fríggjadagur 31. august 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðun Klakstein
Í eina tíð hevur Landsverk
vitað av, at tilboðini upp á
arbeiðstøkurnar til bygg
ingina av Skúladeplinum
við Marknagil fóru at verða
munandi hægri enn játtanin
í verklagslógini. Og tað vísti
seg eisini, at at lægsta tilboð
ið var hálvt annað hundrað
milliónir krónur hægri, enn
samlaða játtanin á 391 millió
nir krónur er.
Landsverk
hevur
tí
granskað verkætlanina fyri
at finna sparingar, so at tað
letur seg gera at fremja bygg
ingina uttan ov stóran meir
kostnað.
- Vit hava leitað eftir spar
ingum, sum kunnu gerast,
uttan at hesar ganga út yvir
byggilist, góðsku og funk
tionalitet, sigur Heini Trónd
Hansen, verkætlanarovasti.
Stórar sparingar
Landsverk heldur seg hava
funnið sparingar á millum 80
og 90 milliónir krónur – tað
er meira enn helmingurin av
meirkostnaðinum upp á 155
milliónir krónur.
- Vit hava einki broytt við
støddini á skúlanum ella við
arkitekturin, men vit hava
eitt nú funnið bíligari alter
nativ til bygningslutir, sigur
Heini Trónd Hansen.
Gongur hetta ikki út yvir
góðskuna?
- Góðska er so nógv, og tað
finnast til dømis ymisk sløg
av loftum og av teppum, og
tað ber til at finna bíligari
alternativ.
Í sambandi við lisitatión
ina eru serprísir fingnir til
vega, sum fara at gera bygg
ingina bíligari. Kannað verð
ur í løtuni, hvussu nógv hetta
kann ávirka samlaða byggi
prísin niðureftir.
Landsverk metir, at tað
ber til at koma so langt við
sparingum í sambandi við
stóru
byggiætlanina,
at
byggingin ikki kemur í van
da, men verður framd sum
ætlað.
Tá arbeiðið við at finna
sparingar
er
liðugt,
ger
Landsverk tilráðing um hesi
átøkini til Mentamálaráðið,
sum er byggiánari av Skúla
deplinum við Marknagil.
Eirikur Lindenskov
– Hví gjørdust læstu boð
ini upp á Skúladepilin í
Marknagili nærum 50 pro
sent hægri, enn metingin hjá
Landsverki?
– Verður møguligt at gera
sparingar
í
verkætlanini
svarandi til 155 milliónir
krónur uttan at hetta kemur
at ganga út yvir eitt nú góðs
ku, snið og virksemi hjá
skúladeplinum?
– Um neyðugt, fer lands
stýrismaðurin at biðja Løg
tingið um at økja játtanina
til Skúladeplin í Marknagili?
– Hví hevur fyrireikingin
av verkætlanini tikið fýra ár?
– Hvat fer landsstýris
maðurin at gera fyri at
tryggja, at verkætlanin ikki
verður útskotin enn eina
ferð?
– Fer landsstýrismaðurin
at gera nakað fyri at tryggja,
at føroysk feløg og føroysk
arbeiðsmegi verða nýtt í
sambandi við hesa nýskap
andi verkætlan?
– Nær verður farið í gongd
við byggingina?
Hesar spurningar vil Kris
tina Háfoss hava Bjørn Kalsø,
landsstýrismann í menta
málum at svara uppá.
Tingkvinnan
heldur,
at málið um Skúladeplin í
Marknagili hevur tikið alt
ov langa tíð. Hon vísir á,
at tað var undir leiðslu av
CHE samgonguni, sum sat
frá februar til september
í 2008, at tað eydnaðist at
fáa breiða politiska semju
millum
allar
flokkar
á
Løgtingi um at fara und
ir at byggja Skúladepilin
í Marknagili, ið skal húsa
bæði HF- og Studentaskúla,
Tekniska skúla og Handils
skúlanum.
Tikið alt ov langa tíð
– Ein verkslagslóg varð sam
tykt við atkvøðu frá øllum
flokkum á Løgtingi. 28 at
kvøður vóru fyri og fýra
ímóti Jørgen Niclasen, Jákup
Mikkelsen, Anfinn Kallsberg
og Gerhard Lognberg. Harvið
vórðu karmarnir lagdir, sigur
hon.
Kristina Háfoss vísir á,
at til verkætlanina vórðu
í verklagslógini settar av
23.000 krónur fyri fermetu
rin, samanlagdar 391 millión
ir krónur.
– Eftir ætlan skuldi farast
til verka við fyrireikingar
beinanvegin og skuldi pro
jekteringin verða liðug sama
árið. Skúladepilin skuldi vera
klárur at taka í nýtslu í 2013.
Sum kunnugt tók ABC-sam
gongan við í 2008 eftir CHE-
samgonguna, og eftir hetta
ABDH-samgongan, og nú vit
eru í 2012 er spakin enn ikki
settur í, sigur Kristina Há
foss.
Hon vísir víðari á, at
helst eru nógvar orsøkir til
hetta, men at tað hevur tikið
óskiljandi langa tíð at fyri
reika hesa verkætlan.
– Og við tí játtanarkarmi,
ið henda samgongan hevur
samtykt, verður skúladepilin
ikki klárur at taka í nýtslu
fyrr enn í 2016 – í besta føri.
Nú boð eru komin inn upp
á skúlan er greitt, at byggi
fyritøkur meta, at kostnað
urin verður í minsta lagi
nærum 50 prosent hægri,
enn Landsverk hevur mett.
Hetta merkir, at Landsverk
má í gongd við umfatandi
spariætlanir ella at lands
stýrismaðurin kemur við
dagførdari verklagslóg har
biðið verður um størri játtan,
sigur hon.
Útlendingar fara
við arbeiðinum
Kristina Háfoss sigur víðari,
at ov mikið av tíð hevur
verið nýtt til at gera fyrireik
ingarnar til fulnar, og at tað
undrar hana ómetaliga nógv,
at tað er so stórur munur á
metingini frá Landsverki og
boðini. Samstundis kann tað
tykjast nærum ómøguligt at
spara úr 475 mió. kr. niður
í 320 milliónir krónur fyri
tann partin av verkætlanini,
ið byggifyritøkurnar skulu
taka sær av, uttan at hetta
kemur at ganga sera hart út
yvir skúladepilin.
Hartil heldur hon tað
verða greitt, at um lands
stýrismaðurin
bert
velur
at hyggja at kostnaðinum
í sambandi við tey boð, ið
eru komin upp á byggingina,
og velur lægstu boðini, so
verður tað verður ein ís
lendsk fyritøka, ið fer at
byggja meginpartin av skúla-
deplinum. Harvið verða tað
ikki føroyskar fyritøkur, ið
koma at økja teirra virksemi
og skapa sær vitan og roynd
ir av hesi verkætlan.
– Tað sum ikki má henda
er, at henda verkætlan verð
ur útskotin enn meira. Tí
ongantíð áður er ein almenn
skúlaverkætlan
fyrireikað
í so langa tíð, samstundis
eru
miðnámsskúlarnir
í
Tórshavn ógvuliga illa fyri,
tá umræður hølir, ikki minst
Tekniski Skúli og Studenta
skúlin í Hoydølum. Men
skúlarnir royna at halda
áfram vitandi um, at tað
nú verður farið í gongd við
at byggja nýggj høli. Tað er
tí av alstórum týdningi, at
tryggjað verður, at tíðar
ætlanin ikki verður útskot
in, sigur Kristina Háfoss í
viðmerking til fyrispurning
in, hon hevur sett avvarðandi
landsstýrismanni við vón
um, at Skúladepilin í Mark
nagili verður ein væleydnað
skúlaíløga sum gerst til veru
leika sum skjótast.
Má ikki skjótast
enn longur út
MARKNAGILSDEPILIN – Tað má ikki henda, at ætlanin
við Marknagilsdeplinum verður skotin enn longur út, sigur
Kristina Háfoss, løgtingskvinna, sum hevur sett Bjørn
Kalsø, mentamálaráðharran, fyrispurning um málið
Kunnu gera stórar
sparingar við Marknagil
BYGGING Landsverk hevur
funnið sparingar fyri næstan
90 milliónir krónur í ætlanini at
byggja Skúladepilin við Marknagil.
Støddin á skúlanum er tó tann
sama, og hildið verður fast um
arkitekturin í projektinum