fríggjadagur 31. august 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Enn einaferð fingu vit dømi um
almenna verkætlan, har metingin
er púra av leið í mun til innkomnu
tilboðini – og harvið dagsprísin.
Fyrra dømið var, tá boðini upp á
at gera farstøðina á flogvøllinum
vórðu almannakunngjørd – tað
seinna nú greitt er, at tað fer at
kosta helmingin meira at gera
Skúladepilin í Marknagili, enn
Landsverk hevur mett.
Eitt er, at metingarnir ikki sam
pakka heilt við innkomnu tilboðini.
Men tá lægsta tilboðið er helvtina
dýrari, enn tað, sum Landsverk hev
ur mett, so er okkurt, sum haltar.
Men í gjár boðar Landsverk frá,
at »...í eina tíð hevur verið greitt
fyri Landsverki, at tilboðini upp á
at byggja Skúladepilin við Markna
gil komu at liggja væl oman fyri av
settu játtanina. Stovnurin hevur tí
longu í góðari tíð sett í verk arbeiði
fyri at finna neyðugar sparingar, so
tað letur seg gera at fremja byggi
ætlanina uttan ov stóran meir
kostnað.«
Hetta var nú ein margháttlig
niðurstøða at koma við – og í tøk
um tíma. Tveir dagar aftan á, at
gjørt varð kunnugt, at metingin
hjá Landsverki var beinleiðis veru
leikafjar, kemur stovnurin við upp
skotum, sum minka kostnaðin eini
20 prosent.
Hví eru hesar sparingar ikki
gjørdar, áðrenn útboðsarbeiðið var
klárt?
Sambært Landsverki standast
øktu útreiðslurnar av, at játtanin
er fýra ára gomul, at byggitíðin er
longd við tveimum árum, og at ser
lig atlit eru tikin – hetta fyri at før
oyskar byggifyritøkur og veitarar
ikki skuldu verða verri stillað enn
útlendskar fyritøkur.
Tað hevur ljóðað, at føroyska
byggifyritøkur og veitarar hava
verið sera misnøgd við arbeiðs
háttin hjá Landsverki viðvíkjandi
útboðstilfari.
Áhugavert verður at frætta,
hvat Løgtingið sigur til tíðindini frá
Landsverki um, at sama verkætlan
kann gerast við at gjalda 20 prosent
minni, uttan at hesar ganga út yvir
byggilist, góðsku og funktionalitet.
Skal hetta skiljast so, at verkætl
anin er gjørd 20 prosent dýrarari
fyri at føroyskar fyritøkur skulu
kunna vera við, og tá tað nú kortini
bleiv ein útlendsk fyritøka, sum var
lægst, so lækka vit bara prísin til
svarandi?
Okkurt er, sum bendir á, at polit
isku skipanin tørvar meiri álítandi
metingar, tá støða skal takast til
stórar verkætlanin, og spurningurin
er, um Landsverksstovnurin er før
ur fyri at átaka sær so stórar upp
gávur, sum stovnurin av góðum
grundum ikki hevur royndir í.
Tað bendir á eina amatørkenda
mannagongd, sum kann kosta
nógvar almennar milliónir.
Hví skuldi verkætlanin
fremjast við meirkostnaði?
Hóast
verkætlanin
um
Skúladepiln í Marknagili
varð samtykt í løgtinginum
við stórum meiriluta tann
15. mai í 2008, so vóru tað
»bara« 28 tingfólk, sum at
kvøddu fyri, meðan fýra at
kvøddu ímóti.
Teir fýra vóru Jákup
Mikkelsen, Anfinn Kalls
berg og Jørgen Niclasen úr
Fólkaflokkinum og Gerhard
Lognberg úr Fólkaflokki
num.
Nú kunnu grundgeving
arnar fyri at vera í móti vera
so ymsar. Ein kann vera, at
depilin skal byggjast í Havn
og ikki í Klaksvík, ein onnur
grundgeving kann vera, at
hetta eru ov nógvir pengar
at brúka til eina almenna
verkætlan, og ein triðja
grundgeving kann vera, at
tað eru alt ov nógvir peng
ar at brúka upp á ein nyttu
leysan skúla – at tey ungu
heldur skuldu farið til ar
beiðis!
– Ella hava hesir fýra fýr
arnir verið so framskygdir,
at teir ikki trúðu metingini
hjá Landsverki?
Jákup, Gerhard og
Jørgen søgdu nei
Fáur lýgur meir enn helvtina
Løgmaður, Kaj Leo Holm
Johannesen, danski forsæt
isráðharrin, Helle Thorning-
Schmidt
og
grønlendski
landsstýrisformaðurin, Kuu
pik Kleist høvdu í gjár árliga
ríkisfundin. Fundurin var í ár
hildin í Igaliku í Suðurgrøn
landi.
Á skránni var m. a. menn
ing av samstarvinum í rík
isfelagsskapinum. Stjórnar
leiðararnir eru samdir um
at arbeiða fyri at styrkja og
betra um samstarvið í ríkis
felagsskapinum.
L ø g m a n s s k r i v s t o v
an skrivaði til miðlarnar í
morgun, at skulu Føroyar og
Grønland gagnnýta møgu
leikarnar í alheims sam
felagnum, mugu londini í
størri mun fáa møguleika
at røkja egin áhugamál á al
tjóða pallinum. Samskifti og
kunningin millum partarnar
á uttanríkis- og trygdarpol
itiska økinum eigur eisini at
betrast:
» – Eitt arbeiði verður nú
sett í gongd. Partarnir skulu
sínámillum finna fram til,
hvussu tryggjast kann, at
uttanríkispolitisku
áhuga
málini hjá Føroyum og Grøn
landi verða røkt í størri mun,
og stjórnirnar í londunum
fáa neyðugu kunningina frá
donsku stjórnini.
Løgmaður
fer at viðgera málið sam
an við danska uttanríkis
ráðharranum, ið kemur til
Føroyar á vitjan seinni í
heyst.
Samstarv innan hav-
og veðurlagsgransking.
Á fundinum hava løg
maður,
forsætisráðharrin
og
landsstýrisformaðurin
gjørt avtalu um at seta í verk
eitt samstarv innan hav- og
veðurlagsgransking millum
granskingarstovnar í Føroy
um, Grønlandi og Danmark.
Danska stjórnin hevur sett
10 mió. kr. av til samstarvið.
Hetta er eitt framhald og
víðkan av verandi havgransk
ingarsamstarvi,
ið
hevur
verið millum Føroyar og
Danmark, sum byrjaði í 2007.
Samstarvið verður nú víðkað
til eisini at fevna um Grøn
land. Samstarvið verður, sum
higartil, samskipað á Hav
stovuni. Samstarvspartarnir
fara saman at áseta tey ítøk
iligu fokusøkini í gransking
arsamstarvinum.
Á fundinum umrøddu
partarnir eisini m.a. makrel
ósemjuna, yvirtøku av út
lendingamálum og felags
arktisku strategiina hjá rík
isfelagsskapinum.«
Samstarvið í ríkisfelags
skapinum skal styrkjast
Ríkis
felags
skapur ella
grundlóg
Sjúrður Skaale
kjak á síðu 23
Løg
maður sig
ur eitt og
ger annað
Kristina Háfoss
kjak á síðu 18
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, Kuupik
Kleist, landsstýrisformaður og Kaj Leo Johannesen
á ríkisfundinum í Igaliku í Suðurgrønlandi í gjár