fríggjadagur 31. august 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 101 · 31. august 2012
2
VIKUSKIFTI
Summarið er av álvara farið at halla. Tó
so hava seinastu dagarnir bjóðað upp á
frálíkt sólskynsveður, hóast hitin ikki er
heilt tann sami sum fyri einum mánaði
síðani. Fólk flest eru komin aftur úr feriu,
og eru farin tiil verka aftur. Onnur hava
gjørt øvugt. Biðið arbeiðinum farvæl og
eru farin undir nýggjan setning. Mongu
útisetarnir eru dømi um hetta. Tey, sum
lesa uttanfyri føroysku landoddarnar,
men sum hava verið heima í summarfrí og
vunnið sær pening, soleiðis at lestrarárið,
sum stendur fyri framman, fellur lættari.
At færri ung andlit eru at síggja í býar-
og bygdamyndini, eru greið tekin um, at
summarið skjótt er av. Termometrið ber
somu boð, men eitt annað gott dømi um, at
ársins heitasta og ljósasta tíð gongur móti
endanum, er fallandi talið av brúdleypum.
Í Summar hava vit í greinarøð varpað
ljós á fleiri av hesum brúdleypum. Sjey
Summar á rað hava vit havt tvær síður
við flottum myndum, har brúðarpør
hava greitt frá. Henda greinarøð er nú
av og vit taka saman um hesaferð.
Ársins steypakapping í fótbólti er
somuleiðis av. Endabresturin var farna
vikuskiftið við tveimum fantastiskum
finaludøgum á Tórsvølli. Venjararnir
hjá finalistunum í kappingini um
løgmanssteypið, Jógvan Martin Olsen
og Heðin Askham, líta aftur á finaluna
og taka samanum í hesum blað.
Av øðrum tilfari borðreiðir Summar
hesaferð við drúgvari samrøðu við
Miðflokkamannin Bill Justinussen,
einari søgu um film, ið viðger samleika,
umframt at vit aðrastaðni fara í
dýpdina við hugtakinum sjálvsøkni.
Við øðrum orðum borðreiða
vit við eitt sindur av hvørjum, júst
eins og summarið hevur gjørt.
Summarið farið at halla
Rólant Waag Dam
Summarredaktørur
Tiltøk um vikuskiftið
Peter Gade, danska
badmintonstjørnan,
heldur ókeypis fyrilestur
í Norðurlandahúsinum
fríggjadagin klokkan 17
Vágatunnilin, sum júst hevur
kunngjørt, at fleiri enn fimm
milliónir akfør hava koyrt ígjøgnum
tunnilin síðani hann lat upp fyri
ferðslu 10. desember 2002, loyvir
ókeypis ferðslu leygardagin
Tórshavnar Marathon byrjar
í miðbýnum sunnudagin
klokkan 13. Bragdið
skipar fyri og talan er
samstundis um FM-kapping
Marknaliðið við Anniku Hoydal,
Jógvani Dahl, Eyðuni Mohr Hansen
og Kaj Johannesen og Vágaverk
við Sámali Ravnsfjall, Jóan Jakku
Guttesen, Finnuri J. Johannesen
og Holgari Jacobsen hava
konsert í Norðurlandahúsinum
fríggjakvøldið klokkan 20
Loppumarknaður í Sirkus
í Vágsbotni í Havn við
alt frá lutum til heimið,
gomlum leikum, ljóðføri,
LP plátum og klæðum
leygardagin klokkan 13
Cirkus Baldoni vitjar í Trongis
vági leygardagin og í Havn
sunnudagin. Báðar dagarnar
verður byrjað klokkan 14