Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-31, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2012síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 101 · 31. august 2012 4 VIKUSKIFTI vangamynd Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Kvøldarlotið er frískt henda oktober­ dagin á Glyvrum, tá tað brádliga dukar á hurðina í barnaheiminum hjá Bill Justinussen. Friðurin ræður hetta kvøld­ið. Vitjandi koma javnan á gátt her, so einki løgið er í hesum fýra duk­ unum á hurðina. Og tó. Árið er 1977. Mamman, sum er heimagangandi, tí pápin er sjómaður og burturstaddur, letur hurðina upp. Inn um stígur fatti lærarin, sum er frelstur og hevur greitt 13 ára gamla Bill Justinussen frá gleðis­ boðskapinum í kristnitímunum í Glyvra skúla. Henda støðan er óvanlig. Hann hevur ongantíð verið á vitjan her fyrr. Lærarin er sjálvandi ikki ørindaleysur. Hann vil tosa við Bill. – Hann er ikki inni júst nú, men hann verður skjótur, sigur mamman blídliga, sum í sama andadrátti bjóðar lær­aranum innum. Bill stendur seg væl í skúlanum. Hann er serliga kringur í føroyskum, har hann heystar ágóðan av drúgvu royndunum hjá Eliesar í Boyti, sum dugir fyrimyndarliga væl at læra frá sær. Skjótt kemur Bill heim. Hann er fullgreiður yvir, hví lærarin vil tosa við hann – og lærarin er ikki komin her at skelda. Teir báðir setast við stóra og brúnlitta stovuborðið. Lærarin er her fyri at vísa honum skriftirnar. – Hann hevði sæð, hvussu eg og nakrir vinmenn sótu undir hvørjum orði í kristnitímunum. Eg drakk eisini hvørt orð í meg hetta kvøldið. Hann hevði frímóð til at gera hesi ørindi fyri sín Harra, og tað eri eg æviga takk­ samur fyri, sigur Bill Justinussen, nú 36 ár seinni. Tað eru serliga orðini í Opinberingini 3. kapitull og 20. vers, sum eru livandi fyri honum. »Hygg, Eg standi fyri durunum og banki! Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum – og hann við Mær«. Bill kennir seg lættan um hjartað og fær frið innan. Tað er, sum Bill hevur funnið tað, hann hevur longst og tráað eftir í barna­árunum. Løtu seinni boyggja teir knø saman. Bill er frelstur. Kristindómurin fekk rúmd Nøkur av vinfólkunum hjá Bill vórðu eis­ini frelst um somu tíð. Tey hildu nógv saman og høvdu sterkan andaligan felagsskap. Hesin lærarin skipaði saman við øðrum fyri regluligum húsmøtum, har vin­fólkini trúliga møttu, og seinni stovn­aðu vinfólkini samkomuna Lívsins Orð, sum enn er ein virkin samkoma. Tað var ikki óvanligt, at tey sum nýfrelst vóru á møti fýra ferðir um vikuna. At fáa so nógva undirvísing úr Bíbluni og hava eitt virkið kristið lív var av sonnum við at mynda tey sum persón. – Øll heimsmyndin verður ávirkað og lívsáskoðanin verður í kristnum ljósi. Høvuðsboðskapurin hjá frelstum kristnum er, at Guðs kærleiki verður virksamur í okkum menniskjum. Tann kærleikin gevur, uttan at taka nakað afturfyri. Hann fyrigevur treytaleyst. Hann tolir alt. Soleiðis havi eg roynt og ynskt at liva í gerandisdegnum«, sigur Bill Justinussen. Fyrstu árini vaks hann upp millum útróðrarbátarnar á Stongunum í Klaksvík. Familjan flutti út á Glyvrar í 1970, tá Bill fór í fyrsta flokk. Glyvrar var paradís hjá børnum. Høvuðs­spæli­ plássið var fótbóltsvøllurin oman fyri Glyvra skúla, har Bill brúkti túsundtals tímar at spæla fótbólt. Um rundi leður­ bólturin ikki setti dagsskránna, spældu teir kovboy við Gamlastein ella niðri á Bakka, ella hugleiddu um lívsins stóru spurningar uttan fyri automatina hjá Meinhard á Trónda. Politikkurin Heimurin stendur stillur eina løtu. Hann hugsar ikki. Stilli. Hann hevur ilt við at trúgva tí. Veljarakanningarnar hava spátt, at Jenis av Rana fór aftur at vera einsamallur tingmaður. Hetta kem­ur óvart á. Nú er talt upp í Havn, og Mið­flokkurin hevur kneykrað næsta mannin. Tað fara nøkur sekund, áðrenn frøin fer so smátt brúsandi gjøgnum kroppin. Umsíðir kom umskiftið. Á sjón­varps­skýggjanum við hús er sjón fyri søgn. 39 ára gamli glyvramaðurin við yvirskegginum hevur rokkið innum tinggáttina á fyrsta sinni. Á løg­tings­valinum 19. januar 2004 eru 205 atkvøður falnar honum í lut, og Mið­flokk­urin hevur nú tvey umboð í løg­ting­inum. Fantastiskt!, rópar hann fram fyri seg sjálvan. Dagurin situr rimmar fastur í hug­ anum á Bill. Tað er við ótta og bivan, at hann verður landsstýrismaður, sum tann fyrsti hjá Miðflokkinum nakran­ tíð, í familju- og heilsumálum í 2002, tá Miðflokkurin fær umboð í Tinganesi, tí fullveldissamgongan, sum hevði sitið farnu fýra árini, fekk ikki meirilutan á valinum. – Tann dagin var Norðskálatunnilin stongdur, og eg skuldi koyra norð um Eiðisskarð. Nógvir tankar fóru gjøgnum høvdið, meðan eg koyrdi til Havnar henda dagin. Her skuldi eg nú sita við sama borð, sum tey, eg hevði sæð upp til í mong ár. Annlis Bjarkhamar og eg vóru nýggj landsstýrisfólk tá. Eg gloymi hetta ongantíð, tí nú var tað, eg segði, ikki líkamikið, sigur Bill. Sum fortalari fyri hugburðs­broyt­ ingum er glyvramaðurin javnan frammi í fjølmiðlunum hesi bæði árini. Í 2004 verður hann valdur tingmaður. Loksins, freistast hann at siga. Politiski áhugin sprettir til valið í 1984, tá Tordur Niclasen heitir á hann at vera stillari hja sær hjá Kristiliga Fólka­flokkinum. Pápi Bill, sum andaðst bara 39 ára gamal í 1983, hevur verið stillari hjá Adolfi Hansen. Tordur metir, at sonurin kundi bera arvin víðari. Bill tekur av tilboðnum. Fýar ár seinni, tá hann arbeiðir í Havn, bjóðar hann seg sjálvur fram í Suðurstreymoy. Hann roynir seg á hvørjum vali fram til 2004, tá tað umsíðir bragdar. – Tað er nívandi tungt ikki at verða valdur, og tað kennist sum ein per­són­ ligur ósigur. Tó er tað ein uggi, at at­ kvøð­urnar koma øðrum til góðar og eru ein partur av eini størri heild, minnist hann. Kristiligi vongurin í føroyskum politikki er fyri støðugum ósemjum í 1980-árunum. Kristiliga Fólka-Føroya- Framburðs og fiskivinnuflokkurin, KrFFFF, ein sameining av Framburðs- og fiskivinnuflokkinum hjá Kjartan Mohr og Adolf Hansen og øðrum, er fyrsti flokkur, sum sigur seg virka fyri, at kristiliga lívsáskoðanin verður sjónlig í polikki. KrFFFF, eisini róptur Kristiligi Fólkaflokkurin, kemur á ting í 1984, men klovnar stutt eftir. Adolf Hansen tekur seg úr og stovnar Fram­sóknar­ flokkin. Tann flokkurin fær aldrin fastar tøkur í føroyskum politikki. Í 1991 herjar aftur ein ósemja í Kristiliga Fólkaflokkinum, tá Niels Pauli Danielsen og Tordur Niclasen eru ósamdir um, hvørja kós, flokkurin skal hava. Úrslitið er, at Tordur Niclasen verð­ur uttanflokkatingmaður. Seinni stovn­ar Miðflokkin og fær Jenis av Rana og Bill Justinussen við. Flokkurin bjóðar fram seg á valinum í 1994. Bæði Kristiligi Fólkaflokkurin og Mið­flokkurin eru á tingi frá 1994 til 1998, tá Miðflokkurin verður einsa­ mall­ur flokkur, sum hevur kristiligu lívs­áskoð­anin sum aðalmál. Bill Justinussen er í floksstjórnini og skrivari hjá tingmanningini, áðrenn hann sleppur framat í 2002. Ja og nei, svarar hann, tá hann verður spurdur, um politiska lívið er so, sum hann hevði væntað. – Tað eru nøkur viðurskifti, sum tú bara kann læra sum tingmaður. Tað snýr seg millum annað um, hvussu per­ sónligar relatiónir kunnu flyta politisk mál. Har meti eg, at eingin ting­limur er eins, og tí eru royndirnar, sum hvør ein­ stakur ger sær, ikki møguligar at geva víðari til onnur. Tað er sum at hoyra eitt lag ella at eta eina máltíð. Upplivingin er persónlig, sigur Bill Justinussen. Tolsemi Miðflokkurin er ofta í andglettinum við sínum sterku meiningum um fostur­ tøku, rúsdrekka, samkynd og porno­ grafi, sum hevur øst stóran part av Øll menniskju hava fult ræði yvir egnum lívi, men ongan rætt yvir lívinum hjá øðrum. Einki menniskja er yvir einum øðrum. Tað heldur 49 ára gamli Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin. – At vera samkyndur hevur einki við rættindi at gera. Tað er ein liviháttur, ein uppfatan, ein meining, ein avgerð, ein lyst, sigur hann BILL VIL SETA NEYÐUGU MØRKINI illustratión: allan korsager davidsen