Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. mars 2004síða 24

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 56 - 20. mars 2004 Nr. 56 - 20. mars 2004 47 Meinigheitshúsið Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Gunnar Reynslág. Frelsunarherurin, Tórsgøta 19 Sunnudagin kl. 11 Møti. Eingin sunnudagsskúli, men kl. 17 Familjumøti. Drekka- munnur aftaná. Mánadagin kl. 17 og 19 Skótamøtir. Lívdin í Hoyvíkar skúla Sunnumorgunin á familju- møtinum kl. 10.30 er evnið: »Náði Guds í lívi Mósesar« og tilbiðjanarmøti er kl. 12, á báðum møtunum talar Øssur Andreassen. Barnaansing er fyri børn undir skúlaaldur á báðum møtunum, kl. 12 Sunnudagsskúli. Drekkamunnur er millum møtini. Týskvøldið kl. 20 (í eini skúlastovu) Bøn og bíliutími har Jógvan Z. undirvísir um Opinberingina kap. 19. www.livdin.fo Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17 Landsbøn. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti v/ Hildu og Erik Bedes- vaag, einki ABC vegna vitjan, kl. 11.50 Barnagudstænasta, kl. 18 Evangel. møti v/ Rúna Rasmussen. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- skúlin. www.filadelfia.fo Samkoman Rhema Sunnumorgun kl. 11 Møti og Sunnudagsskúli. Biðið verður fyri sjúkum. www.rhema.fo Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Eingi møti verða sunnudagin vegna møti í Betania í Skopun. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman við Sólbjørg Símunarson. Evnið: Móses. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn. Týsdagin kl. 19.30 í KFUM: Kristiliga sangkórið venur. Nýggir sangarar eru væl- komnir við. Kirkju og missiónshúsið á Argjum Sunnudagin 21. mars Møti – Tey ungu. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti við breyðbróting v/ Jóhan Hendrik Hansen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mánakvøldið opið hús fyri ung kl. 20. Miðvágs Missiónshús Leygarkvøldið kl. 20 Ung- dómsmøti. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti við Dávid Johannesen. Hjartaliga vælkomin. Keldan, Skálafirði Møtini við Erik og Hildu Bedsvaag byrja hóskvøldið kl. 20, halda fram leygarkvøldið kl. 20 og sunnudagin kl. 17, Barnamøti kl. 17. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Missiónshúsið Tabor á Toftum Felags ungdómsmøti fyri alla Eysturoynna verður í kvøld kl. 20. Hjallmar Hansen úr Rituvík talar. Drama og sangur er eisini á skránni. Gøta Vegna felagsungdómsmøti í Missiónshúsinum á Toftum verður einki ungdómsmøti í kirkjukjallaranum í kvøld. Bussur koyrir frá kirkjuni í kvøld uml. kl. 19.30 út á Toftir. Øll eru hjartaliga vælkomin. Thabor, Fuglafjørður Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu- dagsskúli á Kambsdali og í Thabor og kl. 18 Møti. Savnað verður inn til Legu- húsið í Nesvík. Lívsins Orð, Saltangará Sunnudagin kl. 10.30 Møti við Símun Jaocbsen. Mánadagin kl. 17.30 TIM5 og kl. 20 Ungdómsmøti. Missiónshúsið í Leirvík Sunnudagin kl. 18 Møti v/ Árna Jacobsen, kl. 21 Ung- dómsmøti v/ Pól Johannesen, Hvannasund. Getsemane, Klaksvík Sunnudagin kl. 18 Møti við Sannu Hammer. Soli Deo Gloria Leygardagin kl. 14 Undir- vísing í lovsangi, kl. 21 Opið hús. Team úr Kolding luttekur til øll tiltøkini. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti við luttøku úr Vágum. KFUM og K, Klaksvík Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.30 Bønar- møti, kl. 18 Møti við Finn Johannesen, kl. 21 Ungdóms- møti. Saron, Viðareiði Sunnukvøldið kl. 18 Evangel. fundur har Levi Joensen og aðrir tala, sangkreftir úr Betesda luttaka, øll eru vælkomin. Betania, Skopun Leygardagin kl. 11 Smáir einglar møtia, kl. 14 Sólstrál- an, kl. 17 Stríðsmenn møta. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti, luttøka úr Skansastovu, kl. 18 Evangel. møti, luttøka úr Skansastovu. Missiónshúsið í Skopun Í kvøld kl. 20 Møti v/ Johan Petur Johannesen. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.30 Bøn- og lovsongsløta, kl. 18 Møti. Mánadagin kl. 17 Barna- arbeiðið 1.-6. fl og kl. 19 Ungdómsarbeiði frá 7. fl. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sands missiónshús Sunnudagsskúli kl. 14.30. Kl. 18 Møti, sangur, Terji, Egin, Sølvi o.a. Tú ert vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Leygarkvøldið kl. 21 Ung- dómsmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli. Einki møti verður sunnukvøldið vegna missións- viku í Vági. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 Breyðbrót- ing, kl. 13.30 Sunnudagsskúli, kl. 18 Evangel. fundur. Mánadagin kl. 20 Bønar- fundur. Ónsdagin kl. 20 Uppbygging- arfundur. Missiónshúsið í Vági Missiónsvikan heldur fram í kvøld kl. 20 við Regin Høgnesen, barnakór úr Sumba luttekur. Sunnukvøldið kl. 18 við somu, Ebba og Nimrod luttaka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin, Vágur Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Evangel. møti, Eyðun Christiansen talar. Hetta er síðsta møti í gamla húsinum. »Eitt umbroytt lív« møtir verða í samkomuni í Sion í Vági frá hósdegnum 18. til mánadagin 22. mars. Møtini byrja kl. 19.30 hvørt kvøld, tó sunnukvøldið kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sion, Vágur Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti, kl. 18 Møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mánakvøldið kl. 21 Bønar- møti og Bønartænasta á tlf. 373777. Tú ert vælkomin at ringja um tær tørvar forbøn. TILTØK Jesus segði við teir: »Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta.« Jóhs. ev. 6, v. 35. Samanhangurin hendingin og teksturin eru frá, siga okkum orsøkina til, at Jesus brúkar hesa myndina um seg sjálvan. Dagin fyri hevði Jesus gjørt eitt undur. Burtur úr einum matpakka hjá einum smá-dreingi, sum var fimm breyð og tveir fiskar, hevði hann skapað nóg mikið av føði til 5000 menniskju í oyðumørkini. Hendingin vakti undran og ans millum fólkið. Tí ynsktu tey at gera Jesus til teirra kong. Men Jesus helt seg undan. Ein kongur eftir teirra hugsan og ynskjum, vildi hann ikki verða. Í undurinum høvdu tey ikki sæð annað enn tað, tey høvdu upplivað. Sjálvt tekinið aftan fyri undurið høvdu tey ikki sæð. Undurið hevði nevnuliga ein dupult- an botn. Umframt at vísa Guds um- sorgan fyri teirra likamliga tørvi, peik- aði tað á HANN, sum undurið gjørdi, at HANN er breyðið, sum er komið av himni, fyri at geva heiminum lív. Samrøðan, Jesus hevði við Jødarnar um tað himmalska breyðið, peikar aftur á eina hending í Ísraels søgu. Tað er undurið, sum forfedrarnir upplivdu í oyðumørkini, á ferðini úr trældómi í Egyptalandi til frælsið í tí lovaða landinum. Tá teimum tørvaði mat í oyðumørkini, læt Gud manna regna niður av himni, so at tey kundu eta seg mett. Og vatnið læt hann vella fram úr klettinum, so at tey kundu sløkkja tostan. Soleiðis læt Gud Ísraels fedrar uppliva sína umsorgan fyri teimum, eisini teirra likamliga tørvi. Tað er hetta sama, Jesus peikar aftur á, tá hann longur úti í hesum tekst- brotinum sigur: »Eg eri lívsins breyð. Fedrar tykra ótu manna í oyðumørkini og doyðu. Hetta er breyðið, sum er komið niður av himli, at tey skulu eta tað og ikki doyggja.« Mannaundurið í oyðumørkini tá, og undurið Jesus hevði gjørt dagin fyri, tá hann mettaði tey 5000, vóru bara tekin. Tey peikaðu á nakað annað og meira. Og hetta annað og meira er Jesus sjálvur. Í honum eru Gud og menniskja knýtt saman aftur. Soleiðis er tann, sum er knýttur at Jesusi Kristi, eigur lut í øllum tí, sum hansara er. Jesus eigur lut í tí æviga lívinum, sum merkir Guds frelsa og gáva, her í tíðini og um allar ævir. Tí lovar Jesus tí, sum hoyrir honum til, uppreisn og ævigt lív. Og hetta lyfti er ætlað einum og hvørjum av okkum: »Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín, og tann, sum kemur til mín, skal eg als ikki reka burtur.« (v. 37). Jesus sum lívsins breyð verður givin okkum í orðinum. Men týðuligast opin- berar Jesus seg fyri okkum sum lívsins breyð við altarborðið. »Hetta er likam mítt sum fyri tykkum verður givið.« Sama sigur hann um vínið sum blóð sítt. Eftir Jesu egnu fyriskipan og orði er nakað so neyðarsligt sum breyð og vín berarar av Jesusi sjálvum, givið okum til lívs. Fyri okkara vit og skil ein ófatuligur tanki, men enn ein vitnis- burður um, hvussu stórur Gud er, at hann hevur ráð til at vísa seg størstan í tí minsta. Jónsvein Bech, sóknarprestur EITT LJÓS Á GØTU MÍNI Betania, Sumba Møti verður í kvøld og sunnu- kvøldið kl. 20. Á møtinum í kvøld verður luttøka úr Salem, Tvøroyri. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagur 22. mars kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10.15-18 Myndaveving á loftinum kl. 14-18 Kortspæl, telving, landastrok og onnur spøl. Tilmelding til døgurðan miku- og fríggjadagin tlf. 316491 Týsdagur 23. mars kl. 10-11.30 Sangur, Jóhann R. Jacobsen. kl. 14.30 Ein tími í føroyskum, Bergljót av Skarði Mikudagur 24. mars kl. 10-13 Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12 Døgurði. Høvi er at koma sum gestur kl. 15 Túrur eftir gøtuni niðan á Nabb og oman gjøgnum viðalundina kl. 17-21 Opið hús Hósdagur 25. mars kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen. kl. 14-17 Telduprát, Brandur Petersen kl. 14-17 Boccia í kjallaranum Fríggjadagur 26. mars kl. 10-13 Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12 Døgurði. Høvi er at koma sum gestur kl. 13-17 Opið hús Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Tilhaldið Hugnin í Sandoynni Tilhaldið í Sandoynni er opið mánadag og mikudag frá kl. 14-17. Báðar dagarnar er drekkamuður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mánadagin 22. mars Upplestur Mikudagin 24. mars Boccia. Vit spæla boccia í Virkinum á Sandi. Vit byrja kl. 14 við løttum fimleiki og síðani heldur kappingin millum reyða og bláa liðið fram. Leygardagin 27. mars fara vit til Havnar til Boccia kapping í Gundadalshøllini. Vit fara við bussi úr Tilhaldinum kl. 10.00 og úr Skopun við Teistanum kl. 10.30. Vit eta døgurða á Sjómansheiminum áðrenn kappingina, ið byrjar kl. 12. Kappingin er væntandi liðug kl. 15. Tað er neyðugt at tekna seg til túrin í seinasta lagi mikudagin 24. mars í Tilhaldinum ella á tlf. 361990. Fløvi – dagtilhaldið fyri pensiónistar í kvinnufelagshúsinum á Glyvrum – allir pensionistar hjartaliga vælkomnir. Opið mánadag-fríggjadag kl. 15-18. Mánadagin 15. mars Fimleikur v/ Jóhannu Troest Týsdagin 16. mars Ítriv fyri áhugað Mikudagin 17. mars Prát og sangur Hósdagin 18. mars Opið hús Fríggjadagin 19. mars Stongt. Tú fært altíð ein góðan drekkamunn, somuleiðis eitt gott Guðs orð. Bløðini eru altíð til taks. Ver hjartaliga vælkomin í Fløvan. Vágs Pensionistafelag Vágs Pensionistafelag – fel- agið fyri pensionistar í Suður- oyar sunnaru helvt – hevur limafund kl. 19.00 hvønn seinasta mánadag í hvørjum mánaða. Ymiskt áhugavert er á hvørjum fundi, har tú eisini fært drekkamunn við bollum og køkum. Fundirnir verða hildnir í hugnaligu hølunum hjá Vágs Matmøðrafelag. Allir pensionistar og øll omanfyri 60 ár eru vælkomin. Gerst limur í Vágs pensionistafelag. Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll eru vælkomin. Spælistovan í meinigheitshúsinum er opin mána-, týs- og hósdag kl. 9-12 fyri foreldur við børn- um, sum ikki hava ansing. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórsh. tlf. 319630/61 655400. Føroya Heimavirkisfelag Postadressa: J. Paturssonar- gøta 24, 100 Tórshavn. Formaður: Óluva Vilhelmsen. T-postur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Tlf. 322686 / 319629 NA (Anomymir narkomanar) Tinghúsvegur 37 NA-Fundur hvørt sunnukvøld kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús- vegnum 37. ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 á Tinghúsvegi 37, Tórshavn. www.aca- danmark.dk. E-mail: acafaroeislands@hotmail.com AA-fundir í Havn Tinghúsvegur 37 Mánadag: kl. 20.00–21.00 Týsdag: kl. 20.00–21.15 Mikudag: Sporafundur kl. 20.00–21.00 Hósdag: kl. 20.00–21.00 Fríggjadag: kl. 20.00–21.00 og kl. 22.30–23.30 Leygardag: kl. 9.00-10.00 opin fundur. Kl. 17.00–18.00 Sunnudag: kl. 11.00–12.00. Allir fundir eru roykfríir. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). TILTØK 3. apríl giftast Teresa Johnsson, Kollafjørður og Thomas Andersen, Keypmannahavn, í Cafékirken Suomisvej 5, Frederiksberg C, kl. 14.00. Brúdleypsadr.: Sonnerupgaard Gods, Tølløsevej 53, 4330 Hvalsø. Leygardagin 3. apríl kl. 15.00 giftast í Laurbjerg Kirke, Kirkevej, Laurbjerg, Jórun Højgaard, Tórshavn og Høgni av Skarði, Laurbjerg. Brúdleypsadr.: Den Hvide Skole, Skolevej 1, Laurbjerg, 8870 Langå. Mikudagin 7. apríl kl. 15.30 giftast í Tvøroyrar kirkju Malan Danielsen, Trongisvágur og Dia Petersen, Hov. Veitsla verður um kvøldið kl. 19.00 í skúlahøllini í Trongisvági. Tey, sum vilja gleða brúðarparið við at koma, vera biðin at boða frá áðrenn 20. mars á tlf. 321817 ella 229654. Leygardagin 10. apríl giftast Rannvá Barbara Poulsen og Helge Joensen, bæði av Tvøroyri. Vígslan verður í Tvøroyrar kirkju kl. 16.00. Veitslan verður hildin fyri innbodnum í høllini í Trongisvági kl. 19.00. Leygardagin 10. apríl kl. 13.00 giftast í Miðvágs kirkju Berit Johannesen og Tejs Mogensen. Reseptión verður kl. 14-17 hjá Sonju og Ibert Johannesen í Miðvági. Aftaná verður døgurði fyri innbodnum. Leygardagin 24. apríl kl. 16.00 giftast í Christianskirkjuni Óluva Archibaldsdóttir, Tórshavn og Klavus Bjartalíð, Klaksvík. Veitslan verður hildin í Skálanum kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp kunnu ringja á tlf. 455343, 225825, 456489 ella 457284 í seinasta lagi 10. apríl. SILVURBRÚDLEYP Mikudagin 24. mars hava Bergfríð og Johan Sørin Berg, Hvalba, verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin 20. mars í Roynhøllini kl. 19. BRÚDLEYP Morgunlestrar 22.–27. mars Hallogrím Johannesen á Skála lesur Sálmar: Mánadagin 22. mars: nr. 167 Harri, í hesi føstutíð nr. 406 Bið, o, Jesus, fyri mær Týsdagin 23. mars: nr. 166 Aftur føstuklokk- an ljóðar nr. 315 Givnir eru einglar góðir Mikudagin 24. mars: nr. 168 Legg nú niður verðsligt sinni Hósdagin 25. mars: nr. 169 Jesus lív mítt lívgað hevur Fríggjadagin 26. mars: nr. 171 Jesus, tíni sár og pína Leygardagin 27. mars: nr. 172 So elskar Guð oss, at hann gav C M Y K 47 46 HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo Leygardagin 20.03.kl. 2100 Sunnudagin 21.03.kl. 1930 Leygardagin 20.03.kl. 1845 Leygardagin 20.03.kl. 2330 Sunnudagin 21.03.kl. 2215 Leygardagin 20.03.kl. 2300 Sunnudagin 21.03.kl. 2230 Leygardagin 20.03.kl. 2030 Sunnudagin 21.03.kl. 2030 Leygardagin 20.03.kl. 1815 Sunnudagin 21.03.kl. 1815 Frumsýning Fríggjadagin 23.04. kl. 1800 Fríggjadagin 23.04. kl. 2045 Fríggjadagin 23.04. kl. 2330 Leygardagin 24.04.kl. 1800 Leygardagin 24.04.kl. 2045 Leygardagin 24.04.kl. 2330 Sunnudagin 25.03.kl. 1700 Sunnudagin 25.03.kl. 1945 Sunnudagin 25.03.kl. 2230 Mánadagin 26.04.kl. 1700 Mánadagin 26.04.kl. 1945 Mánadagin 26.04.kl. 2230 Týsdagin 27.04.kl. 1700 Týsdagin 27.04.kl. 1945 Týsdagin 27.04.kl. 2230 Mikudagin 28.04.kl. 1700 Mikudagin 28.04.kl. 1945 Mikudagin 28.04.kl. 2230 Hósdagin 29.04.kl. 1700 Hósdagin 29.04.kl. 1945 Hósdagin 29.04.kl. 2230 Forsølan er byrjað KOMANDI FILMUR