fríggjadagur 7. september 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
??
Síða 8
???
Kjak á síðu 13
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
vikuskiftisblaðið
Almenningurin fær ikki innlit í inn
anhýsisskjøl hjá landsstýrinum, so
sum fundarfrágreiðingar og annað
tilfar í sambandi við fullveldissam
ráðingarnar í 2000, sum kundi givið
eitt innlit í, hvøjra hugsan føroyska
samráðingarnevndin hevði undir
og undan samráðingunum. Hetta er
staðfest nakrar ferðir. Bæði lands
stýrið og danska stjórnin hava
noktað fyri at almannakunngera
tilfarið.
Edmund Joensen, fólkatingsmað
ur, spurdi herfyri danska forsætis
ráðharran um at almannakunngera
skjølini, men hesum noktaði Helle
Thorning-Schmidt.
Sosialurin bað fyrr í vikuni Løg
mansskrivstovuna um innlit í skjøl
ini og í samskifti við Høgna Hoydal,
fyrrverandi landsstýrismann, og
Anfinn Kallsberg, fyrrerandi løg
mann, um málið. Grundgevingin
hjá landsstýrisnum fyri ikki at lata
innlit er, at hesir báðir avvarðandi
persónar í málinum skulu spyrjast.
Høgni Hoydal hevur boðað frá,
at hann als einki hevur ímóti at
skjølini verða almannakunngjørd,
meðan Anfinn Kallsberg er ímóti.
Anfinn Kallsberg segði við Sosialin
mikudagin, at hetta fyri hann var
eitt prinsippmál, tí um innlit verður
givið í hesi innanhýsisskjøl hjá
landsstýrinum, so skal innlit latast
í øll innanhýsisskjøl.
Sosialurin ætlaði at spyrja Kaj
Leo Johannesen, løgmann, hvør
hansara støða er til málið.
Vit ætlaðu at fáa at vita frá løg
manni, um hann hevur somu støðu
sum Anfinn Kallsberg, um at innlit
ikki skal latast, ella um hann heldur
sum floksfelagin Edmund Joensen
og Høgni Hoydal, at fult innlit skal
latast í hesi skjøl. Eisini ætlaðu vit
at spyrja løgmann, um hetta var
ein avgerð, ið hann sum løgmaður
kundi broyta.
Men løgmaður ynskir ikki at gera
samrøðu við Sosialin um málið.
Í staðin hevur Sjúrður Rasmus
sen, ráðgevi á Løgmansskrivstov
uni svarað Sosialinum – vegna løg
mann, »at hann ynskir ikki at gera
samrøðu um málið, og at hann
heldur seg til fyrr nevndu fyrisit
ingarligu avgerð.«
Vert er at leggja til merkis, at
tað er Fólkaflokkurin, sum ikki vil
almannakunngera tilfarið, meðan
Tjóðveldi við spæla við opnum
kortum.
Um skjølini einki hava upp á seg,
vita vit ikki. Men reint journalistiskt,
søguliga og samfelagsliga, hevði
tað verið áhugavert at sæð skjølini
– kanska serliga tí, at Anfinn
Kallsberg stendur so fast við at
halda skjølini loynilig. Anfinn
Kallsberg var hann, sum formliga
avlýsti
fullveldistilgongdina
og
steðgaði ætlaðu fólkaatkvøðuni,
sum skuldi verða 26. mai í 2001.
Kunnu skjølini avdúka ósemju
millum Tjóðveldi og Fólkaflokk,
sum ikki tolir dagsins ljós?
Fólkaflokkurin í Havn:
Klaksvíkingar hava
trupulleikar við gegni
Formaðurin í Havnar Fram
burðsfelag – fólkafloksfel
agnum í Havn – heldur ikki
nógv um klaksvíkingar. Við
sjónvarpið
mánakvøldið
segði hann soleiðis:
– Her situr ein landsstýr
ismaður (Bjørn Kalsø, red),
sum er farin at hóreiggja
sær, sum hann vil, og tað
hevur avleiðingar fyri fólk
og fyri hansara aðalstjóra, og
vit vita ikki, hvat tað næsta
verður. Vit faktiskt vænta,
at Vinnuháskúlin verður
skræddur upp við rót og
fluttur norð til Klaksvíkar
yvir eitt vikuskifti.
Og so spyr sjónvarpsmað
urin:
Hví skal Bjørn Kalsø frá?
– Bjørn Kalsø er farin út
um mark, hann roynir at
uppbyggja eitt ella annað
nýtt slag av fyrisiting í før
oysku umsitingini, har sum
hann tekur avgerðirnar heilt
einsamallur, og avgerðirnar
behøvast ikki at vera so væl
grundaðar, sum tær í veru
leikanum eiga at vera.
– Setanarnevndin er til
fyri at loysa landsstýris
mannin frá einum hvørj
um gegnistrupulleika, sum
kundi verið umframt at gera
eina fakliga meting av um
søkjaranum, hann tekur líka
sum hesa setanarnevndina
av, sum er verjan fyri hans
ara gegni, við at fara forbí
nevndina.
– Og tíverri er gegni
blivið ein trupulleiki fyri
klaksvíkingar eftirhondini.
Landsstýrismenn harbeint
hava opinbart ikki ordiliga
skilt, hvat gegni snýr seg
um, segði fólkafloks
formaðurin í Havn.
Árvakni journalist
urin í sjónvarpinum
helt, at henda útsøgn skuldi
varpast ókritiskt út til alt
Føroya fólk uttan nakra sum
helst journalistiska viðgerð.
Spurningurin er so, um
nakar klaksvíkingur slepp
ur á fólkaflokslistan í Havn
til
býráðsvalið
– ella um tey
kortini
hava
onkran
troj
anskan
hest
listanum, sum
kann tryggja,
at
stovn
ar í Havn
» v e r ð a
skrædd
ir
upp
við rót
og flutt
ir
til
Klaks
v í k
ar...«
Fullveldisskjølini hava
sjálvandi almennan áhuga
skjølini eru og verða loynilig
Bjørt
Samuelsen,
ting
kvinna, á Facebook: Nú
gjørdist tað framhaldssøga,
at Jógvan Poulsen, formað
ur í fólkafloksfelagnum í
Havn, krevur Bjørn Kalsø
frá, »um nakað dism av
rættarkenslu skal vera eftir
í samfelagnum«.
Fólkaflokkurin,
við Jógvan
á Lakjuni
sum mentamálaráðharra,
setti Hans Johannes á
Brúgv sum skúlastjóra, hó
ast hann tá ikki var innstil
laður sum nummar 1.
Í
Uttanríkisráðnum
kravdi
formaður
Fólka
floksins, ein aðalstjóra sett
an, sum als ikki varð inn
stillaður sum nummar 1, og
løgmaður fylgdi, sum vant,
boðunum.
– Og nú vil Fólkaflokk
urin hava aðrar flokkar
at reisa misálit á Bjørn
Kalsø, tí hann ger tað,
Fólkaflokkurin plagar
at gera.
– Men, tað hevði nú
slett ikki verið so stein
býtt, um løgmaður,
Jørgin og Bjørn
allir løgdu frá
sær, heldur
Bjørt Sam
uelsen.
Bjørn gjørdi bert sum
Fólkaflokkur plagar
Sandoy
aftur í
vanda
Gerhard lognberg
á síðu 16
Mið
flokkur
ella langt
til høgru
Dagfinnur danbjørg
á síðu 16
Formaðurin í Havnar
Framburðsfelag...
... og árvakni journalisturin
í sjónvarpinum
Lisið á