Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-31, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tað kom óvart á fleiri, tá mál­slúk­ urin hjá EB/Streymi gjørdi greitt, at hann ikki vildi skjóta brotsspark í brotssparkskappingini í finaluni um Løgmanssteypið. Sjey leikarar høvdu frammanundan skotið fyri tvífaldu steypavinnarnar úr sundalagnum. Tá áttandi brotssparksskjúttin skuldi finnast vildi ongin traðka fram og taka ábyrgd. Bólturin var kastaði aftur og fram millum teir leikararnar, ið stóðu eftir. Hóast EB/Streymur hevði eina út­skifting eftir og Egil á Bø hevði verið førur fyri at skotið, so kom hann ongantíð á vøllin. Tað endaði við, at Arnbjørn T. Hansen fekk greið boð um at taka brotssparkið. Á veg móti málinum var ikki torført at síggja, at talan var um ein mann, sum ikki hevði tað gott við støðuna. Lítla løtu seinni er Víkingur steypa­vinnari, tí Geza Turi hevur bjargað heldur vánaliga brots­sparkinum frá Arnbirni T. Hansen. – Eg segði við venjaran, at eg vildi sleppa undan at skjóta. Eg hevði brent fýra brotsspørk upp í slag og bar meg tí undan, sigur Arnbjørn T. Hansen, meðan hann stríðist við at fáa skinnarnar av. Dysturin móti ÍF er akkurát lið­ ugur og EB/Streymur hevur enn eina ferð mist á stokkinum. Tað sær ikki gott út, tá ongin leikari vil átaka sær ábyrgdina, meðan fleiri túsund føroyingar standa spendir og bíða. – Eg spurdi hinar um teir vildu skjóta, men ongin vildi. So fekk eg boð um at skjóta og tað gjørdi eg so, sigur Arnbjørn T. Hansen og leggur afturat, at steypa ósigurin ikki hevur sett tey stóru sporini í sunda­lagnum. EB/Streymur og Víkingur hava sína millum vunn­ ið steypakappingina seks tey sein­ astu árini. Tí vildi Arnbjørn ikki skjóta brotsspark Tróndur Arge – Fuglafjørður Hetta var dysturin, har ÍF skuldi koppa einum troyttum EB/Streyma liðið, sum hevði spælt 120 langar og harðar minuttir móti Víkingi í steypafinaluni leygarkvøldið. Hin­ vegin hevði ÍF havt tíggju dagar at fyrireika seg í. Tað sást eisini á spælinum í fyrra hálvleiki. ÍF var omaná og Jákup Mikkelsen váttaði eisini eftir dystin, at ætlanin var at trýsta troytt­ur EB/Streyma leikararnar frá fyrsta bríksli. Longu aftaná tíggju minuttir hevði ÍF ein fleirfaldaðan møgu­ leika, tá Clayton, Bogi Løkin og aðrir stóðu í kø at royna seg. EB/Streyma verjan megnaði at standa fyri. Dysturin var rótutur og serliga á miðvøllinum gekk illa at fáa nakað samanhangandi spæl. Stutt fyri hálvleik gekk illa at rudda vekk hjá Sorin Anghel og ágrýtna ÍF álopið vann bóltin inni í brotsteiginum, men Karl Løkin far ikki skot á, tá hann verður spælur leysur. Tá farið verður til hálvleiks er ÍF omaná. Teir hava havt fleiri av møgu­leikunum og meiri av spæl­ inum. EB/Streymur hevur tó ikki verið fyri einki. Arnbjørn T. Hansen byrjaði inni og einar tvær ferðir var um reppið at gestirnir komu á odda. Marni vendur dystinum á høvdið EB/Streymur kom út til seinna hálv­leik sum eitt nýtt lið. Longu eftir fimm minuttir inn í seinna hálv­leik legði Marni Djurhuus EB/Streym á odda. Hans Pauli Samuelsen sendi fríspark innfyri. Bólturin bleiv stútaður upp á tvørs í fimm metrinum og har eydnaðist Marna Djurhuus at fáa bóltin í málið. Hetta er fyrsta málið hjá Marna Djurhuus, síðani hann í øðrum um­ fari í 2007 legði EB/Streym á odda móti B71. Tað eydnaðist ongantíð ÍF at trýsta EB/Streym, sum fleiri ferðir kundi havt økt um leiðsluna. Millum annað hevði Hans Pauli Samuelsen eina góða skotroynd, meðan Leif Niclasen rakti stongina. Dánjal bjargar ÍF ÍF vísti millum lítið og einki í seinna hálvleiki og lítið bendi á, at teir skuldu fáa nakað burtur úr dyst­ inum. Ein minutt fyri tíð fær ÍF hornaspark í høgru síðu. Tað er ser­ liga upp á deyðbóltar, at ÍF hevur fingið mál seinnu dystirnar. Tað skuldi eisini eitt horna til fyri at ÍF skuldi fáa mál. Uttanfyri brotsteigin stendur orkuríki høgri­ vongurin, Dánjal á Lakjuni, klárur at taka móti bóltinum. Bólturin kem­ur eisini út frá til Dánjal, sum við neyvum og góðum skoti sendir bóltin millum vinir og fíggindar og í mál. – Vit hava spælt nógvar góðar hálvleiki móti EB/Streymi og einki fingið. Nú spæla vit so ein vánaligan hálvleik og fáa eitt stig. Kanska tað er uppskriftin at spæla móti teim­ um, sigur Jákup Mikkelsen. ÍF hevur ringt tak á EB/Streymi og hava ikki vunnið á teimum í áleið trý ár. – Ætlanin var sjálvandi trýsta teir og seta ferðina upp á dystinum, men tað hendir ikki av sær sjálvum, sigur landsliðsmálverjin um vant­ andi trýsti í seinna hálvleiki. Skoraði Dánjal á Lakjuni ikki ein minutt fyri tíð, so varð EB/Streymur fimm stig fremst. So hevði verið verið torført at sæð nakran annan vunnið FM enn sundalagsmenn. Nú er munurin bara tvey stig. trondur@sosialurin.fo Effo-deildin 21. umfar ÍF bjargað á strikuni Fótbóltur EB/Streymur var á gáttini til stinga av frá hinum avbjóðarunum, men á sjálvari málstrikuni kom Dánjal á Lakjuni og tryggjaði ÍF eitt næstan alt avgerandi stig fyri oddastríðið Arnbjørn T. Hansen byrjaði inni og einar tvær ferðir var um reppið at gestirnir komu á odda Mynd: Álvur Haraldsen