Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2012síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Í morgin hósdagin mikudagin HITalag avfall lufttrýstið VESTFALLSKYRRINDI 23. august Mánin næstur jørðini 31. august Fullmáni 7. september Mánin longst frá jørðini 8. september Seinna kvarter Kelda. Álmanakkin 2012 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. Stormur upp í hvassan storm av vestri, og ælingur. Um kvøldið minkar hann vindin niður í frískan vind av útnyrðingi og yvirhøvur turt. Hitin millum 6 og 9 stig. Gul til stívt andøvsgul av vestri, um kvøldið upp í hvassan vind av útsynningi. Sólglottar, men kanska okkurt ælið. Hitin millum 7 og 10 stig. Fyrrapartin gul til stívt andøvsgul av útsynningi og ælingur, men seinnapartin vestan og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Fríggjadagin gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi og yvirhøvur turt, men leygardagin veksur hann vindin upp í hvassan vind av suðri og regn. Hitin millum 9 og 13 stig. 3. sept. 09:21 21:42 08:21 20:42 08:36 20:57 11:21 23:42 - 12:21 07:36 19:57 06:36 18:57 09:36 21:57 10:36 22:57 09:06 21:27 10:21 22:42 4. sept. 10:04 22:25 09:04 21:25 09:19 21:40 - 12:04 00:42 13:04 08:19 20:40 07:19 19:40 10:19 22:40 11:19 23:40 09:49 22:10 11:04 23:25 5. sept. 10:47 23:08 09:47 22:08 10:02 22:23 00:25 12:47 01:25 13:47 09:02 21:23 08:02 20:23 11:02 23:23 - 12:02 10:32 22:53 11:47 - 6. sept. 11:30 23:52 10:30 22:52 10:45 23:07 01:08 13:30 02:08 14:30 09:45 22:07 08:45 21:07 11:45 - 00:23 12:45 11:15 23:37 00:08 12:30 7. sept. - 12:14 11:14 23:49 11:29 - 01:52 14:14 02:52 15:14 10:29 23:04 09:29 22:04 00:07 12:29 01:07 13:29 11:59 - 00:52 13:14 5-10 m/s 5-10 m/s 24-29 m/s 9-14 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s 12/15 °C 12/15 °C Síðstu nátt: Eitt lágtrýst, undir 1000 hPa. á 54N-31V – ex Ódnin ”KIRK”fer í landnyrðing og dýpist nógv. Ódnin verður yviri á Eysturlandinum komandi nátt. Komandi nátt: Stormlágtrýstið við Ísland fer spakuliga í landnyrðing eystan og grynnist nakað. Áhuga­ verdir fyri­lestr­ar á Vinnu­ degnum 2012 Vinnudagurin 2012 undir heitinum Heimamarknaður - heimsmarknaður bjóðar tríggjar spennandi fyrilestrar, sum á ymsan hátt liggja innanfyri hetta evnið. At viðgera, hvussu lítlar og stórar fyritøkur yvirliva í altjóða kapping og heimskreppum, hava vit fingið kenda danska vinnulívsmannin Asger Aamund. Fyrilesturin tekur støði í fíggjarkreppuni og teimum fylgjandi nationalu skuldarkreppunum og avleiðingunum fyri vinnulívið. Asger Aamund hyggir eftir megin rákunum í tí búskaparligu og politisku gongdini, og eftir hvat samfelag, fyritøka og leiðari skulu gera fyri at gerast vinnarar í einum alt harðari kappingarumhvørvi, har bert tey best egnaðu yvirliva. Grønland verður væntandi eitt av stórur vakstrarøkjunum her í okkara grannalag. Hvussu eru útlitini fyri komandi tíðirnar, og hvussu eru møguleikarnir at koma inn á grønlendska marknaðin? Hetta verður grundarlagið undir fyrilestrinum hjá Jóannesi Niclassen. Hugt verður eisini eftir grønlendskum fyritøkum í mun til útlendskar fyritøkur, og samanspælinum millum vinnu og myndugleikar. Ragnar Joensen var til februar 2011 stjóri í Marine Harvest Føroyar. Hann skifti tá til at gerast stjóri í Marine Harvest Norway, sum fevnir um alt alivirksemi hjá felagnum í Noregi. Hann hevur sosatt royndir innan føroyskt vinnulív, innan norskt og altjóða vinnulív. Á Vinnudegnum samanber Ragnar Joensen royndir og møguleikar - úti og heima. -5° 0° 5° 10° 15° 20° Mesti 14,3°C 10° Hitin í dag Minsti hiti máldur 8,9°C ––––––– 20 ––––––– ––––––– 40 ––––––– ––––––– 60 ––––––– ––––––– 80 ––––––– ––––––– 100 ––––––– ––––––– 120 ––––––– ––––––– 140 ––––––– ––––––– 160 ––––––– ––––––– 180 ––––––– 31higartil Miðal 1961-1990: 128 mm Normal 1961-1990: 9,1°C Miðal: 12,0°C 12/15 °C Seinasta hósdag læt ein trølla- og vættraframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Tað er Hanne Højvælde frá Frederiksværk í Dan­mark, sum sýnir fram sítt stóra úrval av trøllum og vættr­um, sum hon ger úr ull. Øll skapini hava sítt egna mann­lyndi og sítt serstaka eygna­brá ella kropsmál. Tú fert at halda, at figurarnir hava menniskjalig eykenni og lyndi og eru snild og listin­lærd, ertingarsom og skálkak­át, lúnut og ríggjut, for­herð­að, skálkaslig, kúllas­ lig o.s.fr. Ullskapini og figur­ ar­nir eru gjørdir úr ull við at sameina váttøving og turr­tøv­ ing við tøvinálum. Hanne Højvælde hevði fyri 5-6 árum síðan eitt skeið í Fuglafirði, har ein bólk­ur av sera áhugaðum skeiðs­lut­tak­ ar­u­m lærdi at skaptøva við tøvi­nál­um. Við til framsýningina hev­ur Hanne eisini tikið við okkurt av sínum fínt tøvda klæd­na­tilfari og sjallum við silki ella bummull sum undir­lagi. Framsýningin er opin hvønn dag frá kl. 11 - 17 til og við mikudagin 5. september. Vættrar og trøll í Smiðjuni