fríggjadagur 7. september 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. september 2012 · Nr. 104
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvussu tosar tú við tey
ungu um seksualitet?
Oftari enn nakrantíð áður,
verða ung møtt av eini ør-
grynnu av seksuellum signal-
um. Í óteljandi “reality”-
sendingum kemur hetta til
sjóndar og alnótin gevur
ótarnaða atgongd til globala
pornoheimin við spennandi,
lokkandi og ørandi tilfari um
kynslívið.
Spurningurin er, hvussu
hettar ávirkar hugburð og
atburð hjá teimum ungu, og
hvussu lofta eitt nú skúlin og
aðrir myndugleikar nútíðar
krøv til seksualundirvísing?
Arbeiðir tú við ungum, sum
lærari, heilsufrøðingur,
pedagogur, sálarfrøðingur,
sjúkrarøktarfrøðingur,
hjálparfólk v.m., so er
hendan ráðstevnan júst
nakað fyri teg.
Serfrøðingar geva tær
innlit
Á ráðstevnuni fara serfrøðing
-ar at varpa ljós á hetta tor-
føra øki, ið er sera taburakt.
Tú fært innlit í metodur og
amboð til at loysa eitt nú
undirvísingaruppgávuna, tú
fært íblástur til menning,
gransking og til samstarv.
Ráðstevnan er ætlað at
vera byrjanin til eitt miðvíst
arbeiði at menna seksual-
undirvísingina í Føroyum og
til at eggja til gransking á
økinum.
Brellbitar úr skránni
Seksualitetur og kyn.
Seksualundirvísing.
Avbjóðingar, krøv, dygd og
menning. Leikarar og leik-
vøllir í samband við seksual-
undirvísing. Gransking og
royndir í Norðurlondum.
Seksuellur hugburður og
atburður hjá ungdómi.
Alnótin og ávirkan á hugburð
og atburð. Ung og porno.
Tilmelding
Les meiri um og tekna teg til
ráðstevnuna á heimasíðuni
www.ungogseksualitetur.com
ella á heimasíðuni hjá
Synergi, www.synergi.fo.
Stigtakari
Stigtakarar til rástevnuna eru
Malan Egholm, MPH og Fía
Lindenskov, cand.scient.san.
publ.
Synergi samskipar ráðstevn-
una, og hevur tú ivamál ella
spurningar, ert tú vælkomin
at venda tær til Ásu hjá
Synergi, tel. 322355.
Vælkomin
| Ráðstevna | Ung og seksualitetur í Føroyum | 17. september 2012 |
| í Norðurlandahúsinum | www.ungogseksualitetur.com |
| Fyriskipari: Synergi | asa@synergi.fo | www.synergi.fo |
RÁÐSTEVNA Í NORÐURLANDAHÚSINUM
Tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini.
Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er
avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð
skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
Tórshavnar kommuna stendur fyri
nógvum áhugaverdum vegarbeiðum.
Málsviðgerin innan ferðslu hevur valt
at fara í annað starv og tískil søkja vit
eftir nýggjum starvsfelaga, ið hevur
hug og dirvi at føra spennandi uppgávur
út í verki.
Plan og rasktrardeildin hevur 8 málsviðgerar á
deildini, og heldur til í posthúsbygninginum saman
við byggi- og býarskipanardeildini.
Á deildin starvast harumframt 65 fólk, ið mest standa
fyri viðlíkahald av kommunalu tekniskum veitingum.
Arbeiðsuppgávur
• viðgera størri og smærri prosjekt
innan vegatekniska økið
• fyrireika mál fyri nevnd
• samskifta við borgaran o.a.
Kommunan ynskir
at tú ert útbúgving verkfrøðingur, helst innan
ferðslutrygd, hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
og royndir innan almenna fyrisiting. Tað er ein
fyrimunur at hava kunnleika til telduforritini
Microstation og Microsoft Officepakkan. Neyðugt er,
at tú hevur vanligt koyrikort.
Persónligir eginleikar
Kommunan væntar at tú ert røkin, gongur undan
í at menna tænastustøðið og dugir væl at fara við
starvsfeløgum og viðskiftafólki. Tú skalt kunna
arbeiða sjálvstøðugt, kunna taka avgerðir og duga
væl at málbera teg í skrift og talu.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og verður sett
sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Meira fæst at vita
Við at venda sær til Jóannes S. Jensen, deildarleiðara
ella Boða Haraldson, býarverkfrøðing á tlf. 302010.
Umsókn
Saman við avrit av prógvum, viðmælum og upplýsing
um royndir, skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 21. september 2012.
Umsóknin skal stílast til Tórshavnar kommunu,
postboks 32, FO-100 Tórshavn, ella sum teldupost
til torshavn@torshavn.fo og viðmerkjast „Starv á
plan- og rakstrardeildini“.
Onnur leys størv í Tórshavnar Kommuna
– Lesið meira á www.torshavn.fo
Pedagogur – Stella Maris Vøggustova
Umsóknarfreist 01.10.2012
Pedagogar – Dagstovnin Løkjatúni
Umsóknarfreist 10.09.2012
Sløkkiliðsfólk – Brandstøðin
Umsóknarfreist 17.09.2012 kl. 12.00
Pedagogur – Býlingshúsið Inni á Gøtu
Umsóknarfreist 10.09.2012
Verkfrøðingur til Plan- og rakstrardeildina [endurlýsing]