, so skal tað vera í kappingini um FM, og tað savna vit okkum fult og heilt um nú, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi. Hóast stóra stríðið ímóti Víkingi, so eru spælararnir ikki so nógv merktir av stóra stríðnum. Tað er greitt, at Egil á Bø framvegis er skaddur, og Pætur Dam Jacobsen er ikki tøkur, tí hann er leikbannaður eftir reyða kortið í finaluni. Arnbjørn Hansen spældi bara eina løtu leygarkvøldið, og hann er í ferða­lagnum, sum fer til Fuglafirðar seinna­partin. – Vit hava sett hvørjum øðrum stevnu tíðliga seinnapartin. So eta vit saman og tosa um avbjóðingina í kvøld, áðrenn vit fara úr Sunda­ lagnum. Støðutalvan og úrslitini sein­astu nógvu vikurnar siga, at talan verður um stóra avbjóðing, men vit trúgva upp á okkara møgu­ leika, sigur Heðin Askham. Í 7. umfari vann EB/Streymur 2-1 í Fuglafirði, og úrslitið var tað sama, tá ið ÍF í 12. umfari vitjaði við Margáir. Í fjør vann EB/Streymur 4-0 og 2-0 í Fløtugerði, og í 2010 vóru úrslitini millum hesi bæði liðini 1-1 og 3-3, tá ið tey hittust í Fuglafirði. Seinasta ferðin, at ÍF vann á heima­ vølli ímóti EB/Streymi var 8. august í 2009, tá ið úrslitið var 3-1. Stórur spenningur Í Fuglafirði eru allir spælararnir tøkir. Karl Løkin var í síðstu viku og royndarvandi í Herfølge. Hann er nú aftur í Fuglafirði og verður á ÍF liðnum inntil kappingarlok. Síð­ ani er ætlanin, at hann skal fara til Danmarkar. ÍF hevur vunnið fulla úrtøku burturúr teimum seks dystunum, sum eru spældir síðani 30. juni. Saml­aði málmunurin í hesum sigr­ unum er 18-6. – Allir spælararnir eru við í verju­partinum. At tað verður ar­ beitt hart og miðvíst í tí partinum er grundarlagið. So er tað upp til okk­um at taka av, tá ið vit fáa møgu­leikar. Tað fáa vit altíð, og tað hevur eydnast væl, segði Flemming Christensen, venjari hjá ÍF, í sam­ røðu við Rás2 næstsíðsta sunnu­ dag. Hóast fyritreytirnar kunna tykj­ ast ymiskar hjá ÍF og EB/Streymi, so siga teir í Fuglafirði seg rokna við stórari avbjóðing. Um tað eydnast ÍF at vinna í kvøld, so verður ÍF topplið undan seks teimum sein­ astu umførunum. Tí er tað einki at siga til, at spenningurin millum áskoðararnar er ógvuliga stórur. Tað prutlar orduliga undir lokinum! joannes@sosialurin.fo ÍF - EB/Streymur: Petur Reinert mikudagin klokkan 18.00 Tað prutlar í Fuglafirði Fótbóltur Spenningurin er ógvuliga stórur í Fuglafirði, har teir ikki vilja hoyra talan um, at uppgávan verður lættari í kvøld, tí EB/Streymur leygarkvøldið var partur av langari og intenari steypafinalu Mynd: Álvur Haraldsen Tað eru tvey lið, sum tað síðstu vikurnar hevur verið rættu­liga soltið hjá, ið hittast á Svanga­ skarði í kvøld. Dagsskráin hjá B68 er rættu­ liga einføld. Tað snýr seg um at bjarga sessin í bestu deild­ ini. Undan sjey teimum síðstu umførunum leypir bara eitt stig av í kappingini við TB um at sleppa undan niður­flyt­ ingar­plássi. Í fyrsta dystinum eftir summar­steðgin vann B68 2-0 á heimavølli ímóti FCSuðuroy. Í fýra teimum seinastu roynd­ unum hevur úrtøkan bara verið tvey stig. KÍ hevur bara vunnið fýra stig í teimum fimm royndunum síðani summarsteðgin. Henry Heinesen, John Hammer og Heðin Klakstein eru leik­bannaðir í Klaksvík. Á Toftum er Einar T. Hansen leik­ bannaður, og fleiri spælarar eru skaddir. Keita og Kamara sita framvegis uttanfyri. Kristian Anton Andreasen er ikki førur fyri at spæla, og tað er rættu­liga ivasamt, um Jann Ingi Petersen verður við. KÍ hevur vunnið báðar dyst­ir­nar ímóti B68 fyrr í ár. Í 7. umfari var støðan 0-0, tá ið tíðin var um at vera farin á Svanga­skarði, men KÍ vann 2-0. Í 12. umfari var úrslitið í Klaksvík 3-0. Tað verður svenskur dómari á Svangaskarði íkvøld. joannes@sosialurin.fo B68 - KÍ: Dragan Banjac mikudagin klokkan 18.00 Um FC Suðuroy ikki vinnur oyggjauppgerðina í kvøld, so verður tað staðfest, sum leingi hevur verið roknað sum veru­ leiki Triðja oyggjauppgerðin í Suðuroy í ár verður á Vágseiði í kvøld. FC Suðuroy fær vitjan av TB, og tað kann væl vera, at tað longu í kvøld – seks um­før og ein stóran mánað undan kappingarenda – verð­ur endaliga staðfest, at FC Suður­ oy ikki verður partur av bestu deildini næsta ár. Tað eru seytjan stig fram til B68 á triðja aftasta plássinum, og eftir dagsins umfar verða tað átjan stig eftir at spæla um. Málmunurin hjá FC Suðuroy er væl verri, enn hann er tað hjá B68 og TB. Tvær oyggjauppgerðir í Suðuroy hava verið fyrr í ár. Í 7. Umfari endaði tað 1-1 á Vágs­ eiði, og í 12. Umfari vann TB 3-0 á heimavølli. Um tað skal eydnast suður­ oy­ingum at varðveita lið í bestu deildini, so kann tað fara at vísa seg at vera rættuliga av­ ger­andi, at TB vinnur fulla úr­ tøku í kvøld. Hjá TB er miðvallarin Rógvi Joensen framvegis so mikið skaða­plágaður, at hann ikki verður við í kvøld. joannes@sosialurin.fo FC Suðuroy - TB: Ransin N. Djurhuus mikudagin klokkan 19.00 Kunnu flyta niður í kvøld Mannfall í báðum legunum