fríggjadagur 7. september 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 104 · 7. september 2012
2
VIKUSKIFTI
Lív í Baiansstovu hevur
framsýning rópt »Heimferð«
í Öström í Rættará í Havn
fríggjadagin til klokkan 18
og leygardagin frá 11-15
Í kvøld, fríggjakvøldið, verður ársins
fótbóltsbrak hjá fótbóltslandsliðnum.
Talan er um ein dyst, sum er áhugaverdur
upp á so nógvar mátar. Hetta verður
fyrsta veruliga roydin hjá Lars Olsen,
sum landsliðsvenjara. Harnæst er
hetta fyrsta ferðin, at vit vitja aftur í
Týsklandi, eftir tepra 2-1 tapið á sinni.
Tí varpa vit ljós á henda dystin á
hesum síðum og spyrja fólk, ið varða
av landsliðnum, hvat tey rokna við.
Føroya løgmaður, sum hevur spælt
fleiri landsdystir sjálvur, er bjartskygdur
og trýr upp á ein javnleik. Tað hevði
av sonnum verið eitt bragd!
Ein annar, sum tók lut í altjóða
kapping um dagarnar, var ÍSB-svimjarin
Ragnvaldur Jensen. Hann framdi eitt bragd
og kom við til paraolympisku leikirnar,
har hann svam seg til eitt 12. pláss í
100 metra bringusvimjing. Sjálvur iðrar
hann seg um, at hann ikki rakk finalu
plássi, men Ragnvaldur og vit onnur
eiga at minnast til, at hann kappast
millum heimsins allarbestu á sínum øki.
Tí er tað flott av honum, at hann setir
Føroyar á heimskortið á henda hátt.
Tað sama er galdandi fyri øll hini
4000, sum luttaka á Paraolympisku
leikunum. Tað er ótrúligt, hvat tey
megna at avrika – og okkurt av tí
varpa vit ljós á í Summar hesaferð.
Bestu telvarar okkara stríðast eisini
undir merkinum í hesum døgnum, og hava
fingið fleiri frálík úrslit í Istanbul. Teir
fáa sítt pláss aðrastaðni í Sosialinum.
Er tað nakað, sum kann savnað og
spjaða líka so nógv sum ítróttur, so
er tað politikkur. Í summar hesaferð
fara vit aftur í tíðina og aftur um
politiska gerandisdagin og spyrja, hvat
í roynd og veru formar politikkin.
Ert tú hvørki til politikk ella ítrótt, so er
eisini bókatilfar at koma eftir í Summar.
Og tað er ógvuliga hóskiligt, nú summarið
gongur móti endanum, og tíðin er búgvin til
djúpar sofur, fjálg teppir og góðar bøkur.
Eitt bragd og annað
Rólant Waag Dam
Summarredaktørur
Tiltøk um vikuskiftið
Fernisering í Smiðjuni í Lítluvík
í samband við at Rasmus
Rasmussen og Maigun Othamar
hava felags framsýning av
nýggjum myndum og málningum
fríggjadagin klokkan 15
Landsdystur í fótbólti
millum Týskland og
Føroyar. Sjónvarp Føroya
sendir beinleiðis frá
dystinum fríggjakvøldið
klokkan 19.45
Fysioterapeutfelag Føroya
skipar fyri fyrilestri um heilsu og
trivna hjá eldri, tí 2012 er av ES
útnevnt at vera ár teirra eldru.
Fyrilesturin við Peter Thybo verður
í Norðurlandahúsinum leygardagin
klokkan 14 og er ókeypis
Philippe Carré letur upp
framsýning í Galerie Focus
í fríggjadagin klokkan
16-18, og leygardagin er
opið klokkan 16-18.
Ferðavinnuprát á Kafe Kaspar
á Áarvegnum í Havn fríggjadagin
frá 15.30 til 17.00